Skriva út

HANS JACOB UMSETT GAMLA TESTAMENTI

01.07.2016 Tíðindi
HANS JACOB UMSETT GAMLA TESTAMENTI

Fríggjamorgunin 1. juli var hátíðarhald á Biskupsgarðinum, tá Hans Jacob Joensen fyrrverandi biskupur handaði Føroyska Bíbliufelagnum umseting sína av Gamla Testamenti.
Tað er eitt megnaravrik Hans Jacob hevur latið okkum. Vit hava jú fyri tveimum árum síðani fingið umsetingina av Nýggja Testamenti frá honum saman við øðrum.
Gleðiligt er tað somuleiðis, at rættindini verða hjá Føroyska Bíbliufelagnum, ið var stovnað í 2012 og fekk limaskap í Sameindu Bíbliufeløgunum í ár.

Føroyska Bíbliufelagið hevði í 2012 fingið rættindini yvir Bíbliuna hjá Dahl/Viderø. Í hesum sambandi kann nevnast, at týðingin av Nýggja Testamenti eftir Jákup Dahl var løggildað og útgivin í 1937 sama ár, meðan týðingin av Gamla Testamenti var løggildað og útgivið í 1961 av Danska Bíbliufelagnum.

Á hátíðarløtuni fluttu Hans Jacob Joensen og Bergur Debes Joensen, formaður í Føroyska Bíbliufelagnum fram røður.
Hans Jacob greiddi frá, at hann hevði lagt dent á at umseta Gamla Testamenti á ein meira nútímans málsligan búna samsvarandi teimum mannagongdum, ið vera nýttar í dag. Eitt dømi er at loysa upp long orð í styttri eindir í eitt meira liðiligt mál.
Bergur var hugtikin og takksamur fyri hesa stóru gávu, sum Føroyska Bíbliufelagið hevði fingið. At fáa alla Bíbliuna týdda úr frummálinum er nógv størri, enn vit geva okkum far um og ein hending, ið onnur bíbliufeløg fara at geva gætur.

Føroyska Bíbliufelagið fer nú at arbeiða fram ímóti at fáa báðar nýggju umsetingarnar av Testamentunum løggildar og Bíbliuna og prentaða í síni heild.
Bergur endaði hugnaligu løtuna við at takka Lisbeth konu Hans Jacob fyri tann stuðul, ið hon hevði verið fyri mannin og sum eisini var týðandi fortreyt fyri avrikinum. Hans Jacob og Lisbeth vitja oyggjarnar í tvær vikur á hesum sinni.

Orð: AZ