Skriva út
Gulløldin skyggir í Oyndarfirði
03.09.2013 Tíðindi
Kendi danski listamálarin C. W. Eckersberg hevur málað altartalvuna í Oyndarfjarðar kirkju, sum ímyndar Jesus í Getsemane. Eckersberg telist millum sonevndu »gullaldarmálararnar« í Danmark. Eitt gullaldarverk í føroyskari kirkjusókn, sum fyri 175 árum síðan hevði hundrað ríkisdálar at keypa tað fyri
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Kirkjan í Oyndarfirði er vígd 2. september 1838 og er so statt 175 ár. Hon er ein av gomlu trækirkjunum í Føroyum. Men í mun til hinar er hon hvítmálað og hevur grøn vindeygu. Hinar eru tjørubræddar við hvítum vindeygum. Hesar kirkjur eru taktar við flag, uttan Nes kirkja, sum er takt við fløgusteini.
Hesar kirkjur eru hugnaligar og goyma minnið um eitt serstakt tíðarskeið í føroyskari byggisøgu, har gamla føroyska húsasmíðið er varðveitt. Tær hava sjáldsaman kórvegg. Teir flestu rimaðir við ymsum skreyti skornum í. Onkur hevur snældur. Tær eru níggju í tali. Elst er Hvalvíkar kirkja, vígd í 1829, yngst er Porkeris kirkja, vígd í 1847.
Hesar kirkjurnar goyma allar dýrabarar lutir. Onkur hevur verið í kirkjum, sum hava staðið á grundini undan. Tað veri seg stakar, skírnarføt o.a. Men Oyndarfjarðar kirkja eigur gersemi, sum ber av øllum. Ein altarmálning eftir kenda danska listamannin Christopher Wilhelm Eckersberg (1783-1853).
C. W. Eckersberg skapaði list tá tjóðskaparromantikkin var í hæddini. Í teirri sokallaðu mentanarligu uppgongutíðini í Danmark – Gulløldini við Adam Oehlenschläger sum skaldakongi. Og sjálvur verður Eckersberg roknaður sum gullaldarmálari. Hann var kunnigur við øll sløg av myndevnum, men gjørdist mest kendur fyri málningar av landsløgum og skipum. Men eisini andlitismyndir av mongum kendum fólkum, m.a. Bertel Thorvaldsen, myndahøggara. Og hann málaði eisini myndir av ástarbrøgdum – um enn kanska í tí dulda fyri ikki at verða lagdur undir blygdanarskemd.
Síðan eru tað bíbilskar myndir sum hesin altarmálningurin í Oyndarfjarðar kirkju, sum lýsir Jesus í Getsemane-urtagarðinum beint áðrenn hann fór líðingarvegin og varð krossfestur á Golgata.
Hvør fjalir seg handan E?
Men hvussu ber tað til, at ein so mætur og vælútbúgvin listamaður sum Eckersberg kom at mála altartalvuna til kirkju í lítlari føroyskari bygd? Vit hava ymiskar heimildir at troyta – bæði skriftligar og munnligar.
Í 52. bindi av Varðanum hevur Tóra Dahl Sandberg í 1985 fródliga grein um Eckersberg, har altartalvan í Oyndarfirði verður umrødd. Í bókarøðini hjá J. P. Gregoriussen um kirkjurnar í Føroyum, skrivar Jóannes Dalsgaard, fyrrverandi landsskjalavørður, eina heildargrein um Oyndarfjarðar kirkju í tí partinum, sum umrøður gomlu trækirkjurnar.
Vit gloppa hurðina innar í hesar goymslur, men skulu beinanvegin gera greitt, at vit mest fara at søpla burtur úr goymslum um sjálvan Eckersberg og altarmálningin í Oyndarfirði og hvussu tað kom í lag, at hann kom higar.
Í Oyndarfirði sigur Tóra Dahl Sandberg seg hava hoyrt, at tað vóru bøndur í sóknini, sum góvu altartalvuna, og presturin á Nesi, sum tá var Garde (eisini Føroya próstur), setti seg í samband við Eckersberg og bað hann mála altartalvuna. Men í bókaverkinum Trap: Færøerne (1968) verður nevnt, at deknurin Pól í Tarti í Oyndarfirði hevur latið altartalvuna. Har verður einki tilskilað, hvør ið málað hevur. Sagt verður tó frá, nær altartalvan er málað, at myndevnið er Jesus í Getsemane og bókstavurin E er settur sum frámerki.
At Eckersberg er listamaðurin, er prógv fingið um, tí í dagbók hansara er 14. august 1840 skrivað, at hann fær 100 ríkisdálar fyri altartalvuna til kirkjuna í Oyndarfirði.
Okkurt bendir á, at fólk í mong ár ikki hava vitað, at tað var Eckersberg, sum hevði málað altartalvuna. Men hvussu er og ikki, so er altartalvan sjáldsama vøkur. Og fólk í Oyndarfirði hava verið ógvuliga fegin um hana.
Eckersberg fær bílegging úr Føroyum
Umframt altartalvuna í Oyndarfirði hevur Eckersberg málað altartalvurnar eitt nú í Sem í Noregi 1814, í Skævinge 1822 og í Frederiksberg kirkju 1841. Einar fjøruti altartalvur tilsamans málaði hann.
Jóannes Dalsgaard, fyrrv. landsskjalavørður, sigur, at søgan um altartalvuna í Oyndarfirði byrjar við, at læknin Vithusen er á sjúkravitjan í prestagarðinum á Nesi, har ein húskallur hjá presti er sjúkur. Vithusen og Garde, ið nú er vorðin próstur, eru vinmenn, og teir hava ein triðja vinmann, Kaarsberg prest í Norðoyum (1834-1839). Tann 19. juni 1839 skrivar Vithusen til Kaarsberg, ið um hetta mundið er staddur í Danmark, at meðan læknin hevur vitjað á Nesi, hevur Garde gramt seg um, at hann hevði gloymt at nevna eitt týðandi mál í sínum síðsta brævi til Kaarsberg, og – skrivar Vithusen víðari til Kaarsberg – hevði Garde tí biðið seg nevna hetta, um Vithusen fór at skriva.
Sakin var tann, at »Beboerne af Andefjord ønske en Altertavle til deres Kirke; de have sammenskudt 100 Rbd., hvilket skulde blive Prisen for samme, og saa mener Garde, at Kirken bør betale Rammen. Voila! Ma commission! De har Fuldmagten til at contrahere.«
Tann 27. juli sama ár skrivar Garde, próstur, til Kaarsberg soleiðis: »I mit forrige Brev glemte jeg at bede Dem at skaffe mig en Altertavle til Andefjord Kirke, men bad derimod vor Ven Doctoren at gjøre dette, da han endnu ikke havde endt sit Brev til Dem. Jeg haaber, at De vilde fortryde paa denne Commission, da jeg vidste at De havde Kjendskab til Malere, eller at De i det mindste havde Interesse for saadanne Ting. Jeg ser af et Brev, som jeg i dette Øieblik har faaet fra Doctoren, at han heller ikke har glemt det, da de spørger ham, hvor stor Altertavlen skulde være. Jeg kan i denne henseende ikke foreskrive Dem noget bestemt Maal, men maa overlade det til Deres eget Skjønnende. Kirken er omtrent af samme Bredde som Waai Kirke og af sædvanlig Højde uden Loft, saa jeg formoder, at 5 Quarter i Qvadrat vilde omtrent være passende, dog skal De her have frie Hænder. Kun Betalingen maa jeg bestemme: Maleriet maa ikke overskride 100 Rbd., da kun saa meget er mig beskikket af Kirkeværgerne, og Kirken selv er i Gjæld, kan kun bekoste Rammen.«
Tað, sum síðan hendir, er at tann 28. august 1838 koma tveir mans at vitja Eckersberg í Keypmannahavn. Menninir eru Friedenreich, professari, í nøkrum skjølum nevndur oberstloytnantur, og Heidemann, kapteynur, og ørindi teirra eru at bíleggja eina altartalvu til eina kirkju í Eysturoy í Føroyum.
Gott samband við listafólk í Keypmannahavn
Sum støði undir umrøðuni av altartalvuni í Oyndarfjarðar kirkju, nýtir Jóannes Dalsgaard m.a. heimildartilfar frá Freydis Poulsen, lærara, Klaksvík, og Petur Andrew Petersen, presti, Keypmannahavn.
Av dagbókunum hjá Eckersberg sæst, at hann fer undir altartalvuna 12. februar 1840 og listaverkið er liðugt 27. mars sama ár. 14. august 1840 kemur Friedenreich eftir talvuni og rindar listamanninum 100 Rbd. fyri listaverkið, sum dagbók Eckersbergs sigur frá hendan dag: »Besøg af Prof. Friedenreich, som bragte Betaling 100 Rbd. for Altertavlen, Christus i Getsemane, til Østerø Kirke paa Færøe.«
Leggjast skal aftrat, at Eckersberg eisini hevur málað rammuna um altartalvuna.
Orsøkin til, at Friedenreich hevur tikið á seg uppgávuna at útvega Oyndarfjarðar kirkju altartalvu, er tann, at Friedenreich og Kaarsberg kennast væl. Kaarsberg gisti hjá Friedenreich, tá hann var í Keypmannahavn.
Av skjølunum á Kgl. Bókasavninum sæst, at Kaarsberg bert dvaldist stutta tíð hjá Friedenreich, áðrenn hann helt leiðina fram – fyrst til Norðursælands og síðan til Jútlands, har hann fekk kall og tískil ikki kom aftur til Føroya. Báðir høvdu teir gott samband við listafólk í Keypmannahavn og er tí ikki løgið, at valið er fallið á Eckersberg.
Spurningurin um, hvør hevur latið altartalvuna, hevur elvt til iva, og ymiskt verður sagt frá hesum. Tað hevur ikki verið gjørligt at koma hesum spurningi nærri.
Tí eru bert orð Gardes í brævinum 19. juni 1839 til Vithusen at halda seg til: »Beboerne af Andefjord ønske en Altertavle til deres Kirke; de have sammenskudt 100 Rbd., hvilket skulle blive Prisen for samme«, og at annar av kirkjuverjunum, Pól í Tarti, hevur borið honum peningin.
Framúrskarandi listaverk
»Hvør tú enn ert, so skoða teir lutir, sum til eru, og tú vilt takka skapara tínum.« Hetta var niðurstøðan, C. W. Eckersberg kom til, tá ið hann á gamalsaldri eftir drúgt starv sum listamaður varð spurdur, hvat ein skuldi gera fyri at kallast rættur listamaður.
Og altartalvan í Oyndarfjarðar kirkju er framúrskarandi listaverk. Eckersberg hevur her avmyndað eina ta daprastu frásøgnina í Nýggja Testamenti – »Kristus í Getsemane«. Ovast í rammuni varð skrivað: Ikke min Villie skee, men Din – í føroyskari týðing: »ikki sum eg vil, men sum tú vilt«.
Evnið er sostatt ikki bert Kristus í Getsemane, men løtan, tá Jesus hevur sagt hesi orð fyri seinastu ferð, beint áðrenn hann fyri triðju ferð aftur fer til teir tríggjar, sum vóru við honum í Getsemane.
Myndin er bygd upp um Kristus, sum er avmyndaður í miðjuni á myndini við einum friðsælum, næstan sigursælum yvirbrá. Tað sæst, at hetta er løtan, tá Jesus er vorðin sáttur við seg sjálvan og við Gud – »hann hevur gjørt av at tøma ta beisku skál«.
Tað mesta av myndini annars liggur í myrkri, men ovast í vinstra horni lýsir fyri degi. Vinstrumegin – sæð frá kirkjuskipinum – og nakað aftan fyri Kristus hómast Pætur, Jákup og Jóhannes í myrkrinum sovandi. Longri afturi høgrumegin, har ein kám glæma lýsir millum trøini, síggjast Judas og ein av sveinunum.
Hetta er ein sterk mynd og stór list. Tað hevur eydnast listamanninum við einfaldum myndamáli at skapa eina mynd, har tann trongd og angist, kvøl og alt tað óhugnaliga og dapra, sum eyðkennir evnið »Kristus í Getsemane« hóast alt víkja fyri boðskapinum um ta livandi vónina.
Kyndilsmessuódn mundi gjørt bart
Onkur hevur havt á orði, at altartalvan í Oyndarfjarðar kirkju einans er eitt kopi, tí at frámerki listamanins – bókstavurin E – er settur í niðara vinstra horn. Vanlig siðvenja hevur verið at seta frámerki í niðara høgra horn. Men listakøn siga við vissu, at talan er um ein upprunamálning og at Eckersberg altíð sum frámerki signeraði málningar sínar í vinstra horni.
Kyndilsmessuódnin 2008 gjørdi nógvan skaða ymsastaðni kring landið. Tá var um reppið, at dýrabara altartalvan í Oyndarfirði eisini fekk banahøgg. Ættin var landnyrðingur, og hon er ábær í Oyndarfirði.
Vindgjósturin í altarvegginum í kirkjuni var so nógvur, at krampar, sum halda altartalvuni fastari, slitnaðu úr. Tað var bara eftir hjá altartalvuni at detta. Hendi tað, so fekk talvan skaða. Síðan vórðu eyka krampar settir í at tryggja ein tann mætasta gripin í gomlu bygdakirkjum okkara.
Sunnudagin 8. september verður 175 ára vígsluhald í Oyndarfirði við hátíðargudstænastu.
Onnur tíðindi