Skriva út

Gudstænasta er at møta hinum upprisna

26.04.2019 Tíðindi
26.04.19.jpg

Páskahøgtíðin er farin aftur um bak, men páskahendingin stendur eftir

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Men tá ið komið var at kvøldi henda sama fyrsta dagin í vikuni og meðan dyrnar, har sum lærusveinarnir vóru, vóru læstar, av ótta fyri jødunum, kom Jesus og stóð mitt ímillum teirra og sigur við teir: »Friður veri við tykkum!« Og tá ið hann hevði sagt hetta, sýndi hann teimum hendurnar og síðuna. Nú vórðu lærusveinarnir glaðir, tá ið teir sóu Harran. Jesus segði tá aftur við teir: »Friður veri við tykkum! Eins og faðirin hevur sent meg, soleiðis sendi eg eisini tykkum.« Og tá ið hann hevði sagt hetta, andaði hann á teir og sigur við teir: »Takið við heilagum anda. Hvørjum, sum tit fyrigeva syndirnar, teimum eru tær fyrigivnar, og hvørjum, sum tit halda teimum aftur, teimum eru tær afturhildnar.« Men Tummas, ein av teimum tólv, hann, sum kallaður var Didymos (tað merkir: tvíburður) var ikki saman við teimum, tá ið Jesus kom. Hinir lærusveinarnir søgdu tá við hann: »Vit hava sæð Harran!« Men hann segði við teir: »Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara, og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí.« Og átta dagar seinni vóru lærusveinar hansara aftur inni, og Tummas við teimum. Jesus kemur, meðan dyrnar vóru læstar, og stóð mitt ímillum teirra og segði: »Friður veri við tykkum!« Síðan sigur hann við Tummas: »Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar, og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin men trúgvandi.« Tummas svaraði og segði við hann: »Harri mín og Guð mín!« Jesus sigur við hann: »Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu og trúðu tó!« Mong onnur tekin gjørdi Jesus eisini fyri eygunum á lærusveinum sínum, sum ikki eru skrivað í hesi bók. Men hetta er skrivað til tess at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, sonur Guðs, og til tess at tit, tá ið tit trúgva, skulu hava lív í navni hansara. (Jóhs. 20, 19-31)

Henda frásøga Jóhannesar ápostuls er grundarlagið ‒ at kristin savnast til gudstænastu sunnudagar. Eftir Jesu uppreisn høvdu nakrir av lærusveinunum sæð hina tómu grøvina, aðrir høvdu møtt einglum, sum søgdu teimum, at Jesus livdi, og aðrir høvdu verið í fylgi við honum til Emmaus. Ivi og trúgv vóru blandað hvørt um annað. Men nú eru lærusveinarnir saman, og tá kemur Jesus inn til teirra og er saman við teimum.

Hesin tilburður er rættiliga avgerandi, tá vit skulu greina eina kristna gudstænastu: Menniskju, ið eru savnað í ljósinum frá uppreisn Jesu, og Jesus, sum trínur inn í felagsskap teirra, sum her eru komin saman í ákallan og bøn. Øll í hesum savnaði hava ymsar upplivingar og uppfatanir. Onkur hevur fingið hjálp og ráð til at taka eina trupla avgerð. Annar veit hvørki út ella inn – ivast í øllum. Uppaftur onnur hava fingið bønarsvar. Og summi stríðast við at vinna fótafesti eftir sorg og líðingar. Men hjá øllum er eftirynskjandi, at Jesus í øllum lívsins viðurskiftum er við í ferðini. Tí fara vit til gudstænastu.

Frásøgn Jóhannesar er ein lýsing av, hvørjum Jesus møtir okkum við undir gudstænastuni. Tað fyrsta er, at hann biður frið fyri óttafullu, ivandi og ráðaleysu lærusveinunum. Síðan sýnir hann teimum naglamerkini í hondunum og sárið í síðuni eftir krossfestingina. Hetta eru tekini um, at hetta veruliga er Jesus. At hann er deyður fyri teirra skuld og aftur risin upp.

Eitt avgerandi kennimerki fyri eina kristna gudstænastu er, at vit har møta Jesusi sum tí krossfesta og upprisna. Har andar hann á okkum so vit kenna nærveru hansara, eins og hann gjørdi við lærusveinarnar, tá hann sendi teir út í heimin við gleðiboðskapinum og gav teimum myndugleika at fyrigeva syndir.

Soleiðis er við gudstænastuni. Her møta vit friði Guðs mitt í iva okkara og angist. Og vit kunnu venda aftur óttaleys og við nýggjari kraft frá Guði og anda hansara.

PÁSKIRNAR ERU FARNAR aftur um bak og komandi sunnudagur er tann fyrsti eftir hesa høgtíð. Eftir fyrru tekstarøð er evangeliiteksturin til henda sunnudag tann, sum lisin er her omanfyri úr Jóhannesar evangeliinum.

Talið fjøruti detta vit ofta á bæði í trúarlívi og í gerandisdegnum. Í fjøruti ár reikaðu ísraelsfólk í oyðimørkini eftir tey vóru farin úr Egyptalandi og skuldu finna leiðina inn um markið í Hitt lovaða landið. Og sum merki hevur talið eisini verið nýtt, m.a. tá spátt hevur verið um veðrið.

Dagurin 9. mars verður nevndur »Fjøruti riddarar«, eftir riddarum í Turkalandi, sum sigast vera deyðir í 320. Søgan um teir er annars tann, at rómverski keisarin Licinius gav boð um, at øll kristin skuldu avnokta trúnna. Fjøruti riddarar í Sebaste í núverandi Turkalandi sýttu at gera eftir boðunum og vórðu settir naknir út á glerstoytt vatn, men teir valdu allir – uttan ein – heldur at frysta í hel enn at ganga frá trúnni. Sum veðrið var henda dagin (9. mars) skuldi tað vera teir komandi fjøruti dagarnar.

Tó at páskahøgtíðin er farin aftur um bak, so stendur páskahendingin eftir. At Kristus páskamorgun reis upp frá deyða og livir, er ein veruleiki, sum gevur seg til kennar, allastaðni, har evangeliið verður boðað og tikið ímóti í sannari trúgv.

Eftir at Jesus var risin upp, var hann verandi her á jørð í fjøruti dagar. Um hesa tíðina er lítið skrivað í Bíbliuni, men tað sindrið, sum er skrivað, gevur okkum tó eina varing um veldigar tilburðir, ið hendu millum Jesus og lærisveinarnar.

Hesir fjøruti dagarnir, áðrenn himmalsferð Krists, vóru dagarnir, har Harrin bert var saman við teimum, sum á hann trúðu. Fólkið annars sá ikki Jesus úr Nazareth aftur eftir at hann varð lagdur í grøvina. Men tey trúgvandi sóu hann, eisini onnur enn lærisveinarnir.

Hendingarnar eftir uppreisn Jesu eru umrøddar í teim seinastu kapittlunum í øllum teim fýra evangeliunum: Matteusi, Markusi, Lukasi og Jóhannesi; hetta síðsta umrøður hendingarnar í tveimum kapittlum.

TAÐ VÓRU HESIR 40 DAGARNIR saman við Jesusi, sum broyttu teir ellivu lærisveinarnar frá at vera ræddar menn til at vera djarvar menn í tænastu síni at vinna heimin fyri Kristusi. Teir vóru hermenn Krists restina av lívinum.

Hesir fjøruti dagarnir vóru so ómetaliga týdningarmiklir. Tað eru slíkar dagar, okkum tørvar í lívi okkara. Hesar friðarligu løturnar har vit møta hinum upprisna í gudstænastuni og har geva okkum undir veingjabreiði hansara eru hin ósvitaligi leiðvísari okkara á lívsins vegi.

Jesus leið meg allan aldur
væl við tíni verndarhond,
tú tann himnakongur baldur,
før meg dygt við trygdarbond
treystliga um allan veg,
lat meg líta mest á teg,
tú mær beyðst til himmalsarva,
lat meg væl um trúnna starva.

(Jóannes Patursson)