Skriva út
Gudstænastan á ólavsøku 2013
30.04.2013 Tíðindi
Ólavsøkan er tjóðarhátíð Føroya. Úr øllum landinum kemur fjøld av fólki til høvuðsstaðin. Tað er rómur á fólki, gott lag og hugni.
Ólavsøkudag byrjar tingsetan, og Løgtingið kemur saman á fyrsta sinni eftir summarsteðgin. Í sambandi við at Tingið verður sett, ganga løgtingsfólk, embætisfólk og prestar skrúðgongu frá Tinghúsinum oman í Havnar kirkju, ið er dómkirkja Føroya. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan aftur til Tinghúsið, meðan eitt væla kór av sangarum fagnar løtuni.
Skrúðgongan á ólavsøku er tekin um starv og samvinnu millum Løgtingið og kirkjuna, sum í hesum høpi fevnir alla kristnina í Føroyum. Henda gamla siðvenjan staðfestir, at kristindómurin er virðisskapandi og grundarlagið undir tí arbeiði, ið Løgtingið sum lóggevandi myndugleiki fremur.
Tann elsti av teimum ungu prestunum, ið áður ikki hevur prædikað á ólavsøku, prædikar ólavsøkudag. Vit hava í løtuni nógvar ungar prestar, ið ikki hava prædikað á ólavsøku, nú skiftið í prestastættini hevur verið stórt.
Í ár verður tað Hanus á Gørðum, sóknarprestur, ið prædikar. Hanus var prestvígdur í august 2007 og er prestur í Norðoya vestara prestagjaldi.
Kirkjukórið við Christianskirkjuna til guðstænastuna. Kórleiðarar eru Jóhanna og Ólavur Johannessen.
JF
Onnur tíðindi