Skriva út

- Gott at fara í kirkju á jólum

22.12.2022 Tíðindi
1 (22)
- Tað er gott at kunna koma í Viðareiðis kirkju á jólum, fyri at læra meiri um Jesus, siga næmingarnir Hans Kristian Sumberg og Lilja Heinadóttir av Viðareiði

Í skúlanum á Viðareiði hava næmingarnir sungið nógvar jólasangir ta seinastu tíðina, og hava somuleiðis hoyrt nógv um Jesu føðing. Mikumorgunin sluppu tey av álvara at syngja nakrar av kendu jólasálmunum, tá farið var í kirkju.

Orð/myndir: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)

Jólagudstænasta:"Vakrast er tá smábørn syngja, og tá kirkjuklokkur ringja".

Henda reglan úr kenda barnasanginum ”Másin sigur pli pli pli” hjá Hans Andriasi Djurhuus er helst tann, ið flest vaksin munnu hugsa, tá tey hoyra børn syngja.

Hetta gera børnini sjálvandi í skúlum og ansingarstovnum, men so eru tað eisini ávís høvi, tá tey sleppa at syngja, júst har sum kirkjuklokkur ringja.

Slík høvi hava børn í føroysku skúlunum í hesum døgum, nú tað av álvara stundar til jóla og tey byrja at gleða seg at fara í jólaferiu. Hesi høvi eru til staðar, nú skúlabørnini sleppa til gudstænastur í føroysku kirkjunum.

Eitt slíkt høvi var í kirkjuni á Viðareiði mikumorgunin 21. desember, tá skúlabørn og børn í dagrøktini vóru boðin til jólagudstænastu.

Millum skúlabørnini í kirkjuni vóru tey bæði – 11 ára gamli Hans Kristian Sumberg, sum gongur í 5. flokki, og 9 ára gamla Lilja Heinadóttir, sum gongur í 3. flokki. 

Teimum dámdi væl sálmarnar, ið vóru sungnir og tað sum sóknarpresturin Jóannes Purkhús tók fram í prædiku síni, har hann stóð frammi á kórsgáttini.

- Jú, vóru bæði samd um. - Tað er gott at kunna koma í kirkju nú á jólum, fyri at læra meiri um Jesus.
- Jesus var føddur fyri at vit skuldu kunna á trúgva á Hann, og soleiðis sleppa heim til Himmals. 

Tað grøna træið 
Eftir gudstænastuna fingu vit eitt prát við Lilju og Hans Kristian um tvinnandi viðurskifti, sum bæði eru galdandi um tú ert barn, ella um tú ert vaksin: Hví vit halda jól? Og hvussu tað er at fara í kirkju nú undan jólum?

Bæði høvdu lurtað væl eftir tí, sum prestur greiddi frá, og mintust eisini nakað av stuttsøgdu søguna um tað grøna træið hjá Martin Luther, sum greitt er frá longri niðri í greinini.

Og tey høvdu somuleiðis fingið við sær, hvør boðskapurin er, sum verður boðaður enn einaferð hesi jólini:
- Vit hoyra um Jesus, kom tað stillisliga frá Lilju. 

Hans Kristian vildi tó útdýpa svarið uppá spurningin eitt sindur, og legði aftrat, at vit á jólum altso hoyra um, at Jesus var føddur.
- Og, legði hann avgjørdur aftrat. - Hann var enntá føddur í einum fjósi.

Ljósini skapa hugna og hita
Í barnavinarligu prædiku síni fortaldi Jóannes Purkhús børnunum frá trúbótarmanninum, Martin Luther, sum ein dagin, hann var á veg til hús, sá seg staddan millum nógv høg trø.

Nú hann hyggur upp í luftina, sá hann stjørnurnar lýsa á himlinum ímillum greinarnar. 

- Tá kendi hann tað so, sum at hann sá júst tað sama, sum einglarnir á markini við Betlehem sóu. Hann høgdi træið niður, setti tað innar í stovuna, tí tað minti hann um tað, sum hendi á jólum. Hann pyntaði træið, setti ljós á tað, og fortaldi síðani børnum sínum um Jesu føðing.

- Hetta er millum annað tí, at vit í dag hava jólatrø heima hjá okkum sjálvum og aðrastaðni, eisini her í kirkjuni, sum tit síggja, greiddi hann frá.

Jóannes Purkhús setti tá fram spurningin, hvat tað er, sum vit síggja á trænum?
- Jú, her eru fyrst og fremst ljós, ið vísa til Jesus, sum er lívsins ljós, - ljós, sum skapa hugna, hita, eins og tey lýsa upp. Og legg so merki til, at trøini eru grøn altíð. Tað er tí, at Gud er ævigur, og at hann elskar okkum altíð. 

- Jólatrøini, sum vaksa úti í náttúruni, eru altíð grøn og vøkur. Tað sigur okkum, at hansara kærleiki følnar ongantíð, men er altíð her.

- Stjørnan á toppinum vísir til ta stjørnuna, sum leiddi vísmenninar til Betlehem, soleiðis at teir funnu Jesus-barnið í krubbuni. Og undir trænum finna vit gávurnar, sum siga, at vit skulu vera góð hvør við annan.

- Men, legði prestur dent á. - Vit mugu eisini minnast til, at Jesus, hann er tann veruliga gávan til okkara.



Eini verulig jól
Tað var nú einki serligt veður hjá børnunum, tá tey skuldu fara í kirkju henda seinasta skúladagin undan jólum.
Vindur var og regn, tá tey fóru úr skúlanum til gongu heim í Viðareiðis kirkju. Tá var nakað væl lættari kirkjuvegur hjá børnunum í dagrøktini, sum í roynd og veru er granni hjá kirkjuni.

Hetta kundi kortini ikki forða teimum í at ganga teir fáu 100 metrarnar, tí nú stóð ein av serligu hendingunum í skúlaárinum fyri framman, jólagudstænastan, sum er einasta gudstænastan, tá bæði skúlin og dagrøktin eru í kirkju saman.

Tá gudstænastan byrjaði klokkan 10 mikumorgunin vóru øll hesi umleið 60 børnini, umframt tey vaksnu komin uppá pláss fremst í kirkjuni. 

Eftir preludium og inngangsbøn, sum deknurin, ið er ein av lærarum teirra las, var lagt fyri við jólasálminum ”Eitt barn er føtt í Betlehem”. Og síðani helt henda stutta gudstænastan fram, soleiðis sum vanligt er ein sunnumorgun.

Onkur broyting var sjálvandi gjørd, millum annað í bønini, sum Jóannes Purkhús bað frá altarinum. Her nýtti hann vendingina, at Jesus er besta gávan til okkum menniskju – ein tráður, ið hann tók uppaftur í prædiku síni til børnini.

- Sleppur Jesus inn í okkara hjarta á jólum, tá er tað veruliga jól, og so kemur jólagleðin eisini í okkum.

Besti sálmurin til seinast
Gudstænastan, við skúlabørnum og teimum smærru í dagrøktini, endaði sjálvandi við, at børnini sungu bæði hart og væl og klárt, tá komið var til nummar 95 á talvuni, nevniliga sálmurin ”Gleðilig jól”.

- Hetta er eisini tann jólasangurin, sum mær dámar best, sigur Lilja Heinadóttir.
Og Hans Kristian er púra samdur við henni, tí hetta er somuleiðis tann sangurin, sum honum dámar best.

- Men mær dámar nú eisini sera væl hin jólasangin, sum eitur ”Føgur er foldin”, sigur hann víðari. 

Tað vóru tó ikki bert tey bæði, sum elskaðu at syngja sálminum um tey gleðiligu jólini. Eitt er tað, at tey duga hann uttanat, men í kirkjuni hoyrdist væl at øll hini eisini hildu tað sama.

Tá gudstænastan var at enda komin, og øll vóru komin útum, staðfestu skúlabørnini bara, at tey høvdu fingið jólaferiu. Nú kundu jólini av sonnum byrja á Viðareiði.