Skriva út

Guðrið og Teitur syngja í dómkirkjuni

24.12.2019 Tíðindi
Havnar kirkja.jpg

Allan desember mánað hevur verið nógvur sangur og tónleikur í kirkjunum um alt landið: einstaklingar, kór og ymiskar tónleikarar hava sett serligan dám á í adventini við góðum sangi og tónleiki, og nú um jóla- og nýggjárshøgtíðina fara eisini ymisk kór at syngja við fjølbroyttum liði av tónleikarum.

Í sambandi við gudstænasturnar jólakvøld og nýggjarsaftan fara Guðrið Hansdóttir og Teitur Lassen at syngja og spæla í dómkirkjuni.

Jólakvøld kl. 17.00 syngur Guðrið Hansdóttir nakrar kendar jólasaálmar, og nýggjársaftan kl. 16.00 syngur Teitur Lassen sálmar og sangir, sum hann hevur yrkt og Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt til føroyskt.

Orð: UN

Mynd: Havnar kirkja - Ólavur Frederiksen.