Skriva út

Hansara Kongaliga Hátign Heindrikur Prinsur

20.02.2018 Tíðindi
Hansara Kongaliga Hátign Heindrikur Prinsur

Í sambandi við at Hansara Kongaliga Hátign Heindrikur Prinsur er farin foldum frá, hevur tað danska Kirkjumálaráðið tann 15. februar 2018 sent eitt rundskriv til donsku biskuparnar, prestarnar og kirkjuráðini um ringing við kirkjuklokkunum jarðarferðardagin.

“Ved kgl. Resolution af 15. februar 2018 har Hendes Majestæt Dronning Margrethe den Anden bestemt, at der i anledning af Hans Kongelige Højhed Prins Henriks død overalt i Danmark skal ringes med alle kirkeklokker i forbindelse med bisættelsen i en halv time før højtideligheden begynder og i en halv time efter, at bisættelsen har fundet sted.”

Danska kirkjumálaráðið hevur harafturat sent donsku biskupunum eitt rundskriv “angående afholdelse af en mindehøjtidelighed i kirkerne i anledning af Hans Kongelige Højhed Prins Henriks død.”

Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum hevur umvegis Mentamálaráðið sent somu rundskriv til undirritaða. Talan er um eina kunning til føroysku fólkakirkjuna og teir kirkjuligu myndugleikarnar.

Biskupur hevur umrøtt hetta málið við Una Næs, dómpróst, Andrias Ziska, stiftsfulltrúa og Bergur Berg, ráðgeva í Mentamálaráðnum. Biskupur tekur ábyrgd av niðurstøðuni, ið er eitt tilmæli til sóknarprestarnar og kirkjuráðini/deknarnar og eitt serligt tilmæli til Kirkjuráðið við Dómkirkjuna.

Tilmælið til Dómkirkjuna:
Heitt verður á kirkjuráðið við Dómkirkjuna at skipa so fyri, at at ringt verður við kirkjuklokkuni týsdagin 20. februar 2018 kl.09,30 – 10,00 og kl. 11,00 – 11,30 føroyska tíð.

Havnar kirkja er Dómkirkja Føroya og umboðar nevnda dag føroysku fólkakirkjuna, ið á henda hátt sýnir Hansara Kongaligu Hátign Heindriki Prinsi heiður og æru.

Tilmælið til sóknarprestarnar og kirkjuráðini:
Sunnudagin 25. februar 2018 minnast vit Hansara Kongaligu Hátign Heindrik Prins við tøgn í ein minutt beint eftir kirkjubønina í øllum teimum føroysku kirkjunum.

Ein stuttur tekstur verður skrivaður til hetta høvið og sendur kirkjuráðunum í komandi viku.

Jógvan Fríðriksson, biskupur
Tórshavn 17. februar 2018