Skriva út

Gunnar K. Nattestad aðalskrivari í Bíbliufelagnum

20.08.2016 Tíðindi
Gunnar K. Nattestad aðalskrivari í Bíbliufelagnum

Stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum setti týsdag 16. august, Gunnar K. Nattestad í starv sum aðalskrivara í felagnum. Ásbjørn Jacobsen, sum var aðalskrivari, gavst í mai, og síðan hevur verið arbeitt við at finna skrivara í hansara stað.

Gunnar K. Nattestad er 45 ára gamal, er uppvaksin í Miðvági og býr í Sandavági. Konan eitur Helga Nordendal og hava tey 4 børn. Gunnar er útbúgvin Cand. Merc í International Business í 2005, og hevur hann m.a. arbeitt í BankNordik og hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Umframt arbeiðsroyndir hevur Gunnar sitið í nevndum og tikið virknan lut í andaligum arbeiði her á landi og uttanlands í fleiri ár.

Gunnar byrjar í starvi sínum 1. september í ár, og longu í vikuni hevur hann heilsað uppá og verið saman við norðurlendsku starvsfeløgum sínum. Føroyska Bíbliufelagið skipaði í vikuni fyri sínum fyrsta norðurlendska fundi, har aðalskrivararnir í Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi vitjaðu.

Stýrið í Bíbliufelagnum er sera fegið um at hava fingið Gunnar í starv og ynskir honum blíðan byr og Guds signing.

Stýrið telur 11 limir, sum umboða Fólkakirkjuna, fólkakirkjuligar rørslur og fríkirkjur og samkomur her á landi. Limirnir eru: Jógvan Fríðriksson, forseti, Bergur D. Joensen, formaður, Dánial á Dul Jacobsen, næstformaður, Uni Næs, Jenny Lydersen, Ole Jakob Nielsen, Øssur Kjølbro, Atli Rasmussen, Pauli Høj, Annelisa Rasmussen og Tummas Lauritsen.

Vegna stýrið,

Bergur D. Joensen,
formaður