Skriva út

Hanus Pál verður vikarur

28.01.2022 Tíðindi
Hanus P.jpg

Á felags kirkjuráðsfundi tann 27. januar 2022 var nólsoyingurin Hanus Pál Jógvansson, gudfrøðingur, innstillaður til kallið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi frá 1. mai – 31. juli 2022.

Tá ið talan er um vikar, er biskupur setanarmyndugleikin.

Treytað av at landsstýrismaður í mentamálum gevur vígsluloyvi, er ætlanin at prestvíga Hanus Pál í dómkirkjuni 24. apríl kl. 16.

Undur gudstænastuni í Vesturkirkjuni sunnudagin 1. mai kl. 11 skipar dómprósturin nýggja prestin í kallið.

4 umsøkjarar vóru til vikariatið.

JF