Skriva út

Hanus: - Eg vildi bara vera prestur

18.03.2022 Tíðindi
Hanus Pál.jpg

- Kristni gleðiboðskapurin og kirkjan hjálpa mær at svara lívsins stóru spurningum og at finna vegin í lívinum, sigur Hanus Pál Jógvansson úr Nólsoy, sum á jólum 2020 var liðugur við gudfrøðilesnaðin.

Orð: Snorri Brend/Mynd: Privat/www.folkakirkjan.fo

NÓLSOY: - Prædikur kunnu bæði vera álvarsamar og lættar og skemtiligar, alt til sína tíð. Men gleðiboðskapurin um Guðs treytaleysa kærleika, frelsuna, fyrigeving syndanna og æviga lívið, fer altíð at vera í miðdeplinum.

Orðini eigur 29 ára gamli Hanus Jógvansson, sum í 2020 fekk prógv sítt við Lærda Háskúlan í Århus. Hann hevur ikki nakað prestastarv enn, men arbeiðir í løtuni í Tilhaldinum í heimbygdini.

- Her havi eg arbeitt við trivnaðar- og heilsustimbrandi tiltøkum fyri eldri borgarar í oynni, greiðir hann frá.

Í frítíðini hevur hann nógv ymisk áhugamál. Millum hesi dámar honum væl at fáast við seyðahald, ella “bóndarí”. Hann hevur áður sungið í kóri, og tá hann var lesandi í Århus var hann virkin í Føroyingafelagnum.

- Eg eri nevndarlimur í Nólsoyar fornminnisfelag og í Stuðulsnevndini, sum arbeiðir við at byggja eitt Ovasavn í Nólsoy, sigur Hanus.

Í hesi grein sigur hann eitt sindur frá ætlan síni um, hvat lívsstarv hansara skuldi verða. Myndin er tikin í Argja kirkju, har hann hevði hevði eina prædiku á jólum í fjør.

GAMALT YNSKI
Tað man vera so ivasamt hjá tí unga, nær hann ella hon tekur avgerð um, hvør lívsleiðin skal vera, og hvørja útbúgving ein ætlar sær undir fyrri ella seinni.

Mong eru komin nakað upp í árini, tá tann endaliga avgerðin verður tikin, og ein byrjar lesnaðin sum at enda førir til lívsstarvið. Men so eru tað onnur, sum longu á ungum árum, ja, kanska longu í barnaárum sínum taka hesa avgerðina.

Ein, ið kann skriva undir hetta seinasta er júst Hanus. Tað er sum hann sjálvur tekur til:

- Eg havi viljað verið prestur so leingi, sum eg kann minnast.

Hann greiðir frá, at síðani hann var heilt lítil, var tað okkurt við kristindóminum, sum hugtók hann.

- Tá eg sum smádrongur gekk í kirkju í Nólsoy, fekk eg hug at vera ein virkin partur av kirkjuni. Og endaligu avgerðina um at fara at lesa gudfrøði tók eg í tíggjunda flokki, greiðir Hanus frá.

Í STARVSVENJING
Skúlaskipan okkara er soleiðis løgd til rættis, at tey ungu hava møguleika at fara í starvsvenjing á ymiskum støðum. Summi fara í starvsvenjing í handli, fyritøku, umborð á skipi ella innan heilsuverkið.

Tað eru hinvegin eisini tey, ið velja eina heilt aðra leið: Onkur fer í starvsvenjing í løgtinginum ella innan umsitingina. Og tað eru eisini tey, sum velja eitt uppaftur serstakari arbeiðspláss – í hesum føri saman við einum presti í føroysku fólkakirkjuni.

- Ja, eg slapp at vera í starvsvenjing hjá Sverra Steinhólm, sjúkrahúspresti. Har slapp eg at uppliva gerandisdagin hjá einum presti, og slapp at fylgja honum í teimum ymsu støðunum, har hann virkar.

- Vit vóru millum annað á sjúkrahúsinum, í fongslinum og á Blákrossheiminum. Hetta vóru stór upplivilsi fyri meg.

Í GLEÐI OG SORG
Sum longu nevnt hevur Hanus gingið nógv í kirkju í heimbygdini. Og sum hann lýsir tað um sínar royndir á hesum øki, so hava kristni gleðiboðskapurin og kirkjan givið sær nógv.

- Í lívinum upplivi eg, hvussu kristni gleðiboðskapurin og kirkjan hjálpa mær at svara lívsins stóru spurningum og at finna vegin í lívinum, sigur hann, og leggur í sama andadrátti aftrat:

- Í sorg og mótgangi ugga tey meg og geva mær styrki. Í gleði og viðráki gera tey meg takksaman og tilvitaðan um mína ábyrgd. Í gerandisdegnum geva tey mær meining, og trúgvin gevur mær eina stóra gleði og eydnu.

Hann endar henda partin við hesum orðum:

- Tað er mítt stóra ynski at kunna bera fram og boða hesa styrki, troyst og gleði á ein hátt, sum møtir menniskjum á øllum lívsins leiðum og gevur teimum meining.

----

(Í eini seinni grein fara vit at tosa meiri um, hvat fólkakirkjan hevur siga fólki í dag, og hvat kann gerast fyri røkka tí uppvaksandi ættarliðnum).