- Gott at koma saman um Guds orð
Kunoyar kirkja hevur í skjótt 155 ár savnað fólk inn undir Orðið, og ger tað enn. Sunnudagin var prestur á vitjan.
Orð/myndir: Snorri Brend (folkakirkjan.fo).
KUNOY – grein 1/6: Tað er neyvan á hvørjum sunnudegi, at ein gudstænasta byrjar, har ikki færri enn fýra bygdir eru umboðaðar millum kirkjutænararnar.
Soleiðis var í øllum førum støðan sunnudagin 17. juli 2022 klokkan 12, tá ringt varð inn til gudstænastu í Kunoyar kirkju.
Prestur við hesa gudstænastuna var Hanus á Gørðum, Klaksvík; deknur var Anna Hvannastein, sum býr í Haraldssundi; klokkari var Helgi Poulsen úr Kunoy og urguleikarin, sum er greinskrivarin, býr á Viðareiði.
Væl av fólki var í kirkju, og góður sálmasangur var til gudstænastuna, har eisini altarborðið var dekkað.
Millum kirkjufólkið henda sunnudagin – og mangar aðrar undan hesum – var 84 ára gamli Søren Danielsen úr Kunoy (myndin), sum eisini hevur verið deknur her í mong ár.
Í kirkjuni her í heimbygdini eigur hann nógvar løtur. Og, sum hann vísir á, so er hetta altso hansara kirkja:
- Tað er púrasta natúrligt fyri meg at fara í kirkju sunnudagar og halgidagar.
- Hjá mær er tað snøgt sagt bara fast, sigur Søren, sum eisini dámar væl at koma til møtir.
FLOKSMENNINIR
Kunoyar kirkja var vígd í 1867. Men undan hesari hava staðið mangar aðrar kirkjur.
Í søguligum keldum vita menn bara at siga frá einum einstøkum kirkjustaði og einum kirkjugarði í bygdini, her á tí lítla slættanum oman ímóti bakkanum. Kirkjan stendur út móti tromini, har tað er høgt niðurfyri og gott útsýni.
Tað fyrsta ein veit um kirkju í Kunoy er í søgnini um Floksmenninar, har sagt verður at bygdarfólkið flýddi inn í kirkjuna. Her verður nortið við tann veruleika um ta fornu myndina av kirkjuni sum griðstaði longu í 13. ella 14. øld.
Nøkur hundrað ár seinni – í ”Kommissionsbetænkningen 1709-1710”´- verður greitt frá kirkjuni, sum er 13 1/4 alin long, 6 1/4 aling breið og 5 1/2 alin høg. Henda kirkjan hevði 10 stólar mannfólkamegin og 9 konufólkamegin.
Veggirnir í hesi kirkjuni vóru av gróti, meðan hon innan var klødd við timbri, og var takt við hálmi. Sagt verður eisini, at har var einki vápinhús og einki torn, men ein lítil klokka við kúlvi.
Leggjast kann aftrat, at inntøkan hjá hesi kirkjuni var 13 gyllin og 1 skinn tey bestu árini, og bara 2 gyllin tey ringastu. Samstundis verður skoytt uppí, at útreiðslurnar hjá kirkjuni eru 5 gyllin og 16 skinn um árið.
Men kirkjurnar hildu ikki leingi tá á døgum, og longu í 1717 verður nýggj kirkja bygd, sum líktist teirri gomlu, men var eitt sindur minni.
Og meðan vit nú eru í 18. øld, kann staðfestast, at nýggj kirkja var aftur bygd her í 1780/90. Henda hevði eina lítla klokku, og nakað sum líktist einum torni, bara til at hanga klokkuna undir.
Sagt verður, at klokkarin, Rasmus bóndi í Útistovu stóð úti og ringdi. Inni í kór og eftir miðjuni var trægólv, men annars var alt moldgólv.
LASAFARIN KIRKJA
Leypa vit eitt sindur fram í kirkjusøguni í Kunoy, so mugu vit steðga á við árið 1864 – ella rættari: 11. juli hetta árið, tá tað er kirkjusýn í bygdini.
Frágreiðingin kallast ”Kirkesyn på Færøerne 1834-1884”, her teir fyrst eru á Húsum tann 10. juli, og dagin eftir í Kunoy. Og her verður millum annað sligið fast, at ”kirken er gammel og brøstfældig (á føroyskum: skroypilig ella lasafarin), og desuden for liden for menigheden”.
Víðari verður sagt: ”Det ville være urigtigt at istandsætte den, hvorfor den bør nedbrydes og en ny Kirke opføres”.
Sýnsmenninir á staðnum, sum vóru timburmenninir Johan Niclasen (Jóhan á Fløtti) og Daniel Niclasen (Dánjal undir Brúnni) í Kunoy og prósturin A. Djurhuus, eru somuleiðis teir, ið hava undirskrivað hesa frágreiðingina á staðnum.
Tann 29. mai í 1867 verður tilfar frá teirri niðurtiknu kirkjuni selt á uppboði heimi í bygdini. Keyparar av tilfarinum vóru úr flestu bygdunum í Norðoyggjum, men, sum vera man, mest heiman úr Kunoy, og úr Haraldssundi og av Skarði.
Tilsamans varð selt fyri 162 ríkisdálar, 2 gyllin og 2 skinn. Uppboðið byrjaði klokkan 10 og endaði klokkan 18 henda dagin.
AT HOYRA GUDS ORÐ
At enda kann leggjast aftrat, at arbeiðið við at byggja nýggju kirkjuna var í roynd og veru byrjað, tá uppboðssølan fór fram. 20. mai 1867 byrjaði nevniliga hetta arbeiðið, og longu hin 17. oktober sama árið var nýggja kirkjan liðug. Hon var vígd 1. sunnudag í advent, 1. desember 1867.
Nýggja kirkjan kostaði 2051 ríkisdálar, 1 gyllin og 8 1/2 skinn. Inntøkurnar vóru tíggjund og tað, sum fekst fyri uppboðssøluna av teirri gomlu kirkjuni.
Tað er í hesi skjótt 155 ára gomlu kirkjuni, at kallað var til gudstænastu sunnudagin. Og, sum nevnt og sum vant, var Søren Danielsen farin frá húsum henda morgunin.
- Jú, tað er altíð gott at koma saman at hoyra Guds orð og at syngja sálmar saman við øllum hinum, slær Søren fast.
- - - -
Hetta er fyrsta av íalt seks greinum um kirkjulívið í Kunoy. Vit fara í seinni greinum at tosa við bæði kirkjutænarar og kirkjufólk, har vit eisini frætta meiri frá Søren Danielsen.