Skriva út

Gudstænasta í gjónni við Gjógv

05.08.2019 Tíðindi
Gudstænasta við Gjógv.jpg

Sunnudagin 11. august kl. 16.00 verður aftur høvi at njóta serstøku upplivingina at vera til gudstænastu í gjónni við Gjógv. Útigudstænastan í gjónni er eftir hondini vorðin eitt árligt tiltak, ið hevur fingið alsamt størri undirtøku fyri hvørt ár.

Tað ræður um at møta stundisliga í gjónni sunnudagin – ikki bert fyri at fáa gott sitipláss, men eisini til tess at síggja nýinsetta prestin, Jonhard Jógvanson, verða skjútsaðan inn í Gjónna, meðan kirkjuklokkan ringir.

Preludium, postludium og sang undir gudstænastuni eigur Tarira, við Kára Bæk sum kórleiðara, og til felagssálmarnar spælir Eiðis Ljómfelag, ið Oddur Hentze stjórnar. Eftir prædikuna verður høvi at hoyra systrarnar Elsu Mariu og Biritu Dam framføra tríggjar duettir hjá Mozart fyri tvørfloytu og bratsj.

Fyrireikararnir gleða seg til enn einaferð at síggja gjónna fulla av fólki, ið hava leitað sær til Gjáar at njóta løtuna.