Skriva út
Hans Eiler: - Gud er við bæði í myrkum og ljósum døgum
14.06.2018 Tíðindi
- Tað er ótrúligt at hugsa sær, at tað longu er gingin 20 ár, síðani eg var prestvígdur í Dómkirkjuni í Havn.
- Hesi árini sum prestur hava verið rík og avbjóðandi. Men eg havi bæði roynt tað og merkt tað, at Gud var við mær hvønn einasta dag, bæði teir ljósu og teir myrku dagarnar.
Orðini eigur Hans Eiler Hammer, sum seinastu tvey árini hevur verið prestur í Viby á Sjællandi.
Fyrr í vikuni setti hann seg niður at líta aftur í tíðina og til dagin, tá hann í dag fyri júst 20 árum síðani – sunnudagin hin 14. juni 1998 – var prestvígdur og byrjaði gerningin sum prestur, ið hevur leitt hann til kall í Føroyum, Noregi og nú í Danmark.
Hansara royndir eru, at Gud hevur verið við honum, og hevur verið hansara troyst og hansara vegleiðari øll hesi árini, bæði tá gekk við og ikki minst, tá tað gekk ímóti.
- Og hann var eisini við, tá lívið av og á rakti meg og okkum sera hart, - ja, tá eg snøgt sagt mátti stríðast fyri at finna mína leið aftur.
- Í dag havi eg bæði frið og bjartleika í míni sál, og óttist ikki tær avbjóðingar, ið lívið fer at geva mær. Eg veit, at Gud er við í dimmum og ljósum døgum, og at eg altíð kann kalla á hann.
Nevnast kann, at Hans Eiler var átta ár í starvi í Norðoyggjum, og síðani í fimm ár í Norður-Noregi.
FRÁ MELDRI TIL FRIÐIN
Hesin sunnudagurin fyri 20 árum síðani fer altíð at standa sum eitt vegamót í lívinum hjá Hans Eileri.
Hann var tá 28 ára gamal og við lívinum fyri framman. Var giftur á sjeynda ári og pápi at tveimum børnum.
Stutt frammanundan vóru Hans Eiler og familjan flutt úr meldrinum á Sinsenkrysset í Oslo til ein blindveg – Prestveg nummar 7 – í friðarliga býnum Klaksvík.
- Her lá tann friðarligi og hugnaligi prestagarðurin, sum vit øll gleddu okkum at flyta inn í. Henda dagin var ætlan okkara vorðin til veruleika, greiðir Hans Eiler frá.
Stutt frammanundan var hann kallaður til prest í Norðoya eystara prestagjaldi – ein uppgáva, sum hann metti bæði spennandi og skelkandi.
- Eg sat nú í bili mínum á veg til Dómkirkjuna í Havn, har vígslan skuldi vera. Tankarnir reikaðu runt í høvdi mínum – um lívið, um framtíðina, og ikki minst hetta: Fór tað at eydnast, og vildi eg gerast errin av gerningi mínum, ella ikki.
- Og tað gjørdi ikki støðuna betri, at eg skuldi taka við starvinum eftir ein væl umtóktan prest úr Danmark – Henning Bøgesvang, red. – og sum hevði verið í starvinum í samfull 20 ár. Her var nokk at hugsa um, minnist Hans Eiler aftur á.
ALT TIL FULNAR
Hans Eiler møtti í Dómkirkjuni í góðari tíð, og fekk varliga hugt inn í kirkjurúmið undan at skrúðgongan við prestunum skuldi ganga inn higar.
- Kirkjan var á tremur við kendum og ikki-kendum fólkum. Men, - vildu øll hesi mær tað besta? Eg visti tað ikki, og fekk heldur ikki góða tíð at hugsa stórvegis um tað, tí nú byrjaði kirkjuklokkan at ringa.
- Prestakjólin var til reiðar, - líka burtursæð frá tí, at dómprósturin har í forkirkjuni flutti prestakragan einar tríggjar sentimetrar til høgru. Alt skuldi gerast til fulnar.
- Eg skuldi eisini, sum siður var fara í ein messuskjúrtu, - sum um sjálvur prestakjólin ikki var nóg tungur og heitur frammanundan? Júst tá, føldi eg alt sum eina byrðu, greiðir hann frá.
Hann rakk tó ikki at hugsa nógv meiri um henda álvarsama spurningin, tí nú byrjaði gudstænastan við skrúðgongu, urgutónleiki, sangrøddum – alt var framúrskarandi.
ÓMILDUR VERULEIKI
Inni í kirkjuni, har frammi við altarið, átti Hans Eiler sítt pláss, saman við komandi starvsfelagum sínum. Løtan var so ótrúlig, at hann nærum ikki gav gætur eftir sálmasangi og prædiku.
Men nú var tað altso hansara túrur. Hans Eiler skuldi fram fyri altarið at vera prestvígdur.
- Hetta føldist so óveruligt. Men hetta var tann ómildi veruleikin, sum møtti mær hesa løtuna.
- Biskupur segði nøkur vælvald orð og fýra prestar lósu fýra ymiskar bíbliutekstir upp. Eg legði serliga merki til tað, sum tann seinasti presturin las. Hann las úr 1. Timoteusbrævi kap. 3, 2-3, har tað millum annað stendur soleiðis: Ein umsjónarmaður eigur tí at vera óatfinnandi, hóvsamur, høviskur – og ikki tráur eftir víni.
- Hey, - segði hann ikki ”tráur eftir víni”? Eg kom beinanvegin at hugsa um eitt vertshús, - ella hevði tað kanska okkurt at gera við hendingina, tá Jesus gjørdi vatn til vín við brúdleypið í Kána?!
GÓÐ ORÐ FRÁ BISPI
- Bispur kom við fleiri góðum og áminnandi orðum, sum hann ynskti at leggja mær á sinni. Hetta vóru stór orð, og álvarsamt gjørdist tað, tá hann nevndi mítt navn og spurdi um eg vildi lova at gera alt hetta eftir teirri náði, sum Gud vildi geva mær?
- Eg svaraði ja, tók í hondina á biskuppi og legði meg á knæ við altarið. Nú var ábyrgdin løgd á mínar herðar. Henda løtan var framúrskarandi, - ja, sum ein himmalsk opinbering.
Tað var sum um Gud segði við meg: ”Minst til, Hans Eiler, tú er ongantíð einsamallur, - hvørki tá heimurin fer í sor, ella tá alt gongur tær eftir vild. Eg eri við tær allar dagar!”
Eg fór á føtur við tárum í eygunum, og visti, at nú var tað álvari. Nú byrjaði ferðin – Gud og eg!
FRAMTÍÐIN LIGGUR OPIN
Í dag – 20 ár seinni – situr Hans Eiler Hammer á skrivstovu síni í Dåstrup Præstegård í Viby á Sjællandi og hugsar aftur í tíðina.
Hann hevur longu verið prestur her í tvey ár, og sær fram til alt tað sum framtíðin hevur at bjóða.
- Hetta er í mangar mátar ein ókend framtíð, sum liggur opin fyri mær. Hvat vil Gud veruliga við mínum lívi?, endar Hans Eiler Hammer hugleiðingar sínar.
Hann hevur tó ikki so góða tíð at steðga við vígsludagin, tí hann hevur nóg mikið at takast við í tí dagliga.
Hans Eiler hevur júst havt 70 konfirmantar, og er í dag við at fyrireika eina kvøldgudstænastu við fyrilestri og sálmasangi, har lív og virki hjá Linu Sandell er á skránni.
- Hetta er eitt spennandi starv sum eg havi, leggur hann aftrat.
Orð: Snorri Brend
Mynd: Privat
Onnur tíðindi