Skriva út

Halgimenni hjá garvarum og skómakarum

20.08.2018 Tíðindi
Halgimenni hjá garvarum og skómakarum

Sambært halgisøgum varð Sankta Bartolomeus húðflettur livandi og síðan hálshøgdur (ella krossfestur). Hann var ein av teim tólv lærusveinum Jesusar. Bartalsmessa er 24. august.

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com


Fríggjadagin 24. august er bartalsmessa. Dagurin verður eisini nevndur bartalsøka, og verður hildin til minnis um lærusveinin Bartolomeus.

Vanligt er at seta vøku- og messudagar í samband við yrki og hendingar, men hjá okkum hevur hann verið goymdur sum minni um eitt løgtingsval fyri 75 árum síðan; tað sonevnda bartalsmessuvalið, tá Fólkaflokkurin gjørdi eitt satt skarvslop og økti um tingmannatalið frá seks upp í tólv tingmenn, og vantaði bert ein í at hava reinan meirluta.

Tað eru tó ikki hendingar í politiska umhvørvinum, vit á hesum palli skulu umrøða, men siga frá tí manni, vit kirkjuliga seta í samband við dagin 24. august, lærusveinin Bartolomeus. Hann var føddur tíðliga í fyrstu øld í Kana í Galilea. Annað enn at hann við vissu var ein av tólv lærusveinum Jesu vita vit ikki.

Hann verður bara nevndur í ápostlayvirlitinum í Nýggja Testamenti (Matt. 10,3; Mark, 3,18; Luk. 6,14; Áps. 1,13), og har stendur ikki annað enn navnið á arameiskum: »Bar Tolmai«, sonur Tolmai (pløgaran), t.e. ættarnavn eftir yrki faðirsins.

Kirkjusøgumenn hava síðan 800-árini staðið fast við, at Bartolomeus er tann sami sum fiskimaðurin Natanael í Kana í Galilea, sum Jesus í Jóhannesarevangeliinum nevnir »ísraelsmann, sum ikki svik er í« (Jóhs. 1,45-50).

At hetta eru somu menninir – Natanael og Bartolomeus – kemur av, at Bartolomeus ikki er eitt persónsnavn, men at hann er sonur Tolmai ella Ptolmeusar. Hetta sama síggja vit, tá Pætur ápostul verður nevndur Símun Bar-Jona (Jóhannesarson).

Gjørdi undurverk
Sambært halgisøgum boðaði Bartolomeus evangeliið um Jesus Kristus í India, Mesopotamia, Partia (Norðurpersia), Lýgia og Armenia. Staðlýsingin verður eitt sindur fløkt av, at navnið India sum best ber til verður nýtt um víðu landaøkini eystan og sunnan fyri Miðjarðarhav.

Kendi kirkjusøgumaðurin Eusebius úr Kesarea (uml. 260-340) sigur, at tá tann heilagi Pantenus kom til India fyrst í 200-árunum, fann hann fleiri kristnar samkomur, sum Bartolomeus hevði stovnað. Hann fann tá eisini avrit av Matteusarevangeliinum, og hann helt, at eingin annar enn Bartolomeus kundi havt borið tað hagar.

Í Martyrologium Romanum verður sagt, at Bartolomeus prædikaði í India og Armenia, meðan Rufinus sigur hann hava verið í Etiopia og Arabia.

Halgisøgurnar siga, at Bartolomeus gjørdi undurverk, lekti bæði likamliga sjúk og sálarliga sjúk fólk, m.a. at hava rikið út illan anda úr dóttur Polimusar kongs í Armenia. Hetta hevði við sær, at Polimus kongur og alt húski hansara tók við kristnari trúgv.

Heidnu prestarnir østu brøður kongsins upp ímóti Bartolomeusi. Heidni kongurin Astyages tók hann til fanga og dømdi hann »persiska deyðarevsing«, tað er siga, livandi húðflettur og síðan hálshøgdur (summar søgur siga, at hann varð krossfestur).

Hetta skal hava farið fram í Derbent á vesturstrondini á Kaspiahavi, meðan aðrar keldur nevna Sýria ella Albanopolis í Armenia.

Ein onnur eysturlendsk halgisøga sigur, at Bartolomeus í Hierapolis í Frýgia møtti læriusveininum Filipi úr Betsaida í Galilea, og at hann haðan helt leiðina til Lýgia. Grikski kirkjufaðirin Jóhannes Krysostomos (347-407) sigur, at Bartolomeus har lærdi fólkið kristindómin.

Sonevnda »Bartolomeusar evangeliið« er ápokrýfa og vrakað í Decretum Gelasianum (fyriskipan, staðfest av Gelasiusi páva I). Onnur ikki viðurkend rit eftir Bartolomeus eru »Spurningar Bartolomeusar«, »Bókin um uppreisn Jesus Krists« og pínslaváttarfrásøgur, ið hann sigst hava skrivað.

Avmyndaður í Kirkjubø og Skálavík
Bartalsmessa hevur verið hildin síðan miðskeiðis í 9. øld. Halgisøgurnar um hann eru mangar. Og har, sum hann er avmyndaður, sæst hann í høgru hond halda knívinum, hann varð flettur við. Í vinstru hevur hann eina bók, Matteusarevangeliið, siga summi.

Í verki Michelangelosar: »Dómadagur« í Sixtinska kapellinum, heldur Bartolomeus á húð sínari, har andlitsholdið hevur síni serstøku yvirbrøgd. Í træskurði á stólarvanga úr Kirkjubøar kirkju er hann myndaður við knívi í hendi. Sama er í træskurði eftir Trónd á Trøð í Skálavíkar kirkju.

Halgu, jarðisku leivdir Bartolomeusar sigast hava havt eina meira flakkandi tilveru enn lærusveinurin sjálvur. Í 500-árunum vórðu beinknotur hansara fluttar til oynna Lipari norðan fyri Sisilia. Í 800-árunum vórðu tær fluttar til Benevento, tá sarasenar gjørdu innrás í oynni (sarasenar var í miðøld heitið á muslimum; tað hevur helst uppruna úr arabiskum: »fólk úr eystri«).

Í 983 læt týsk-rómverski keisarin Otto II bein Bartolomeusar flyta í klostur, hann hevði latið byggja á Tiberoynni í Rómaborg, har tey framvegis eru í kirkjuni San Bartolomeo dell’Isola. Oyggin varð eisini nevnd eftir ápostlinum Isola di San Bartolomeo. Høvuðskalli hansara hevur síðan 1238 verið í St. Bartholomäus-Dom í Frankfurt am Main.

Bartolomeus er verndarhalgimenni hjá Frankfurt. Annan armin av honum læt Emma drotning, kona Knút danakongs mæta, Canterbury dómkirkjuni í 1000-árunum.

Ikki óvæntað er Bartolomeus kosin verndarhalgimenni hjá handverkarum, sum fáast við skinn og leður – skómakarar, bókbindarar og garvarar. Eisini sigst hann vera góður at heita á fyri sinadrátt, hábrøgd, piprilsi ella nervasjúkur av ymsum slag.

Navn Bartolomeusar er eisini kent frá teirri í søguni tiltiknu bartalsmessunáttini 24. august 1572, tá 20.000 protestantiskir hugenottar vórðu myrdir í Fraklandi. Hetta blóðbað varð framt eftir boðum frá Katarinu drotning av Medici.

(mynd)

Bartolomeus avmyndaður í stólarvanga úr Kirkjubøar kirkju.