Skriva út
Gøtu kirkju ungdómskór vunnið Evropeiska kórkapping.
02.06.2014 Tíðindi
Gøtu kirkju ungdómskór hevur í hesum døgum verið á ferð í Italia, har tey 25. maj vunnu eina altjóða kórkapping. 20 ungdómar úr Eysturkommunu og aðrastaðni úr Eysturoynni vóru við saman við kórleiðaranum, Símun Hammer.
Kórkappingin, sum var í Filadelfia heilt har suðuri í Italia, er partur av einum stórum tónleika festivali, har bæði kór, orkestur, einstaklingar og onnur luttaka yvir allan maj mánað. Gøtu kirkju ungdómskór luttók í klassiska og rýtmiska bólkinum fyri kór, og vunnu tann rýtmiska bólkin, har 7 onnur kór vóru kvalifiseraði til.
Kórið er ógvuliga fegi um at vinna kórkappingina, og skapar hetta væntandi góðar møguleikar fyri kórið framyvir, tá talan er um altjóða luttøku á festivalum, kappingum o.ø. Frammanundan hevið kórið sett nøsina upp ímóti at blíva ímillum tey bestu.
Eitt ávíst støði verður kravt áðrenn kór verða varð góðtikin at luttaka í slíkum kappingum. Í februar mánað fingu tey váttað, at tey vóru góðtikin til kórkappingina, og hava tey vant nógv síðan tá.
Tað snýr seg ikki bert um at vinna, men eisini um at koma á ein altjóða rankinglista, so kórið gerst eftirspurt internationalt og kann blíva bjóða við til aðrar kappingar. Gøtu kirkju ungdómskór kláraði seg somikið væl, at tey vóru eitt stig frá at liggja í ovasta stiganum fyri Evropeisk kór (95-100 stig). Tey fingu 94 stig av 100, ið er í toppinum av næst-hægstu rók, meðan eingin av hinum kórunum kláraðu uppá næstbesta stigan, ið er 90-95 stig.
Kórið vil eisini framyvir miðja eftir at framføra kórsang á høgum støðið, og vil heilt víst eisini seta nøsina upp eftir at luttaka í kappingum aftur í nærmastu framtíð.
Við í kórinum vóru 20 ung, harav 7 mannfólk og 13 konufólk. Nøkur fleiri eru eisini við í kórinum til dagligt. Kórið, sum varð stovnað á heysti 2011 og soleiðis hevur tvey og eitt hálvt ár á baki, hevur líka síðan sett høg tónlistarlig mál. Síðan stovnan hevur kórið sungið til eina røð av tiltøkum, gudstænastum og konsertum. Kórið má tí metast at hava sera stóran týdning fyri tónlistarliga ungdómsarbeiðið, sum verður gjørt út frá Gøtu kirkju. Høvið verður annars at hoyra kórið til konsertir í Juni mánað. Nærri kunning um hetta kemur seinni
Onnur tíðindi