Guð og kongur
Hetta hevur verið rokmikil vika. Handbóltsleikararnir eru kongar, sum hava tikið alt og øll á bóli við framúrskarandi úrslitum. Teir hava umboðað alla tjóðina og fólkið hevur sungið teimum lov fyri hesa gleðisstund.
Og so valdi danska drotningin at fara av trúnuni aftaná langan arbeiðsdag og lata hana yvir til sonin, sum nú er kongur í Danmark, Føroyum og Grønlandi.
Almikið hevur verið skrivað og sagt frá hesu stórbæru døgum, sum fóru at koma. Gitt var um, hvat tey fóru at vera í, hvussu mong mundu fara til høvuðsstaðin og hvørji fóru at vera orðini, sum Fríðrikur ynskti skulu verða stavnhaldið fyri hansara ár sum kongur.
Fleiri samrøður hava verið við drotningina gjøgnum ár og dag um hennara støðu til átrúnað og Guð. Og hon hevur ofta sagt, at trúgvin var fyri henni bara nakað ceremonielt til hon brádliga ein dag upplivdi, at hetta var sannleiki og hevur trúgvin síðani verið hennara studnastavur gjøgnum langt og hendingaríkt lív.
Kristna trúgvin gav henni styrki og megi, tá tað breyt í bæði borð.
So kom dagurin, har vit heima í sofuni ella í Keypmannahavn kundu síggja alt marglæti og allan vakurleikan. Reyðklæddir vaktarmenn, júst sum í ævintýrum hjá H.C Andersen, marsjeraðu frammanfyri kongsborgini og gullkaretini við hvítum hestum.
Vit sóu enntá søguligu løtuna, tá drotningin undirskrivaði sína fráferð og nýggi kongurin tók við. Drotningin reisti seg og vísti soninum við handarbakinum niður á stólin og hálvavegna á veg út úr myndini segði hon : “Gud bevare kongen”.
So kom løtan, tá hvítu hurðarnar fóru á víðan vegg og kongur og danski forsætismálaráðharrin Mette Frederiksen trinu út á svalan.
Mette segði m.a. um kongin: “At hetta er ein vit kenna, ein sum vit eru góð við og ein, sum vit líta á”.
Fríðrikur var rørdur og illa sperdur av tárum og tosaði um tey, sum stóðu honum undir lið at hjálpa sær og eisini um “tað sum er størri enn vit” !
So kom Mary at veittra við honum og øll børnini. Kongur við alskyns medaljum veittraði og veittraði og brádliga varnaðist mann, at um handarbakið á høgru hond hevði hann eitt serstakt armband.
Hetta var ikki vanligt armband, men eitt “shambala armband”, sum hevur buddhistiskan uppruna og vísir á fjalt kongaríki, har friður og semja er. Armbandið skal stuðla viðkomandi at finna frið við seg sjálvan.
Tá so kongur harafturat ikki hevði orðið Guð við í valdu loysunarorðini, men bert eina tilsiping til nakað, sum er størri, kunnu fólk fara at ivast í, hvat kongurin vil signalera.
Kanska hava vit fingið ein modernaðan kong, sum bæði rennur og er alternativur. Sum ger sum tíðin sigur, at best er at shoppa runt og finna tað frægasta í øllum átrúnaðum og so seta trúnna saman, sum ynskiligt er ?
Eitt eitur synkretisma, hetta er tá átrúnaður kemur í bland gjøgnum øldirnar, tí onki er statiskt.
Eitt ávíst armband á veittrandi kongaskøvningi hevur sterkt signalvirði, men vit eru tolin og frælslynt menniskju og eftirmeta og siga, at tað er gott at kongur er sannur og gongur sínar leiðir, meðan onnur halda tað vera meira enn løgið, tá hugsað verður um, at hann er ovasti myndugleiki í Fólkakirkjuni.
Tá Muhammed tekningarnar settu eld á heimin fóru danir at rannsaka alt og øll og varnaðust, at samfelagið bygdi á nøkur virði, sum fólk næstan høvdu gloymt. Tey svóvu søtan svøvn, tí alt var so sára gott til onnur mentan vísti vøddar og eina mentan, sum veruliga kendi síni virði.
Danir fóru at tosa um danskhed og hvat hvat var ómissandi fyri land og fólk.
Men nú eru nýggjar tíðir og nýggir siðir kanska á veg, bæði á borg og í bý.
Onkuntíð siga fólk at “meira er millum himmal og jørð”, og so svarar onkur, at tað “meira” tað er Guð.
Eitt er at verja borg ?
Men anyway, ynski so í øllum førum, at Guð signar kongin.