Gudmund, - tú hevur tænt kirkjuni sera væl
- Við tíni hollu vitan um tann liturgiska partin, hevur tú dugað sera væl at gera hvørja einastu gudstænastu livandi og ríka, segði Uni Næs í síni heilsu til Gudmund Mortensen, sum nú er givin sum urguleikari við Havnar kirkju.
Orð: Snorri Brend/Myndir: kvf.fo
URGULEIKARI: - Vit hava nógv at takka tær fyri!
Soleiðis fullu orðini sunnudagin í heilsanini, sum dómpróstur okkara, Uni Næs bar til urguleikaran Gudmund Mortensen.
Hetta hendi við eina gudstænastu sunnudagin, og sum eisini var send í Kringvarpinum, og var samstundis ein heiðursløta fyri Gudmund Mortensen, sum nú er farin um tey sjeyti. Hetta var somuleiðis seinastu ferð, at hann spælir til eina gudstænastu her sum dómorganistur.
Fyrstu ferð at Gudmund sat við eina urgu, var við eina konfirmasjón í Elduvíkar kirkju í 1967. Síðani hevur hann verið urguleikari við nógvar ymiskar kirkjur – millum annað við Vesturkirkjuna, Eiðis kirkju og í Herning og Ikast, áðrenn familjan flutti til Føroyar í 2007.
- Við øllum tí, sum hevur tikist við sum urguleikari her og aðrastaðni, kann eg bara siga, at tú hevur tænt kirkjuni væl, legði Uni Næs dent á.
TRÚFASTIR KIRKJUTÆNARAR
Uni Næs vísti á, at Gudmund Mortensen var settur sum urguleikari við Havnar kirkju í 2007. Tað vil siga, at hann hevur røkt hesa tænastuna í samfull 15 ár.
Á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni ber til at lesa um kirkjutænarar – eisini urguleikarar – sum hava røkt hesa tænastuna í mong ár, onkur teirra omanfyri 70 ár. So hjá nógvum er trúfestið stórt, tá talan er um at tæna kirkjuni, - eisini í hesum føri.
- Tú hevur so trúliga sitið við urguna og stuðlað sálmasanginum, bæði tá talan var um gleði, men eisini tá tað var sorg.
- Hetta hevur tú gjørt í góðum samstarvi við teir trúføstu sangararnar, sum hava stuðlað tær á loftinum, greiddi Uni frá.
Ikki nóg mikið við tað, tí vakra urguspæl hansara hevur verið framt soleiðis, at kirkjufólkið við gleði hevur kunnað notið sálmasangin, tí hesin, saman við urguspælinum, er farin upp í eina hægri eind.
DAGLIG VENJING OG FYRIREIKING
Tey, sum dagliga røkja tænastuna sum urguleikarar vita, hvussu stóran týdning tað hevur, at ein fyrireikar seg væl til hvørja einastu gudstænastu.
Týdningin av hesum vita prestarnir eisini:
- Vit prestar vita, hvussu stóra orku tú hevur lagt í hesa tænastuna við venjing, fyrireiking – og ikki minst, tá tú hevur spælt undir til sálmasangin her í kirkjuni, segði Uni Næs.
Hann vísti á teir nógvu tímarnar í dagligari venjing og fyrireiking til hvørja einastu gudstænastu. Øll, sum hava verið í Havnar kirkju, hava kunnað staðfest, at øll henda venjingin og fyrireikingin hoyrist aftur í hvørjum einstøkum sálmi og tónleiki annars í gudstænastuni.
- Eitt er at venja og eitt er at spæla, men tú hevur eisini dugnað kirkjuni á annan hátt. Við tíni hollu vitan um tann liturgiska partin, hevur tú dugað sera væl at gera hvørja einastu gudstænastu livandi og ríka.
- Alt hetta hevur tú lært ella nomið tær kunnleika í, tá tú gekk á konservatorium í Esbjerg í 80'unum. Og alt hetta hava vit her í Havnar kirkju, og onnur kirkjulið her á landi og í Danmark notið gott av øll hesi árini, sló Uni Næs fast.
KÓR OG SOLISTAR
Við tænastu síni sum urguleikari við Havnar kirkju er talan um nógv ymisk sløg av gudstænastum og kirkjuligum tiltøkum. Eisini her hevur Gudmund átt sín natúrliga part í fyrireikingini av teimum.
Uni Næs nevndi her gudstænastuna á ólavsøku, tá prestavígsla var á skránni, tá konfirmasjón, høgtíðsgudstænastur og líknandi skuldu haldast.
- Vit hava verið sera glað fyri vitan tína og innlit títt í urguspælið, eins og tú hevur dugað sera væl at skipa fyri og samskipa kór og solistar, sum settu sín dám á ta einstaku gudstænastuna.
- Vit kunnu staðfesta, at tað tí var ein skilagóð og natúrlig avgerð, at heita á teg um at skipa fyri tónleikatiltøkum her í kirkjuni, segði Uni Næs.
Her hevur verið talan um konsertir, matiné'ir leygarmorgnar og nú í dag, tá dreingjakórið úr Haderslev Dómkirkju setti sín dám á hátíðarligu gudstænastuna.
Gudmund hevur haraftrat havt gott samstarv við Musikkskúlan, soleiðis at ein fær sett nýggjar urguleikarar við.
- Og tú hevur eisini verið hollur í ráðum, tá kirkjur skuldu útvega sær nýggja urgu, vísti Uni Næs á.