Skriva út

Gudstænasta á Slættaratindi

17.06.2015 Tíðindi
Gudstænasta á Slættaratindi

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Trý ár á rað hava prestarnir og kirkjuráðini í prestagjaldunum í Suðurstreymoy skipað fyri útigudstænastu á ovara vølli í Gundadali í Havn 2. hvítusunnudag. Ein gudstænasta, ið savnað hevur stóra mannfjøld.

Á heimasíðuni her var nú eftir hesa seinastu gudstænastuna nevnd útigudstænasta á fólkafundi á sumri 1934 í Hesti, har Jákup Dahl, próstur, prædikaði, og prædiku á fyrsta tjóðskaparfundinum í Føroyum, á Traðahamri á Sandi 2. hvítusunnudag 1894. Hana hevði Jørgen Falk Rønne, sóknarprestur í Sandoy.

Á sumri 1911 er norrøn stevna í Føroyum, her í høvuðsheitum oddamenn í norskum mentanar- og tjóðlívi vitjaðu, men eisini íslendska tjóðarskaldið, presturin Matthías Jochumsson. Í Múrinum í Kirkjubø prædikaði norski skaldapresturin Anders Hovden. Tað ber kanska ikki beinleiðs til at siga, at hetta var ein útigudstænasta, men Múrurin er í øllum førum opin bæði til lofts og veggja. Miðskeiðis í 1960-árunum varð sóknarkirkjan í Kirkjubø umvæld og umbygd. Um hetta mundið var ein sunnudag á sumri eydnuhjól í bygdini til frama fyri kirkjuna; tá var gudstænasta í Múrinum, har Jákup Joensen, biskupur, prædikaði.

Hitti eftir hvítusunnu ein fuglfirðing, sum hevði lisið greinina um útigudstænastuna í Gundadali. Hann segði mær, at hann sum unglingi hevði verið til útigudstænastu á Føroya hægsta tindi – Slættaratindi fyri 45 árum síðan. Torkil Beder, prestur, prædikaði. Eg bað hann greiða mær nærri frá hesari gudstænastuni, men hann vísti mær ístaðin á eina stutta frásøgn í Kirkjutíðindum. Gudstænastan á Slættaratindi var sunnudagin 31. mai 1970, hagar eini 70 fólk høvdu leitað sær. Frásøgnin í Kirkjutíðindum er henda:

Tíðliga sunnumorgunin varð í 17 bilum farið úr Fuglafirði til Selatraðar við ferju til Oyrar, haðan koyrt varð niðan á skarðið [Eiðisskarð], og ferðin gekk niðan á Slættaratind. Klokkan hálvgum 12 vóru tey komin niðan, og uppi á Slættaratindi helt so Torkil Beder, sóknarpresturin í Fuglafirði, gudstænastu. Hann prædikaði úr dagsins teksti, um hin ríka bóndan, tær gávur, Gud hevði givið hesum manni. Minti á, at Gud hevði givið gávu eisini til okkara, sum búgva í hesum landi, hvørs vakurleiki tekur seg mest fram av tindum og fjøllum, oman yvir firðir og sund til bygdaløg við kirkjuni sum tað eyðkenda og fyrsta húsið, tú sært, og sum minnir okkum á, at her býr eitt kristið fólk, sum eisini krossmerkið, ið stóð plantað í varðanum á fjallinum, er okkum áminning um.
Torkil Beder nam eisini við tíðarandan, sum gongur yvir tey kristnu londini – at mong venda sær burtur – og útviklingin, sum kemur eitt sindur seinni til Føroyar. Vit hava verið eitt fólk, sum dugdi at takka Gudi fyri gávurnar, sum tað kendist á so mangan hátt í fólkalívinum, og skal tøkkin ikki tagna í fólki okkara, má ungdómurin gera manngarðar til verju um tann dýra arv, sum vit eiga í okkara kristnu trúgv. – –

Veðrið var hampiligt, eingin sól, men turt og toluliga klárt. Á veg omanaftur fór at regna, og kavarok sást í erva. Tindurin var hvítur, tá komið var niður aftur.

Aftaná var farið í bilunum til Gjáar at hyggja at kirkjuni, síðan til Funnings. Í kirkjuni í Funningi varð sungin sálmurin »So stillan Jesus gongur«, sum Elisabeth Brimnes, ið nýliga lært lív í kavaroksódn á Fimmvørðuhálsi í Íslandi, hevur týtt til føroyskt, meðan spælt varð á nýggja orglinum í Funnings kirkju ...

Aftur í Fuglafirði klokkan 7 um kvøldið. Og øll vóru samd um, at hetta hevði verið ein frálíkur dagur.

Ein ‘luttakari’ hevur latið Kirkjutíðindum frásøgnina.