Skriva út
Hamferð í Havnar Kirkju
04.12.2012 Tíðindi
Nýbrot verður gjørt í føroyskari tónleikasøgu, tá tungmálmsbólkurin Hamferð tann 18. januar komandi ár fer at framføra sín hugvekjandi og sorgarbundna tónleik í dómkirkjuni í Tórshavn, Havnar Kirkja.
Hamferð spælur tungan, seinan og melodiøsan málm, og innihaldsliga hevur hann djúpar røtur í tí føroyska, bæði søguliga og í sinnalagi. Í framførsluni hjá bólkinum er millum annað ein lýsing av søguliga sambandinum millum føroyingin og tað kristiliga, til dømis við síni kendu tulking av sálminum "Harra Guð, títt dýra navn og æra". Samstundis hevur kirkjan ígjøgnum fleiri hundrað ár verið miðsavnari og samkomustað fyri bygdir og oyggjar í Føroyum og hevur tí havt stóran týdning fyri føroyskt samanhald, bæði í gleði og sorg. Av hesum er Havnar Kirkja, sum er ein av elstu kirkjunum í Føroyum, ein sera hóskandi karmur um hetta tiltak. At ein tungmálmskonsert verður hildin í einari kirkju í Føroyum er higartil eitt eindømi.
Konsertin í Havnar Kirkju verður allarhelst einasta konsertin hjá Hamferð í Føroyum í vetur og er samstundis fyrstu ferð, at Hamferð trínur á pall í Føroyum, síðan bólkurin vann altjóða tónleikakappingina Wacken Metal Battle 2012. Tiltakið er ókeypis, og lýst verður seinni, hvar atgongumerki verða at fáa.
Theodor Kapnas
Sí fleiri myndir
Onnur tíðindi