Skriva út

Granskingarverkætlan - hvat verður sungið í kirkjunum?

04.11.2021 Tíðindi
Sálmasangur.png
Mynd: Sálmasangur í Christianskirkjuni.

592 sálmar eru í sálmabókini og 143 í sálmabókauppískoytinum. Men hvørjar sálmar velja prestar og deknar/organistar til guðstænastunar sunnu- og halgidagar? Í hvønn mun verður uppískoyti brúkt

Hvørjar sálmar syngja vit í kirkjunum?

Sálmabók Føroya Kirkju er ein “guðstænastu-sálmabók”. Ein sálmabók, sum hevur guðstænastuna sunnudagar, halgidagar og føstuguðstænastur sum høvuðsfokus. Høvis-sálmar, so sum brúdleypsálmar, jarðarferðarsálmar og borðhaldssálmar fylla millum 5% og 6% av úrvalinum, so í principinum eru omanfyri 90% av teimum 592 sálmunum í sálmabókini hugsaðir at verða sungnir minst einaferð í tíðarskeiðnum tvey fylgjandi kirkjuár.

Longu tá núverandi sálmabók kom í nýtslu í 1990 vóru røddir frammi um, at hon í mangar mátar ikki talaði til samtíðina, og at sálmabókanevndin handan bókina var nóg so konservativ í sínari redaktión av bókini. At bøta um sálmaúrvalið kom í 2014 sálmabókauppískoyti við 143 sálmum og sangum.

Tá Eivind Vilhelm, gjørdist varabiskupur í Føroyum innførdi hann, at í øllum kirkjum skuldi dagbók førast yvir tænastur í kirkjuni. Navn á sunnu- ella halgidegi, kirkjutænarar, um deknaguðstænasta var: Lestrarbók, hvørjir sálmar vóru sungnir, hvussu veðrið var og hvussu nógv fólk vóru í kirkju.

Í øllum kirkjum og bønhúsum í landinum liggur hetta ovurhonds stóra data, sum kann siga okkum nógv um, hvussu guðstænastur hava verið hildnar kring landið í meira enn 45 ár.

Eg havi seinasta árið vitjað kring landið í útvaldum kirkjum og savnað sálmanummir inn fyri árini 2017 og 2018. Innsavningararbeiðið er næstan liðugt, og eftir er nú at viðgerða øll hesi tøl fyri síðani at kunna siga nakað um, hvørjir sálmar verða sungnir.

Orð: Leif Hansen.