Skriva út
»Hann skuldi verið erkibiskupur«
04.04.2013 Tíðindi
Fimmti ár síðan Føroyar aftur fingu biskup. Aldargamla bispadømið varð niðurlagt í 1557. Í 406 ár vóru Føroyar próstadømi, men føroyski prósturin hevði í mun til hinar próstarnar í danska kongaríkinum heimildir ájavnt biskupunum – enntá í ávísum føri størri enn teir. Tað fekk Johan Nielsen, fólkatingsmann, undir málsviðgerðini í Fólkatinginum at siga, at skuldi Føroya próstur fáa nýtt embætisheiti, samsvarandi heimildum sínum, so átti hann at verið erkibiskupur
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Tá ið leið fram ímóti teimum 400 árunum, liðin vóru síðan biskupsdømi Føroya var niðurlagt – í 1557 – tóku føroysk kirkjuráð við kirkjuráðnum í Havn á odda stig til at heita á kirkjumyndugleikarnar um at endurreisa biskupsdømið.
Henda áheitan vann ikki frama, men í 1960 hittust føroysku prestarnir á prestafundi í Havn og orðaðu eina áheitan á kirkjumyndugleikarnar um at endurreisa biskupsdømi Føroya ella at seta ein varabiskup undir Keypmannahavnar biskupsdømi. Bert tveir prestar tóku ikki undir við hesari áheitan.
Tað tók kirkjumálaráðnum í Keypmannahavn sløk trý ár at avgreiða hetta málið og gekk loksins við til at seta varabiskup í Føroyum. Síðan biskupsdømið varð niðurlagt høvdu Føroyar verið próstadømi. Men Føroya próstur hevði nógv størri heimildir enn aðrir próstar í danska kongaríkinum; heimildir á jøvnum føti við biskuparnar; munurin var bert ordinatiónsrætturin – t.e. at víga prestar til tænastu sína.
Tað var við ársbyrjan 1963 – so statt fyri snøggum fimmti árum síðan – at spurningurin um varabiskup í Føroyum varð avgreiddur og lógin varð samtykt í danska fólkatinginum. Kirkjan var danskur stovnur og ikki yvirtikin og løgd undir heimastýrið fyrr enn 2007. Allir flokkar stuðlaðu uppskotinum.
Avgjørt varð eisini, at próstaembætið skuldi niðurleggjast og Føroya próstur, Jákup Joensen, taka við starvinum sum Føroya fyrsti varabiskupur.
Embætið varð so statt ikki lýst leyst at søkja fyrr enn Jákup Joensen legði frá sær fyri aldur í 1972 og sóknarpresturin í Suðuroyar norðara prestagjaldi, Ejvind Vilhelm, varð innstillaður sum nr. 1 av føroysku kirkjuliðráðunum og settur av kirkjumálaráðnum. Hann tók við embætinum í 1973.
Heimildir sum erkibiskupur
Framsøgumaður hjá Javnaðarflokkinum (socialdemokratunum) í Fólkatinginum var føroyski fólkatingsmaðurin Johan Nielsen, sum tá eisini var sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi. Hin føroyski fólkatingsmaðurin var Johan M. Fr. Poulsen, valdur fyri Sambandsflokkin og umboðandi Vinstra í Fólkatinginum.
Kristeligt Dagblad endurgevur brot úr orðaskiftinum í Fólkatinginum um varabiskupsembætið í Føroyum; ikki minst tað, sum Johan Nielsen, bæði sum prestur og søgufróður maður, visti at siga frá kirkjuligum viðurskiftum millum Føroya og Danmarkar, og teimum umstøðum, sum seinastu árini høvdu birt undir ynski millum føroyska kirkjusavnaðin um aftur at fáa biskup, og sum nú hevði havt við sær lógaruppskot um varabiskup í Føroyum.
Johan Nielsen segði seg hava hitt fólk, ið høvdu spurt hann um, hvat 35.000 fólk í Føroyum (1963) skuldu hava ein biskup til. Ikki størri íbúgvatal enn ein fittlig donsk landsbygd.
Hann segði so frá søguni, at í 406 ár hevði Føroya próstur havt biskupsmyndugleika, sum eisini innsigli hansara SIGILLUM PRÆPOSITI • OLIM EPISCOPI FÆROENSIS bendi á (t.e.: innsigli prósts – áður Føroya biskups). Munurin var, sum nevnt, bert tann, at prósturin í Føroyum kundi ikki útinna prestavígslu.
»Ja, í ávísum førum hevur prósturin í Føroyum havt størri myndugleika enn biskuparnir í Danmark, tí at hann uttan kongligt loyvi hevur vígt kirkjur.«
Hetta loyvi skuldu biskupar í Danmark hava, og tað var landafrøðiliga støða Føroya, ið hevði við sær hesa standandi heimild hjá próstinum her.
Johan Nielsen helt hetta tí vera góða grund til, at embætið varð skipað um sum varabiskupsdømi. Og so legði hann aftrat:
»Skal oddamaðurin í Føroya kirkju – prósturin – hava heiti, ið samsvarar embætisheimildum hansara, so er heitið varabiskupur ikki nøktandi, ikki heldur biskupur, men erkibiskupur.«
Átti at sloppið undan sóknarprestaskylduni
Johan Nielsen var fegin um, at ein nú var komin so langt, at eitt lógaruppskot lá á borðinum og varð viðgjørt í Fólkatinginum við vælvild frá øllum pørtum.
Tó var eitt, sum honum ikki hóvaði í uppskotinum, og tað var, at kirkjumálaráðhirjan, Bodil Koch, hevði hildið tað ikki vera nóg mikið hjá varabiskupinum einans at sita í hesum embæti, men eisini skuldi vera sóknarprestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi.
»Varabiskupurin kundi, um hann hevði alla sína tíð at verið biskupur í, vitjað prestarnar, sum uttan iva høvdu eitt viðtal fyri neyðini eins og fingið gagn av góðum ráðum og kveiking í sínum arbeiði. Ja, og hann kundi prædikað fyri kirkjufólkinum í øllum prestagjaldum, sum annars noyðast at hoyra sama prest ár undan ári.«
Johan Nielsen rósti annars partakonu sínari, Bodil Koch, fyri at hava høgt á henda knútin og loyst hann.
Týdningarmikið at varðveita felagsskapin
Framsøgumaður hjá Vinstra var Johan M. Fr. Poulsen. Eisini hann var fegin um og nøgdur við hesa nýggju lóg. Hann var tó ikki í øllum lutum samdur við Johan Nielsen. Honum dámdi væl, at varabiskupurin eisini skuldi vera sóknarprestur í Suðurstreymoy.
Johan M. Fr. Poulsen vísti á, at tá kirkjuráðini ikki vórðu spurd um henda spurning, komst tað av, at tey bert vórðu spurd um varabiskup ella ikki, og ikki um hvønn myndugleika, varabiskupurin skuldi hava.
»Hesin myndugleiki verður nú lógarfestur, og er at kalla tann sami, sum prósturin hevur havt,« segði Johan M. Fr. Poulsen.
Framsøgumaður vinstrafloksins helt tað hava stóran týdning, at lógaruppskotið tryggjaði framhaldandi felagsskapin millum kirkjuna í Føroyum og Keypnannahavnar biskupsdømi (síðan 1923; áður Sælands biskupsdømi og Bergens biskupsdømi) og at Keypmannahavnar biskupur enn var Føroya biskupur. Hetta segði hann seg vera fegnan um og segði tað vera eftirynskjandi, at Keypmannahavnar biskupur oftari enn higartil vitjaði Føroyar.
Her kann tilskilast, at Harald Ostenfeld sum Sælands biskupur vitjaði í Føroyum í 1912 og aftur 20 ár seinni sum Keypmannahavnar biskupur. Undan honum hevði, tað vit vita, eingin biskupur sett fótin á land her síðan Jens Gregersen Riber fór úr embæti í 1557. H. Fuglsang-Damgaard, Keypmannahavnar biskupur, var í Føroyum í 1939 og vígdi Vágs kirkju. Átjan ár seinni var hann aftur og vígdi kirkjuna og skúlan á Leiti í Suðuroy.
Johan M. Fr. Poulsen helt tað hava stóran týdning fyri kirkjufólkið í Føroyum framvegis at hava felagsskap við kirkjufólkið í Danmark:
»So lítið samfelag sum tað føroyska hevur lítlar og ongar møguleikar fyri andligari menning og endurnýggjan, um tað verður avbyrgt,« segði hann.
»Pastor Nielsens åndelige fantasi«
Bodil Koch, kirkjumálaráðhirja, takkaði fyri ta góðu móttøku, uppskotið hevði fingið.
Við partamann sín, Johan Nielsen, segði hon, at hon avgjørt hevði hildið øll vera samd um, at tað var ov lítið hjá einum manni einans at vera varabiskupur. Hon svaraði honum undir málsviðgerðini í Fólkatinginum við m.a. hesum orðum:
»Det kan kun være i pastor Nielsens stærke åndelige fantasi, at man kan se en vicebiskop på stadig rejse mellem bølgerne hele året.«
Um ráð og kveiking, slíkar vitjanir kundu veita, helt Bodil Koch, at leikfólkið ivaleyst eisini kundi vera prestunum hugvekjandi.
Bodil Koch takkaði Johan M. Fr. Poulsen fyri so dyggiliga at hava lagt dent á felagsskapin við donsku kirkjuna. Tað hevði verið donsku kirkjuni stórur missur, um hesin felagsskapur varð slitin.
*
Nú fimmti ár eru liðin fara vit í næstum at greiða gjøllari frá tilgongdini í varabiskupsmálinum, týdninginum av sjálvum embætinum og tí manni, ið fyrstur tók við hesum embæti.
Føroya próstur Jákup Joensen (1902-1975) varð settur í embætið sum varabiskupur í Føroyum 1. juni 1963, varð biskupsvígdur í Frúu Kirkju í Keypmannahavn 16. juni s.á. og settur í embætið í Havnar Kirkju 6. juli. Keypmannahavnar biskupur W. Westergaard-Madsen vígdi og innsetti. Fríðrikur kongur IX las kallsbrævið í Havnar kirkju.
Dagin eftir – sunnudagin 7. juli – varð Christianskirkjan í Klaksvík vígd. Tá helt Jákup Joensen sína fyrstu prædiku sum biskupur. Og hetta var júst í egnu heimbygd hansara.
Sí myndir
Onnur tíðindi