Skriva út
»Har hevur eingin danskur prestur verið áður...«
08.12.2014 Tíðindi
Tá Carl Hermansen, prestur, datt í køstin hjá niðristovubóndanum í Bø
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Í 1921 verður ein prestur settur aftrat í fast starv í Suðurstreymoyar prestagjaldi; ein kalskapellánur. Fyrstur í hesum starvi var danin Carl Hermansen. Frammanundan hevði Absalon Joensen verið annarprestur (hjálparprestur) í kallinum. Síðan 1912 hevði Jákup Dahl verið sóknarprestur í Suðustreymoy og síðan 1918 eisini Føroya próstur.
Prestvígdur varð Carl Hermansen í Budolfi kirkju í Aalborg 13. mai 1921. Vígsluna hevði Christian Ludwigs, biskupur. Carl hevði søkt nýggja prestastarvið í Suðurstreymoy og fingið tað (6. apríl 1921), og grundlógardagin 1921 fer hann við DFDS-skipinum »Botniu« til Føroya. Fjórða sunnudag eftir trinitatis setir Jákup Dahl, próstur, Carl Hermansen í starv sum prestur í Suðurstreymoy. Og í hesum starvi var hann til februar 1924.
Hann hittir Elsebeth Súsonnu Næs úr Vági, har hon er lærarinna, tey trúlovast og giftast í 1922. Hon var dóttir Poul Næs, lærara í Vági, og Elsebeth Sofíu, f. Dahl, dóttir Petur H. Dahl við Krosslið, ið var keypmaður og útgerðarmaður.
Carl Hermansen var føddur í Silkeborg í Miðjútlandi 5. februar 1897 og doyði í Hjørring í Norðurjútlandi 8. november 1976. Umframt presta- og próstaembæti er hann kendur sum politikari. Var ráðharri fyri Vinstra, fyrst við Knud Kristensen sum forsætisráðharra (1945-47), seinni við Erik Eriksen (1951-53). Seinni var hann býráðslimur og borgarstjóri í Hjørring.
Carl Hermansen umsat kirkjumál, og tað var í hansara tíð sum ráðharri, at lógin um størv í fólkakirkjuni varð broytt, soleiðis at eisini kvinnur fingu atgongd til prestaembæti. Hetta var í 1947, og 28. apríl 1948 vígdi Hans Øllgaard biskupur á Fjóni tríggjar tær fyrstu kvinnurnar til prest. Prestavígslan var í dómkirkjuni í Odense, Skt. Knúts kirkju, og tær tríggjar vóru Johanne Andersen, Ruth Vermehren og Edith Brenneche.
Danmark hevði sum heimsins fyrsta land fingið kvinnuligar prestar.
Lær teg føroyskt!
Carl Hermansen hevur skrivað endurminningar, har hann greiðir frá tíð sínari í Føroyum sum prestur. Talan er serstakliga um bøkurnar »Fra Thorshavn til Frederiksholms Kanal« (1948), »Så mangen en sommer« (1967) og »Så mangen en vinter« (1970). Og við søgumyndum úr Føroyum hevur hann skrivað skaldsøgurnar »Alt dette vil jeg give dig« (1958) og »Husfruen i Husavik« (1960).
Sum prestur í Suðurstreymoy hevði Carl Hermansen tænastu í Havnar Kirkju, kirkjunum í Nólsoy, Kaldbak, Kirkjubø og Hesti, og skuldi annars í tænastu síni vitja hinar bygdir í kallinum, sum onga kirkju høvdu. Og viðhvørt vitjaði hann eisini sóknir í øðrum prestagjaldum.
Í bókini »Så mangen en sommer« greiðir Carl Hermansen frá, at hann fekk heldur kaldliga móttøku, fyrstu ferð, hann prædikaði í Kirkjubø. Jóannes bóndi Patursson, ið var deknur, fýltist á, at danskir embætismenn ikki lærdu seg føroyskt, áðrenn teir komu higar í tænastu. Guðný, kona bóndans, talaði at og segði við mannin, at soleiðis tók ein ikki ímóti fremmandafólki.
Men Carl tók ábreiðsluna til eftirtektar og fór út í Sandagerði til próst Dahl at læra seg føroyskt. So næstu ferð, hann hevði gudstænastu í Kirkjubø, talaði hann føroyskt við Bóndan, sum mundi hava iðrað seg um atburð sín, tí nú talaði hann á donskum við prest.
Men Carl heldur, at Bóndin hevði verið í ringum hýri henda fyrsta dagin hjá sær í Kirkjubø. Teir vóru hereftir bestu vinir. Carl var grundtvigsmaður og tók undir við teimum føroyingum, sum stríddust fyri móðurmálinum í kirkju og skúla.
Áminnandi orð frá bóndaeinkju í Hesti
Í Hesti hevði Carl Hermansen tilhald í norðaru Andrasstovu, eitt valahús við nógvari óðalsjørð. Húsbóndanum Mathiasi Thomsen ber hann mong lovorðini og sigur hann vera ein hin besta umboðsmannin fyri góða føroyska andsmentan. Ein høvdingaligur maður, ættaður úr Sandavági, har hann átti nógvan óðal.
Men eins og øðrum fólkum í bygdini hvíldi yvir Mathiasi eitt álvarsamt og syrgið bragd; hann læði sjáldan. Og tað hevði sínar orsøkir, tí fá ár frammanundan (1. apríl 1919) vóru tveir bátar úr Hesti gingnir burtur við ellivu monnum. Í fámentari bygd rakti henda ólukka sera meint.
Í »Så mangen en sommer« lýsir Carl Hermansen støðuna í Hesti m.a. soleiðis:
»Denne ulykke kastede en skygge over øen. Øen er nord-sydvendt, det betyder, at den beboede og dyrkede del af øen ligger i skygge hele eftermiddagen; man ser solen hinsides fjorden skinne på Velbestads marker, men selv er man i skygge. Sådan føltes det, at man gæstede et folk i skygge. … Men det var et stærkt folk derovre. Jeg spurgte engang Herdis Joensen – Herdis uppi í Stovu – som den ulykkesnat havde mistet sin mand, sin broder og sin svoger, hvordan man kunne overleve en så frygtelig ulykke. Hun svarede mig: Det hører også til den slags, det er umuligt at komme over, hvis ikke det var sandt, som vi synger: Han, som har hjulpet hidindtil, han hjælper nok herefter.«
Carl Hermansen sigur seg mangan hava hugsað um hesi orðini hjá sterku og treystu bóndaeinkjuni í Hesti, tá hann hitti harðhjartað, miskunnarleys og grunnskygd fólk, sum vildu hava kristniundirvísingina út úr skúlanum, avtaka fólkakirkjuna og alrahelst beina fyri kristindóminum:
»… den slags mennesker er ude af kontakt med virkeligheden; de ved jo ikke, hvad de gør, de har intet at give mennesker i sådanne øjeblikke; tværtimod stjæler de de dyrebareste ting i livet fra mennesker. De tyveknægte, der om natten bryder ind og stjæler penge og pretiosa fra mennesker, er nogle skikkelige drog i sammenligning med den slags folk, som endda vover at optræde i kulturens og fremskridtets navn.«
Ein »bleyt« vitjan í Bø
Í endurminningum sínum greiðir Carl Hermansen eisini frá ymiskum skemtiligum hendingum. Og hann tykist hava »humor« og duga sjálvspei.
Einaferð talaði eg við bygdarmann mín Hergeir Joensen, sála, um prestar og prestatilhald í Hesti. Hann var sonur áðurnevndu Herdis uppi í Stovu og varð faðirloysingur eftir syndarligu bátsvanlukkuna í Hesti 1919. Hann mintist einaferð, teir skuldu skjútsa Carl Hermansen um fjørð til Velbastaðar, kalt og ilsligt var í veðrinum og prestur sat afturi í rong og kulsaði. Tá letur í einum hestmanni: »Sit ikki har og kulsa, blaka tær eitt sindur. Prestur mátti ikki verið kaldur, nýgiftur maður – hevur unga konu.« Hetta helt Hermansen ljóða sera skemtiligt og hevði hetta ofta á orði, hvat hesin maðurin hevði sagt – ásannandi, at einki er sum hjartavarmin hjá ungum, nýgiftum hjúnum.
Tá Carl Hermansen skuldi hava gudstænastu í Bø eitt trettandakvøld var hann fyri keðiligum óhappi, men sigur kortini skemtiliga frá tilburðinum. Hann hevði tilhald hjá Zachariasi Ole-Jacobsen, bónda Niðri í Stovu. Áðrenn hann fór frá húsum í kirkju, hevði hann latið seg í kjóla og kraga. Myrkt var úti og einki gøtuljós. Teir fylgdust í kirkju, prestur og húsbóndin. »Gakk ikki so ytstur, tí her eru køstar,« sigur Zacharias. Men hvat hendir? Í myrkrinum stígur prestur seg út av vegnum og dettur so barlangur í køstin hjá niðristovubóndanum. »Eg var brúnur sum ein benediktinarmunkur, tá eg varð togaður upp úr aftur køstinum, men bleytt lá eg,« greiðir Hermansen frá í endurminningum sínum. Gudstænastuna mátti hann hava í vanligum jakkaklædningi. Køstar vóru tá ikki lokaðir.
Dagin eftir fer Carl Hermansen til Sørvágs og vitjar hjá Jógvani Rasmussen – Løðu-Jógvan nevndur. Teir tala um leyst og fast, og Carl greiðir frá, at hann á hesi ferð sínari í Vágum hevði verið á einum staði, sum eingin annar danskur prestur undan honum hevði verið. Jógvan gitir illgongdar tindar og ógongdar gjáir. »Nej,« sigur Carl, »jeg har været i Zacharias Ole-Jacobsens mødding.« Og síðan greiddi hann Jógvani frá tilgongdini.
Løðu-Jógvan segði hetta vera veiðifall og bað Carl søkja prestakallið í Vágum, sum skjótt varð leyst, nú Kristian Keiding hevði søkt kall í Danmark. Men tað hevði Carl onga ætlan um, og skjótt skuldi eisini hann fara úr Føroyum.
Bar Føroyum miklan tokka
Eftir trý ár sum prestur í Føroyum tekur Carl Hermansen í 1924 við sum sóknarprestur í Værum-Ørum í Jútlandi. Í 1933 prestur hjá valkirkjuliðinum í Ryslinge, sóknarprestur í Hjørring 1940–51 og próstur í Vennebjerg heraði 1941–51; hevði farloyvi frá embætunum sum kirkjumálaráðharri 1945-47.
Farin frá sum ráðharri á heysti 1953 var Carl Hermansen valdur í býráðið í Hjørring. Hann var býráðslimur 1954-62, borgarstjóri 1954-58. Í 1957 fekk hann í lag at stovna Hjørring Seminarium, var formaður í skúlastýrinum har og lærari í kristni 1958-70.
Í endurminningunum »Så mangen en sommer« sigur hann, at tað var ein tung avgerð at biðja Føroyum farvæl. Tokkin til hetta land var stórur og kølnaði ikki við árunum, og tá høvi beyðst, vitjaði hann aftur higar.
Tá Keypmannahavnar biskupsdømi í 1960 varð býtt sundur, skeyt Carl Hermansen í blaði sínum »Dansk Kirketidende« upp, at Føroyar gjørdust sjálvstøðugt biskupsdømi eins og í gomlum døgum. Tað hendi sum kunnugt ikki, tí í 1963 fingu Føroyar varabiskup undir Keypmannahavnar biskupsdømi.
Óboðin gestur rættar í kirkjubók
Upp í hesi viðurskifti skal eg skoyta eina hending, sum ikki var so heppin fyri Carl Hermansen, men sum tó spældi væl av tá ið avtornaði.
Eitt av føroysku bløðunum hevði tikið upp tað, sum Carl Hermansen hevði mælt til í »Dansk Kirketidende«, at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt biskupsdømi. Hesum svaraði Dimmalætting aftur og tók ikki undir við sjónarmiðunum hjá Carli.
Carl rýkur aftur í blekkhúsið og sigur Dimmalætting vera eina »anakronismu«; tí sjálvt mong ár eftir, at Føroyar vóru farnar úr amtsstøðuni og høvdu fingið heimastýri, nýtti blaðstjórin á Dimmalætting undirheitið »Amtstidende for Færøerne«.
Blaðstjórin á Dimmalætting (G. L. Samuelsen) svarar aftur og sigur, at ein partafelagsnevnd hevur evsta ræði á blaðnum og at hann sum blaðstjóri ongan rætt hevur at broyta navn blaðsins – líka so lítið sum ein prestur av eintingum kann broyta eitt navn í einari kirkjubók.
Hetta var eitt prik. Tí Carl Hermansen var sum kirkjumálaráðharri í 1945 farin sum óboðin gestur í prestagarðin í fyrrverandi sókn síni Ørum-Værum og har í kirkjubókini rættað navnið á einum av sonum sínum – uttan lógliga umsókn um navnabroyting. Sóknarpresturin í Ørum-Værum var burturstaddur og visti av ongum. Carl Hermansen hevði rættað navnið á soni sínum Kai til Cai.
Sóknarpresturin í Ørum-Værum klagaði Carl Hermansen, men hetta fekk onga rættarliga fylgju, og eingin atsókn var í Ríkisdegnum. Navnabroytingin varð góðkend í kirkjumálaráðnum.
Dúgligur greinskrivari
Carl Hermansen tók av heilum hugi undir við trúarstevnu Grundtvigs og var dúgligur greinskrivari. Í bløðum og kirkjuligum tíðarritum legði hann mangan upp í orðaskifti um dagsins kirkjuligu og átrúnaðarligu viðurskifti og kundi vera rættiliga hvassur í orðum móti persónum, hann ikki var samdur við.
Sum prestur í Føroyum var Carl Hermansen blaðstjóri á »Færøsk Kirketidende« (»Kirkjutíðindi«) 1922-24. Eitt blað, sum eftir steðg í nøkur ár, framvegis kemur út og eftir Dimmalætting er næstelsta blað í Føroyum.
Onnur tíðindi