Gott nýggjár!
Øllum okkara landsmonnum burturi og heima verður ynskt eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Takk fyri árið, ið fór.
Øllum okkara nýføroyingum ynskja vit Guðs signing og komandi dagar við trivnaði. Takk fyri árið, ið fór.
Teimum fremmandu í Føroyum ynskja vit lívgandi friðskjól, meðan dvalt verður á okkara vøkru oyggjum. Harrin signi heimland tykkara.
=== === ===
Árið 2017 var eitt hendingaríkt ár í fólkakirkjuni. Nógv virksemi runt um í landinum. Dugnalig kirkjuráð, trúfastir tænarar og trúføst kirkjufólk. Tøkk til øll okkara viðskiftafólk.
Vit biðja um vísdóm og Guðs vísu ráð, so vit framhaldandi eru fólksins kirkja og Guds kirkja ankrað í Jesus Kristi kirkju, alheimskirkjuni.
Við bøn um bjarta framtíð fyri landi og fólki lýsa vit djúpa samkenslu við teimum, ið mistu ein kæran. Harrin styrki tykkum í sorg og sakni.
Eisini í 2018 er eitt navn fremri enn øll onnur. Tað er kunngjørt av eingli Harrans: Jesu dýrabara navn!
Bjartar vónir berast øllum fram á leið.
Jógvan biskupur