Gott við eini áfylling
Kirkjuráðslimir lata væl at skeiðsdegnum leygardagin, tí har var nógv at hoyra. Millum annað vóru framløgurnar stuttar og tí eisini greiðari. Men fólk eru eisini upptikin av, hvat tey kunnu gera við sína kirkju og ikki.
– Tað er altíð gott at hittast saman við øðrum, ið fáast við tað sama sum ein sjálvur. Samanlagt var talan bæði um eina andaliga og eina umsitingarlig áfylling.
Soleiðis tekur kirkjuráðsformaðurin á Skála, Asbjørn Mikkelsen, saman um skeiðsdagin á Hotel Føroyum leygardagin. Hann var sjálvur fjórði úr teirra kirkjuráði, og tvey av teimum eru púra nýggj í arbeiðinum.
– Vit fingu øll nakað burturúr, og tey bæði, sum ikki hava sitið so leingi, lótu eisini væl at og hildu seg fáa nakað við sær, sum tey kunnu brúka til nakað, sigur hann og nevnir eisini tey góðu prátini, ið kunnu fáast, tá ið steðgir eru ein sovorðnan dag, sigur hann.
– Innleggini vóru akkurát passalig til longdar, tí tað kann tykjast í meira lagi at lurta eftir onkrum í ein tíma út í eitt, men fallur lættari, tá ið tað eru trý fólk, sum tosa í 20 minuttir hvør. Tá ið fólk skulu siga nakað í eina avmarkaða tíð, verður tað eisini meira beinrakið av tí sama.
Vivi Hammer, kirkjuráðsforkvinna í Kollafirði.
Vivi Hammer, sum er kirkjuráðsforkvinna í Kollafirði, og saman við trimum “nýggjum” kirkjuráðslimum haðani var á skeiðsdegnum leygardagin, er samd.
– Sjálvt um tú fært allar lógir og annað tilfar, tá ið tú tekur við sum kirkjuráðslimur, so er tað gott at fáa uppfrískað tað heila. Og so er tað eisini gott at fáa at síggja, hvørji øll hesi ymsu fólkini eru og at hitta aðrar kirkjuráðslimir, sigur hon.
Nógv áhugavert at hoyra
Vanliga verða kirkjuráðið samlað til slíkar skeiðsdagar, tá ið kirkjuráðsval hevur verið, so tey nýggju kunnu setast inn í tað, ið fylgir við arbeiðinum í einum kirkjuráði, samstundis sum tey royndaru kunnu fríska sína vitan upp.
– Óivað var korona orsøkin til, at hesin dagurin ikki var fyrr enn nú, men eg haldi, at vit øll fingu nakað burturúr, tí her var nógv áhugavert at hoyra, sigur Asbjørn Mikkelsen.
– Bispur segði eina orsøk til tær styttru framløgurnar vera, at hesin fundurin var ein monologur, men at nú fóru øll kirkjuráðini at fáa vitjan, og at tað tá skuldi vera dialogur. Tá fóru at gevast stundir til at taka tað upp, sum tað einstaka kirkjuráðið kanska hevði brúk fyri at tosa um.
Eitt, sum Vivi tekur fram sum eina styrki við skeiðsdøgunum, er, at tað er nokk so ymiskt frá ári til ár, hvørji evni verða viðgjørd og hvat er á skránni, so har er altíð okkurt nýtt, tú fært at vita.
– Hesaferð vóru tað prestar, ið greiddu frá nøkrum av tí, teir arbeiða við. Ein stórur partur av arbeiðinum í kirkjuráðnum snýr seg jú um samstarv við prestarnar, so tað var eisini gott at hoyra teir fortelja hesaferð, sigur hon.
Gamlar kirkjur friðaðar
Hetta er triðja setan hjá Asbjørn Mikkelsen í kirkjuráðnum á Skála, og øll árini hevur hann verið formaður.
– Hesi árini hava vit so fingið kirkjukjallaran, sum hevur verið tað stóra prosjektið hjá okkum. Her var tað, sum ofta verður tikið til, talan um at byggja á herðarnar á teimum, ið sótu frammanundan, tí undanfarna kirkjuráðið hevði lagt lunnar undir arbeiðið, sigur hann.
– Skála kirkja er frá 1940, men um vit ætla at broyta ella dagføra nakað, mugu vit longu nú fara at hugsa um tað, tí tað eru bara 17 ár, til kirkjan fyllir 100, og tá gerst neyvan so nógv, tí tá er hon friðað. So tað eru alla tíðina avbjóðingar fyri framman hjá einum kirkjuráði.
Hetta við avmarkingum, tí talan er um eina gamla kirkju, kenna tey alt til í Kollafirði, tí teirra kirkja er frá 1837 og langt síðani farin um hundrað ára markið.
– Hjá okkum ber ikki til at gera nakað sum helst, og tað gevur okkum tann trupulleika, at vit hava eina kirkju, sum ikki er fyri øll. Serliga, tí vit ikki kunnu bjóða fólki í koyristóli at koma í kirkju í Kollafirði, sigur Vivi Hammer.
– Gáttin er eisini so høg, at tað kann vera tvørligt hjá teimum eldru við. Enn hava vit ikki fingið nakra loysn, tí tað verður mest tosað, men vit eru øgiliga góð við okkara kirkju, so tað er eitt stórt ynski hjá okkum, at atkomuleikin skal vera so frægur, at kirkjan kann vera fyri øll.
Orð/myndir: Hilmar Jan Hansen