Skriva út
GUDSTÆNASTA Á NESHAMRI HVÍTUSUNNUDAG
01.06.2022 Tíðindi
Í sambandi við Várdagarnar fríðkaði Nes kommuna um økið niðri á Nesi, sum nú er vorðið rættuliga hugnaligt. Tí seta vit hvør øðrum stevnu á Neshamri, á Nesi. Hetta til uttandura gudstænastu Hvítusunnudag.
Veðurforsagnirnar tykjast góðar. Turt og eitt lítið lot av útnyrðingi.
Aftaná gudstænastuna verður drekkamuður at fáa, umframt at høvi verður at vitja í gl. prestagarði og í Nes kirkju.
Gudstænastan verður í Nes kirkju, um tað ikki viðrar.
Talvan gongur fyri Føroyska Bíbliufelagið.
Heitt verður á fólk um at hava egna sálmabók við ella at taka niður sálmabókaappina á telefonina.
Vælkomin øll!
Onnur tíðindi