Skriva út

Hans Eiler Hammer sóknarprestur í Roskilde Stift

08.08.2016 Tíðindi
Hans Eiler Hammer sóknarprestur í Roskilde Stift

Hin 1. august tók Hans Eiler Hammer við embætinum sum sóknarprestur í Syv-Ørsted-Dåstrup Pastorat í Roskilde Stift. Hans Eiler varð einmælt innstillaður til kallið.

Hans Eiler hevur áður verið prestur, bæði í Føroyum og uttanlands, men seinastu tíðina hevur hann tó fingist við annað, eitt nú sítt egna shuttle og buss felag. Nú gleðir hann seg at sleppa aftur til tað, sum hann tímir allarbest, nevniliga at boða hin góða boðskapin.

Nú Hans Eiler byrjar í starvinum í Syv-Ørested-Dåstrup pastorat er hann ikki einasti føroyingurin, ið hevur verið prestur har. Jóhan Nielsen sáli var sóknarprestur i Ørested – Dåstrup sókn frá 1970-1977.

Hans Eiler Hammer verður skipaður i tænastuna av fráfarna Dómpróstinum í Roskilde, Jens Arendt sunnudagin hin 14. august kl. 09.00 og kl. 10.30. Samkoma verður aftaná seinnu gudstænastuna í Syv Sognegård.

Hiðani ynskja vit Hans Eileri tillukku við kallinum og ynskja Harrans signing yvir tænastuna og familjuna Hammer.

JF