Skriva út

Gott høvi at stuðla Sunnudagsskúlanum á talvudegnum

11.10.2019 Tíðindi
IMG_1790-1600x1067.jpg

Sunnudagin 13. oktober, sum er 17. sunnudag eftir trinitatis (tríeindardag), er talvudagur fyri Sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Sunnudagsskúlin virkar í nærum øllum bygdum í landinum. Umframt hetta hava eisini sunnudagsskúlar í Danmark tilknýti til Heimamissiónina í Føroyum. Nógv eru børnini kring landið, sum trúliga møta upp viku eftir viku.

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur samskipara av barna- og familjuarbeiðinum í fulltíðarstarvi, hvørs uppgáva er at stuðla arbeiðinum og hjálpa sunnudagsskúlunum kring landið millum annað við frálærutilfari, ráðgeving og menning av sunnudagsskúlaleiðarunum.

Umframt sunnudagsskúlaarbeiðini kring landið eru fleiri summarlegur í Nesvík og aðrastaðni hvørt summar. Fleiri hundrað børn leita sær hvørt ár á legu, har tey eru til bíbliutímar, stuttleika sær úti og inni við at gera ítriv, spæla ítrótt, syngja og mangt mangt annað. Og seinastu árini er luttakaratalið vaskið støðugt.

Arbeiðið hjá Sunnudagsskúlanum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður fíggjað við gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.
 
Sunnudagsskúlin takkar hjartaliga fyri vælvild frá kirkjuráðum og kirkjufólki og fyri gávuna, sum kemur inn.