Goldbergvariatiónirnar av Bach í Havnar kirkju, Hvalbiar kirkju og í Miðvágs kirkju
Komandi vikurnar verða konsertir við danska klaverleikaranum Jesper René í trimum kirkjum í Føroyum.
Leygardagin 18. nov. kl. 11.30 verður matiné í Havnar kirkju. Mánadagin 20. nov. kl. 19.30 verður konsert Hvalbiar kirkju og fríggjadagin 24. nov. kl. 19.30 verður konsert Miðvágs kirkju.
Jesper er í Føroyum 15. – 25. november og fer at hava skúlakonsertir og almennar konsertir ymsa staðni í Føroyum. Skráirnar til konsertirnar vera lagdar til rættis eftir ljóðføri og konsertstaði, og eru tí rættuliga ymiskar.
Til kirkjukonsertirnar fer Jesper at framføra stórverkið “Goldbergvariatiónirnar” av Bach. Hetta verkið er eitt tað størsta tangentverkið, sum nakrantíð er skapað. Tað byrjar við einum einklum lagið – ein Aria – og som koma 30 ógvuliga ymiskar variatiónir av Ariuni. Tað vil siga, at tú sum áhoyrari tann tíman, sum verkið tekur, sleppur at lurta eftir tí sama lagnum í nógvum ymiskum hamum. Tað verður ein heilt serstøk uppliving at hoyra hetta verkið framført í kirkjum við øllum teim talandi umstøðum har eru.
Jesper René er føddur í 1974 og hevði fyrstu framførsluna aftan á lokna útbúgving saman við Odense symfoniorkestri í 1989. Hann hevur seinastu 10 árini havt eitt ótal av konsertum.
Í Føroyum fer hann at hava sjey almennar konsertir og átta skúlakonsertir. Til konsertirnar í Mentunarhúsinum í Fuglafirði og i Hátún á Musikkskúlanum í Havn fer Jesper at spæla Balladir av Brahms, Nocturnir av Chopin, Estampes av Debussy og Mánalýsissonatuna hjá Beethoven. Í Listasavninum á Sandi fer Jesper at spæla “Sýningarmyndir” av Mussorgsky og “Árstíðirnar” av Tjajkovskij. Til skúlakonsertirnar spælir hann tónleik, sum serliga handlar um barnalív og barnaspæl.
Vælkomin til hesa áhugaverdu kirkjukonsertirnar - og til onkra aðra av teim sjey konsertunum Jesper fer at hava komandi vikurnar.
Almennu konsertirnar hjá Jesper verða hesar:
Mikudagin 15. nov. kl. 20.00, Hátún
Hósdagin 16. nov. kl. 20.00, Mentanarhúsið í Fuglafirði
Leygardagin 18. nov. kl. 11.30, Matiné í Havnar kirkju
Mánadagin 20. nov. kl. 19.30, Hvalbiar kirkju
Týsdagin 21. nov. kl. 14.00, Tilhaldið í Havn
Mikudagin 22. nov. kl. 19.30, Listasavnið á Sandi
Fríggjadagin 24. nov. kl. 19.30, Miðvágs kirkju