Skriva út

Hann sum VAR og er…

05.07.2018 Tíðindi
Hann sum VAR og er…

Teir spældu sum einglar !

Sunnudag eftir sunnudag fer maður av húsi í Gundadal til fótbóltsdyst. Tey, sum velja at vera heima, hoyra gleðisrómin heim og eisini vónbrotna suffið, sum fer um vøllin.
Somu fólk, sum altrá hyggja eftir hesum dystum, lurta eins altrá eftir ítróttartíðindum og fegnast aftur at hoyra málini og gleðast at síggja alt aftur í 3-2 á kvøldi.

Hvør tíð hevur sínar hetjur !
Tróndur í Gøtu, Sigmundur Brestisson, Magnus Heinason , Nólsoyar Páll og fleiri við teimum.
Í mong ár hava vit hoyrt um menn, reystar kappar, sum hava siglt vandasjógv og drigið mangan dýra fongin heim, og vit hava virðsmett hesar menn, og dreingir hava sagt, at ”tá teir verða stórir, so skulu teir vera skiparar.”!,

Í dag eru tað tónleikarar, sum eru okkara hetjur og so ítróttarstjørnurnar. Tað eru hesar, sum seta út í kortið, vit kenna enntá virðið á teimum, hvat samfelagið heldur um teir, tí hesar verða seldar fyri ørandi peningaupphæddir.

Hvør pápi og mamma hyggja við vón og spenningi at lítla alvanum, um møguligt potentiali man vera í barninum.

So foreldur fara niðan í Gundadal, ílatin Adidas ella Nike drakt og hvítum kondihosum í nýggjum skóm, tí nú skal talentið gravast fram. Og foreldrini gerast saman við barninum ein partur av einum hugnaligum felagsskapi, tí í dag ferðast foreldrini við børnunum til ymsu kappingarnar.

Og øll fylgja vit við, hvør fótbóltsleikari hevur skaða, er keyptur ella seldur, at leikari fer avstað og sigur okkum frá, at man skal vera ”ísakaldur og kenna sítt virði” og” halda seg vera best, tá fer alt at laga seg” eins og maður, sum fer út í kríggj.

Í gamla Róm bardust gladiatorar, og ofta var tað keisarin, sum gav tekin, um maðurin skuldi skuldi liva ella ikki. Teknið var okkara so kendi ”tummil upp” fyri at liva og ”tummil niður” fyri deyðan.

Og í hesum døgum berjast menn, sum úlvar á skóg, fyri at vinna heimsmeistaraheitið, og stórur partur av heiminum situr og fylgir við í øllum hesum dystum at náa gullinum.

Tí øll vilja vit vinna og øll kýta vit okkum, men ein fótbóltssæson fær ein enda og stjørnur koma og fara, David Beckham er søga, Maradona er eitt narkovrak, Rooney er ikki tann sami og eisini okkara føroysku stjørnur eldast og eru abbar og hava seinni rørslur og eru meiri krillutir.

Øll halda vit við onkrum liðum, fegnast um Schmeichel og Mbappé og aðrar fótbóltssnillingar og harmast ella fegnast um nýggju uppfinningina í fótbóltsheiminum: VAR skipanin. Eins og menniskjan gongur og dømir hvønn annan og metir um og ger niðurstøðu, men hvat vita vit? Ikki er altíð rætt dømt, og eins og fótbóltsleikarar ofta rista kross fyri ennið, eru teir nú eisini farnir at tekna fýrkant við hondunum móti dómaranum á vøllinum og bøna hann um at fara at kaga í sjónvarpsskíggjan og vissa seg um, at ikki var rætt dømt, kanska hevði ein annar skuldina, men hann sá tað ikki og vice versa.

Onkur sigur, at Jesus er stóri liðskiparin, sum er millumliðið millum leikararnar og dómaran !

Við hvørt eru vit í rangstøðu og við hvørt verður dømt brotsspark og við hvørt verða vit tikin til viks og sett uttanfyri, til reyða kortið missur valdið og vit aftur sleppa at spæla við.

Tí tað er ongin munur á okkum, vit hava eins virði, vit spæla øll við og renna øll eftir æviga sigurskransinum og ongin av okkum – eins lítið og Jesusbarnið – hava pláss fyri nøkum VIP plássi í lívsins stutta steðgi. Og vit vóna og trúgva at myndin, sum sæst í VAR skipanini hjá Sankta Pæturi fellur dóm fullan av náði og góðsku og ikki sum vit ofta døma, smáligt og fult av øvundsjúka og trongskygni, tí vit eru bara menniskju.

Og øll okkara ferð gjøgnum lívið er ein telving aftur og fram, avgerðir takast, nógv at fegnast um og nógv at irða seg um.Og Stóri Skaparin leggur minni dent á álopsspæl og solopræstatiónir men heldur á samanspæl og sterka verju, áðrenn heimssøgunar endaligi HM dystur skal spælast.

Tí, um vit vilja tað ella ikki, so er felags fyri hvønn einasta av okkum, at einaferð mugu vit smoykja gaggurnar av okkum, og tá er stóra málið fyri stavn, tað stóra meistaraheitið, gullið um allar ævir.