- Gott tá prestur vitjar
SVÍNOY: Millum tær mongu hugnaligu bygdakirkjurnar kring oyggjarnar, telist hon í Svínoy.
Eftir Snorra Brend
Menn eru ikki heilt samdir um, nær kirkjan í bygdini varð vígd: Á kirkjuspírinum stendur árstalið 1878, men kirkjan varð helst ikki vígd fyrrenn summarið eftir – altso í 1879.
Øll hesi árini hava tað verið deknar, klokkarar og urguleikarar sum í trúfesti hava verið í tænastu í kirkjuni, saman við skiftandi prestum. Ein teirra, sum nú er partur av hesi longu røð av kirkjutænarum, er 67 ára gamli svínoyingurin, Kjartan Stenberg.
Hann hevur røkt hesa tænastuna í eini 12 ár, eftir at Heini Joensen spurdi hann um hetta. Heini er pápi Hera Joensen, prest í Suðurstreymoyar vestaru kirkjusókn.
- Jú, Heini, hann bað meg. Og eg játtaði, áðrenn hann hevði hálvtalað orð, sigur Kjartan brosandi.
Í sóknini er tað presturin á Viðareiði, Maria Jørðdal Niclasen, sum røkir gudstænasturnar í Svínoy, higar hon vitjar við ávísum millumbilum.
- Tað er altíð gott, tá prestur vitjar, slær hann fast.
Teir sunnu- og halgidagar, tá prestur ikki er í bygdini, er tað tá ein uppgáva hjá dekninum á staðnum at lesa lestur.
Kjartan hevur fleiri lestrarbøkur at velja millum, - eitt nú hana hjá Mariu Eide, hana hjá Jákupi Dahl og hana sum John Myllhamar gav út, og sum Kjartan fekk sum gávu frá Hera Joensen, presti ið sjálvur er ættaður higani.
- Tað er ikki altíð urguleikari til gudstænastuna, og tá plagi eg at syngja fyri. Har er ikki annað at velja í, sigur Kjartan Stenberg við einum brosi.
MYND
TRÚFESTI
Seinastu 12 árini hevur Kjartan Stenberg røkt tænastuna sum deknur við Svínoyar kirkju.
Við altarið er Maria Jørðdal Niclasen, sóknarprestur
Mynd: Danial Viðoy