Skriva út
- Gott at hitta onnur til gudstænastur
16.01.2019 Tíðindi
Í gomlum døgum hoyrdi ein javnan um, at fólk gingu bæði upp um fjøl og gjøgnum dalar fyri at koma til gudstænastu í næstu kirkjuni.
Fyri tey hevði hetta lítið at siga, tí í teirra barmi lá bert hetta eina ynskið: At koma saman við øðrum kirkjufólki at vera við í einum andaligum felagsskapi, hoyra Guds orð og syngja teir góðu gomlu sálmarnar.
Í dag er nógv broytt í so máta. Nú er ikki neyðugt at fara til gongu um dalar og fjøll fyri at koma til eina gudstænastu. Hóast hetta, eru tað kortini tey, sum fara gjøgnum dalar og berghol fyri at koma til eina gudstænastu í næstu kirkju.
Hesum fekst fullgott prógv fyri, tá gudstænasta varð hildin í Mikladali sunnukvøldið 6. januar klokkan 19.
Tá var nevniliga Paulina Eliasen, saman við familjuni farin teir nærum 13 kilometrarnar, úr heimstaði teirra á Syðradali og norður til Mikladals í kirkju, haðani myndin stavar.
- Jú, eg haldi at tað er bæði gott og neyðugt, at vit her í Kalsoynni hittast soleiðis til gudstænastur hjá hvørjum øðrum.
- Hetta styrkir samanhaldið millum okkum, vísir Paulina á.
Í HVØRJI BYGD
Paulina Eliasen var saman við familju síni farin norður til Mikladals hetta trettandakvøldið 6. januar.
Her hevði presturin Marjum Lómaklett boðið inn til felags gudstænastu fyri alla Kalsoynna í Mikladals kirkju.
Umframt prestin luttók eisini kórið í Undirhúsinum á Toftum, og aftaná gudstænastuna varð boðið innar í Avhaldshúsið, har trúboðarin, Hilda Viderø greiddi frá sínum arbeiði í felagsskapinum Mirjam.
Hetta er tó ikki fyrsta gudstænastan av slíkum slagi, sum tey í Kalsoynni hava møguleika at fara til. Í føstuni verða eisini líknandi gudstænastur havdar.
Her hevur skipanin verið hon, at tey hava eina gudstænastu í hvørjari av teimum fýra bygdunum í oynni – eisini í Syðradali og á Trøllanesi, har eingin kirkjubygningur er.
- Hesa skipanina eru vit, ið ikki hava kirkjur sera fegin um. Tað hevur avgørt sín týdning fyri okkum, at vit í okkara bygd eisini koma í betraktning, sigur Paulina.
SO LÍKATIL
Men veruleikin er nú kortini hann, at tað eru fleiri vanligar gudstænastur enn tær serstøku.
Tá Paulina og familja hennara skulu í kirkju, mugu tey altíð av bygdini, - tó ikki so langt sum hetta trettandakvøldið.
Hjá teimum er munandi styttri og lættari at koyra teir sløku tríggjar kilometrarnar úr Syðradali, fyri at luttaka í eini gudstænastu í Húsa kirkju.
- Eg eri sjálv deknur við Húsa kirkju. So tað er so líkatil hjá familjuni eisini at fara í kirkju her, sigur Paulina Eliasen at enda.
(Meiri kann lesast um trettandagudstænastuna í Mikladals kirkju fríggjadagin 11. januar. Meiri verður at frætta seinni.)
Orð/mynd: Snorri Brend
Onnur tíðindi