Skriva út
Halgimenni sum veðurmerki
27.06.2018 Tíðindi
Mánadagin 2. juli er syftunsøkudagur, nevndur eftir enska biskupinum í Winchester, Swithun, sum seinni varð skírdur halgimenni. Sum veðrið er henda dagin verður tað fjøruti dagar frameftir, gott ella ringt. Gomlu forfedrar okkara høvdu henda dagin sum veðurmerki at spáa eftir. Men sum tey gomlu eisini søgdu: »Menniskju spáa, Gud man ráða«
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Syftun halgi (Swithun, Swithin, lat: Svithunus) var borin í heim um ár 800 í Wessex (ríki vestursaksa) í Onglandi. Ikki er tað nógv, vit vita um ævi Syftunar, tí teir, sum skrivaðu ævisøguna, festu hana ikki á blað fyrr enn langt eftir deyða hansara. Og fáar eru upplýsingarnar í samtíðar skjølum. Øðrum miðaldar halgimennum líkt spruttu seinni fram mangar frómar halgisøgur um hann.
Lærdóm sín í gudfrøði fekk Syftun í Old Minster í Winchester, meginbýnum í Wessex. Páhald eru um, at hann gjørdist benediktinarmunkur og abbati í Winchester, men prógv eru eingi fyri hesum. Hann varð prestvígdur og Egbert kongur í Wessex kjósaði hann til sín egna kapellán og ein av næstu ráðgevarum sínum.
Aðalráðgevi kongs var Ealstan úr Sherborne, men Syftun varð ráðgevari í kirkjumálum – kirkjumálaráðharri, kunnu vit kanska siga. Hann var høgt í metum og fekk litið í hendi at ala upp krúnprinsin Ethelwulf, ið seinni var kongur í Wessex. Hann skrivar sum vitni undir eitt kongligt ognarbræv, givið kleystrinum í Croyland í 833.
Í 852 doyr Helmstan biskupur í Winchester og Ethelwulf kongur útnevnir Syftun sum eftirmann hansara – í einum tí mest týðandi embætinum í angulsaksisku kirkjuni, næst eftir erkabiskupin í Canterbury. Biskupsvígdur varð hann 30. oktober 852 av Ceolnoth erkabiskupi í Canterbury. Syftum var kendur fyri lítillátni, eyðmýkd og næstakærleika og veitti mongum fátækum og armum hjálp. Hann læt byggja fleiri kirkjur í biskupsdømi sínum.
Tey tíggju árini, Syftun var biskupur, styrkti Wessex støðu sína sum hitt mætasta kongsdømið í angulsaksiska Onglandi. Men víkingar lupu á og gjørdu mikið herverk. Tað var tí ikki uttan grund, at ein av mest lisnu kirkjubønunum í 800-árunum var: »A furore normanorum, libera nos Domine« (»bjarga okkum, Harri, frá reiði norðmanna«).
Mikil heilsubótarmaður
Syftun doyði 2. juli 862, dagurin, ið vit halda sum syftunsøku. Men hann varð ikki grivin inni í dómkirkjuni, sum siður var fyri biskupar. Á deyðastrá bað hann um at vera grivin í kirkjugarðinum beint uttan fyri høvuðsgrindina til Old Minster, »har fólk kundu feta um grøvina og fáa takdropar í andlitið,« sum William munkur í Malmesbury (d. 1143) málber seg.
Í 964 tók Ethelwold halgi (d. 984) við sum biskupur í Winchester og stovnaði fyrstu kleysturkirkjuna við benediktinarmunkum í dómkapitli sínum. Hann fekk í lag at flyta bein Syftuns úr kirkjugarðinum inn í dómkirkjuna. Dagurin var ásettur til 15. juli 971, men varð útsettur orsakað av áhaldandi glopraregni. Og tað verður roknað sum tekin um tann mátt og tað vald, Syftun í grøvini hevði á veðrinum og tessvegna kosin sum halgimenni fyri veðurlíkindum. Sum veðrið er á syftunsøku, sigst tað at vera fjøruti dagar fram.
Heilsubót fingu mong sjúk og illa fyrikomin á framflytingardegi Syftuns sum halgimenni. Og hann fekk mikið ágiti sum heilsubøtari. Kosin halgimenni varð hann á almennum hátíðarhaldi uttan pávaliga ávirkan. Hetta var áðrenn pávin fekk einarætt at kjósa halgimenni.
Vælumtókt pílagrímsmál
Framflytingin var liður í umfatandi kirkjuligum byggivirksemi. Gamla dómkirkjan varð longd vestureftir. Og yvir gomlu grøv Syftuns varð lítil kirkja bygd við tvørskipi bæði á suður- og norðursíðu.
Ein nýggj framflyting hevði í 974 við sær, at halgu bein Syftuns vórðu skild sundur og løgd í tvey skrín. Annað á háaltarinum, hitt í skrúðrúminum (sakrestiinum). Seinna skrínið goymdi høvur Syftuns.
Í 1005 gjørdist halgi biskupurin Alpheghus úr Winchester erkabiskupur í Canterbury. Tað var hann, sum í 994 doypti Ólav kong Trygvason. Við sær til erkabiskupssetrið tók hann skrínið við høvdi Syftuns.
Í 1066 gjørdu normannar innrás í Onglandi (The Norman Conquest). Vilhjálmur hertakarin setti bróðurson sín Walkelin sum nýggjan biskup í Winchester og hann fór alt fyri eitt undir at byggja nýggja dómkirkju í normannisk-gotiskum stíli. Hagar vórðu bein Syftuns flutt í 1093. Gamla dómkirkjan varð rivin niður og angulsaksisku benediktinarmunkarnir riknir burtur. Ístaðin varð tað tann normanniska benedektinar munkaskipanin, ið gjørdi tænastu í dómkirkjuni.
Í 1207 varð farið undir at útbyggja dómkirkjuna, og halgigripir Syftuns vórðu lagdir í eitt nýtt, sera vakurt skrýtt halgiskrín. Í miðøldini var skrínið eitt sera vælumtókt pílagrímsmál. Bæði úr Onglandi og londum í Europa vitjaðu hópatals pílagrímar bæði Winchester og Canterbury, har eisini halgi Thomas Becket var grivin.
Seksti syftunskirkjur í Onglandi
Undir trúbótini í 1538 varð herverk gjørt á halgiskrínið, men bein Syftuns sigast tó at vera grivin undir tí. Tann skaða, sum Heindrikur kongur VIII ikki gjørdi, hann framdu trúgvu tegnar Cromwells undir borgarakrígnum miðskeiðis í 1600-árunum. Skrínið varð umvælt í 1962. Dómkirkjan í Winchester var frá fyrstu framflytingini til herverkið á skrínið vígd Syftuni.
Mikið hevur Syftun verið tilbiðin og í Onglandi eru um 60 miðaldarkirkjur vígdar honum. Í sambandi pátrúnna um veðrið á syftunsøku, soleiðis sum tað er henda dag, skal tað verða liggjandi í fjøruti dagar, er eitt ørindi á enskum:
In this month is St. Swithuns day
on which if that rain they say
full fourty days after it will
more or less rain.
Í hesum mánaði er syftunsøkudagur
á honum siga teir, um tað verður regn
fer tað at regna í fullar fjøruti dagar
meira ella minni.
Tílík veðurtekin eru eisini knýtt at øðrum halgimennum aðrastaðni, t.d. í Fraklandi 8. juni – vøkan fyri halgu Gervasius og Protasius.
Verndarhalgimenni Stavangers
Ein av normannisku benediktinarmunkunum í Winchester var Reinaldur, sum í 1125 fór um Norðsjógvin til Noregs og grundaði biskupsdømi Stavangers. Reinaldur hevði við sær arm Syftuns, men semja hevur ikki verið um, um hann hevði fingið loyvi til tess áðrenn hann fór avstað. Hann er fyrsti biskupur í Stavanger og læt byggja dómkirkjuna har.
Men Reinaldur var í uppisetri við pengum. Beint tá vendi Sigurð kongur Jorsalafari (1103-30) sær til hansara, ikki við peningaligum stuðuli, men við bøn um at fáa hann at gifta seg. Reinaldur biskupur sýtti fyri at ógilda fyrra hjúnalag kongs. Kongur segði seg tá sinnaðan at játta byggingini av dómkirkjuni pengar, um biskupur afturfyri játtaði honum giftarmál. Hesum tilboði kundi Reinaldur ikki vísa aftur.
Dómkirkjan í Stavanger er vígd Syftuni, og armur hansara varð lagdur í skrín á háaltari kirkjunnar. Har varð skrínið verandi til eftir trúbótina. Hann var eisini verndarhalgimenni hjá Stavanger. Bæði í Onglandi og í Noregi hvurvu halgimennini so líðandi úr kirkjulívi fólksins, men minnið um Sankta Syftun livir kortini. Í Føroyum hava vit syftunsøkugras, bæði eingjarsyftunsøkugras og knæboygt syftunsøkugras; tað fyrra stórvaksið, upprætt gras, seinna við krúpandi leggjum.
Stavanger verður nevndur Býur Sankta Syftuns. Har er Skt. Syftuns Skúli, Syftunsøkubakki og Syftunsøkuvegur. 2. juli er eins og í Føroyum syftunsøka í Noregi. Í katólsku kirkjuni verður 15. juli hildin sum minningardagur, tí hetta er framflytingardagur Syftuns.
Seinni í tíðini eru gomlu kirkjuligu bondini millum Stavanger og Winchester knýtt av nýggjum. Tá bæði Stavanger býur og dómkirkjan høvdu 850 ára grundardag, vitjaðu bæði biskupurin og dómprósturin í Winchester.
Onnur tíðindi