Skriva út

Grøn hugsan í fólkakirkjuni

07.10.2019 Tíðindi
Finnbogi Joensen.jpg

Stutt eftir at umsitingin av føroysku fólkakirkjuni kom á føroyskar hendur í 2007, setti leiðslan sær sum mál, at kirkjuliga tilvitanin um og ábyrgdin av skapanarverkinum skuldi styrkjast.

Tað gongur ikki skjótt, men talan er um smá fet rætta vegin. Nakrir sóknarprestar hava tikið grønu hugsanina til sín, so fyrsti sunnudagur í september nemur evnið: Endurskapan (frelsa) og skapanarverkið – fødd at liva við ábyrgd.

Kirkjuráðini eru saman við Próstadømisráðnum tilvitað um avbjóðingar og avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Kirkjurnar verða umvældar, so tær eru í góðum standi. Hugsað verður serliga um bjálving og reina orku, t.d. jarðhita og hita úr sjónum.

Eisini í prestagørðunum vinnur grøna hugsanin framá, hóast góða gongdin við atliti at teimum gomlu gørðunum er kostnaðarmikil. Nú blíðkar fyri hugaðum fólkum, og tær stóru umvælingarnar eru komnar væl áleiðis.

Sum eitt dømi úr rúgvuni kann verða nevnt, at norðuri á Viðareiði verður í løtuni jarðhiti lagdur í prestagarðin í Ónagerði og Viðareiðis kirkju. Frástøðan ímillum garðin og kirkjuna er stutt, so verkliga letur tað seg væl gera.

Sum ein liður í hesi ætlan luttaka umboð fyri fólkakirkjuna triðja árið á rað á ráðstevnuni Artic Circle í Reykjavík vikuskiftið 11. – 13. oktober 2019. Á hesum sinni eru Felagið fyri Kirkjuráðslimir, Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn umboðað.

Grønir temadagar
Grønir dagar eru væl kendir. Virkir og stovnar leggja áherðslu á, at starvsfólkið er tilvitað um umhvørvið, heilsu og kost. Júst heilsan ávirkar bæði lívsvirðið og fakliga úrslitið. Tað gagnar bæði tí einstaka og fyritøkuni at liva tilvitað.

Tá tann grøna hugsanin kemur inn um kirkjugátt og í gudshús, so er hetta ikki eitt nýtt fyribrigdi. Hetta kenna vit frá grannalondunum, og vit síggja ábendingar um hetta bæði í Bíbliuni og kirkjusøguni. Eisini á heimligum leiðum kemur hetta til sjóndar í sálmum, prædikum og lívsmynstri føroyinga t.d. til báts og bjargar.

Í byrjanini av 1. Mósebók talar Guð um skapan og ábyrgd. Menniskjum verður litið í hendi at fara um og umsita skapanarverkið. Vit eru forvaltara. Vit skulu røkja skapanarverkið skynsamt, so tað, ið Guð hevur gjørt sára gott, kann varðveita sína dygd.

At náttúra og umhvørvið fylla nógv í skriftini er próvfast. T.d. er sálmur 8 í Gamla Testamenti eitt talandi dømi. Í Sálmabók Føroya Kirkju finna vit sálmin hjá danska skaldinum Brorson “Upp alt, ið Harrin hevur gjørt.” Føroyska týðingin hjá Christiani Matras er vorðin fólkaogn, har hitt minsta hugsast kann er stórt og prísar Guðs dýrd og stórleika.

“Upp alt, ið Harrin hevur gjørt,
hans dýrd og tign at prísa,
hans minsta skaparverk er stórt
og kann hans megi vísa.”

Hugsjónarliga fallið
Samstundis mega vit ásanna, at syndafallið darvaði hugsan manna eisini á hesum øki. Tess vegna má hugurin kveikjast, so eygað av nýggjum kann síggja tign og dýrd Guðs.

Í gudfrøði verður talað um eina endurskapan. Sipað verður til verk Jesu Krists, at vit í dópinum og trúnni verða endurskapað og kallað at liva eitt nýtt lív við ábyrgd.

Finnbogi Joensen úr Vestmanna
Hugskotið at hava ein árligan grønan sunnudag í kirkjuni eigur Finnbogi  Joensen úr Vestmanna. Hann helt fyri fleiri árum síðan, møguliga í 2009, ein evnisdag fyri prestunum. Finnbogi er undangongumaður og væl kendur millum fólk, ið geva umhvørvinum gætur.

Fyri árum síðan hoyrdu vit í fjølmiðlunum um tann grøna skúlan í Vestmanna. Talan er um eitt reint umhvørvi bæði við atliti at burturkasti, vaskievnum og tað, at hvørt barn plantar sítt træ í eini heildarætlan fyri grønum øki.

Grønur messuakul og altardúkur
Tríeindartíðin hóskar væl til grønar sunnudagar í kirkjuni. Tað er vár, og summarið er í hondum. Tað spírar í bø og haga. Lombini renna kapp teig av teigi, og pisur úr koppi kaga. Ella vit hava serligar gudstænastur á heysti, har tøkkin fyri grøðina á landi og fongin úr sjónum fær innivist.

Í kirkjuárinum hava vit liturgiskar litir, og hvør litur heldur sína prædiku. Týdningin av litunum verða vit mint á hvønn dag við sjónvarpsskíggjan. Vit síggja eina brúður. Hon er hvít og vøkur. Eingin spyr -  hví? Vit síggja eina einkju. Hon er svørt og hugtung. Eingin spyr - hví? Svarið kemur av sær sjálvum, tað liggur í medviti og tilvitsku. Liturin hevur eitt myndevni og varpar ljós á støðuna.

Tríeindardag er liturin í kirkjunum hvítur. Tann hvíti liturin umboðar halgan og reinleika. Prædikuteksturin er dóps- og missiónsboðini.

Á ein hátt hóskar hetta sera væl til hugsanina um tað reina umhvørvið. Kristnin – endurføddu børn Guðs – gevur náttúruni gætur og tekur ábyrgd av jørðini.

Í dópinum verða vit halgað og reinsað. Sum ein reinsað og halgað grein verða vit gróðursett í Kristi. Sum endurfødd og reinsað eiga vit at verða upplærd og fáa at vita, hvat tað er at liva sum kristin. Vit mega leggja størri dent á fylgjurnar av trúnni, taka ábyrgd og bera trúarinnar frukt.

Sunnudagarnar eftir tríeindardag er tann liturgiski liturin grønur. Myndin er talandi. Liturin sigur frá, at tann í dópinum reinsaða greinin, gróðursetingin í Kristi, fær náðir at vaksa, trívast og loksins bera búna frukt.

Nøgdsemi og ovurnýtsla
Tríeindardag hoyra vit, at gudsótti saman við nøgdsemi er mikil vinningur. Tað er ikki rætt, at alt tað, ið er meira enn dagligt breyð, skapar eydnu og gleði. Tað er vist og satt, at sálini tørvar meira enn góðs og fæ, at ríkur er hvør tann, ið er ríkur í Guði.

Arvurin til komandi ættarlið
Kristnin, – vit, sum eru rík í Guði, hava medábyrgd av jørðini. Vit mega geva børnum og eftirkomarum okkara møguleikan til eitt gott lív á eini reinari jørð, ið sampakkar við eitt reint hav í eini kveikjandi sólskipan .

Ríkari er lívið, tá hin hvíti liturin – halgan og reinleiki – skapa grøna hugsan, so at vit geva skapanarverkinum bestu karmar at trívast, liva og yvirliva. Komandi ættarliðum til frægdar og gleði.

Við at fara væl um skapanarverkið ærir skapningurin skapara himins og jarðar. Talan er um handaverk Guðs.

Jógvan Fríðriksson

Myndir: Vestmanna Kommuna & Ingi Sørensen.