Skriva út

Gudstænasta í Gjónni við Gjógv við kór-, urgu- og horntónleiki

08.08.2017 Tíðindi
Gudstænasta í Gjónni við Gjógv við kór-, urgu- og horntónleiki

Sunnudagin 13. august kl. 16 verður aftur høvið til at njóta serstaka upplivilsi at vera til guðstænastu í Gjónni við Gjógv, ið er sum ein náttúrunnar katedralur. Prestur verður Anne Mette Greve Klementsen. Til felagssálmasangin spælir Gudmund Mortensen, organistur, umframt at tvær kornettir fara at stuðla undir sálmasangin.

Vestmanna Sangkór, stjórnað av Benjamin Gaasedal, fer at syngja undir gudstænastuni. Haraftrat fer eitt blandað hornorkestur úr Havnar, Sørvágs og Vestmanna hornorkestrum undir leiðslu av Atla K. Petersen
at spæla, m.a. til pre- og postludium.

Tiltakið við guðstænastu í Gjónni var eisini roynt um somu tíð í fjør, og var fram úr væl eydnað við nógvum fólki. Vit vóna sama góða summarveðrið aftur í ár, so tað kann verða ein góð útferð hjá fólki til Gjáar henda dagin.

Kirkjuráð, prestur, kór og tónleikarar bjóða øllum vælkomnum.

Mynd jn.fo