Skriva út
Gudstænasta í teirri stóru kirkjuhøllini
21.05.2013 Tíðindi
Hugleiðingar í sambandi við útigudstænastuna í Gundadali í Havn 2. hvítusunnudag
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Kring um í Føroyum bera staðarnøvn skilliga váttan um, at fólk her í fyrndini hava boygt síni knø í ákallan og bøn til Harrans – í teirri stóru kirkjuhøll, sum náttúran er og har vit øll eru tænarar við felags skyldum: at røkja ta dýru eyð, náttúran frá skaparans hond goymir, og sum bæði føðir og klæðir okkum og veitir okkum gleði, sum hagar leita.
Til dømis er millum Gjógv og Funning ein steinur, ið nevnist Kirkjusteinur. Haðani sæst oman til Funnings og kirkjuna har, og áðrenn kirkja varð bygd við Gjógv, steðgaðu gomul gjáarfólk, ið ikki orkaðu at ganga oman til Funnings til gudstænastu, við henda stein og bóðu eina bøn.
Men nakra gudstænastu úti í Guds fríðu náttúru vita vit ikki um fyrr enn 2. hvítusunnudag 1894, tá fyrsti tjóðskaparligi fólkafundurin varð hildin á Traðahamri á Sandi eftir fyriskipan J. H. Poulsens og M. A. Winthers (svágrar, tann fyrri úr Skopun, tann seinni av Sandi). Á hesum fólkafundi prædikaði Sandoyar prestur Jørgen Falk Rønne.
Og fjøruti ár seinni prædikaði Jákup Dahl, próstur, á útigudstænastu í Hesti í sambandi við fólkafund har. Ein fólkafundur so fjølmentur, at ikki var hugsingur um hjá øllum at sleppa í kirkjuna til gudstænastu. Tá var eingin ljóðútbúnaður við hátalarum tøkur, so at fólk uttanfyri kundu lýða á. Gudstænastan varð hildin í dýrdarveðri heima í Túni í Hesti. Tingakrossur skrivar um eina gamla konu í bygdini, ið var løgst frá, lamin og ikki ment at ganga kirkjugøtuna, men henda dagin kom kirkjan til hennara, so hon kundi fyri opnum stovuglugga lýða á prædiku og sálmasong.
Jákup Dahl nevnir í »Stavnhaldi« sínum hina gomlu gøtuna, sum eitur kirkjugøtan, og sum hann staðiliga heitir á fólk um ikki at víkja frá og vísir á, at tað eru tey bestu í fólki okkara, sum hesa gøtu hava gingið.
Kirkja merkir savnaður – savnaður um trúnna og orðið – men at hon eisini savnar uttan fyri egnar veggir, bygdar av mannahondum , úti í hini stóru høllini, har høgt er til loft og vítt til veggja, man útigudstænastan á Ovaravølli í Gundadali í Havn nú 2. hvítusunnudag vátta. Tí ikki bert var hitt stóra stadionskýlið fullsett, men eisini væl av fólki í skýlunum hjá B36 og HB við vøllin, og annars kring vøllin allan. Eini tvey túsund fólk tilsamans.
Hetta var eitt gott og væleydnað tiltak, sum prestarnir og kirkjuráðini í Suðurstreymoy skipaðu fyri, og sum bæði ung og gomul tóku undir við – ikki bara í Suðurstreymoy, men eisini úr øðrum prestagjaldum og samkomum. Her høvdu prestarnir í Suðurstreymoy hvør sítt stutta prædikuinnlegg og her var sálmasongur, studdur av tónleiki frá hornorkestrunum GHM og Havnar Hornorkestri, og her sang gentukór úr Meinigheitshúsinum í Havn. Eitt tiltak, sum prógvar, at »Harrin, sum valdar øllum londum, býr ei í templum bygdum av menniskjuhondum«, sum skaldið H. A. Djurhuus tekur til (»Tú undrast, at eg ei sat í kirkjuni og bíndi«). Harran finna vit í lotinum, sum svalliga andar, og í blómunum, sum áarbakkan randa. Og um skapanarveldi Guds sigur Ámos profetur við fólk sítt Ísrael (4,13): »Hann, sum myndað hevur fjøllini og skapað stormin, kunngjørt monnum hugsanir sínar og gjørt hevur morgunroðan og myrkrið og gongur yvir jaðarinnar hæddir, Harrin, Gud herliðanna, er navn hans.«
Skapanarveldi Guds var løtan í Gundadali ein váttan um, tí ikki nýttust fólk at setast aftur vegna ringar veðurvánir. Eftir oysregn og toruslátt um morgunin, blíðkaði, tá ið leið út móti gudstænastuhaldinum kl. 11. Tó sólleys løta, var turt og eitt svalligt lot. Og seinnapartin klárnaði og sólin kagaði fram, so hóskandi var til útigudstænastuna í Gundadali sangurin hjá Símuni av Skarði »Nú skínur sólin bjarta«:
Tøkk fyri, at tú hevur, mín kæri, góði Guð,
mær givið evni til títt verk at skoða;
fylg mær og ver tú hjá mær, tá eg nú fari út
‒ nú sólin í fjøll og líð man roða.
Onnur tíðindi