Skriva út

Gøtu kirkju ungdómskór til Eysturríkis

26.04.2016 Tíðindi
Gøtu kirkju ungdómskór til Eysturríkis

Fyrireikingarnar hjá virkna ungdómskórinum í Gøtu kirkju taka av álvara til, nú summarið nærkast. Tað er urguleikarin í Gøtu kirkju, Símun Hammer, ið stjórnar kórinum. Orsøkin til at fyrireikingarnar eru í hæddini er, at Gøtu kirkju ungdómskór í mai manáði skal luttaka á evropiskum kórfestivali og kapping í býnum Bad Ischl í Eysturríki. Hetta er nakað eystanfyri Salzburg.
Umframt festivalin, er kórið eisini serinnboðið til gallakonsert, ið er kvøldið fyri, at festivalurin byrjar.

At luttaka á størri altjóða kappingum er ikki fremmant hjá teimum í Gøtu kirkju ungdómskóri. Fyri tveimum árum síðani, á vári í 2014, luttók kórið somuleiðis í evropiskari sangkapping í Italiu. Greinarnar í slíkari kapping eru sjálvandi nógvar, og varð tað mett sum framúr avrik, at kórið megnaði at vinna í rútmiska partinum av kappingini.

Kórið, ið hevur til endamáls at framføra sang á einum høgum og áhugaverdum støði, sum gevur kórlimum og lurtarum eina góða uppliving, bæði til oyru og sál, telur 27 limir. Hesir eru allir undir 30 ár. Tað var Símun Hammer, ið stovnaði kórið á heysti í 2011.

Gøtu kirkju ungdómskór ríkar kirkjuliðið við at luttaka við høgtíðsgudstænastur í Gøtu kirkju, og annars tá serlig høvi eru. Nevnast kann m.a., at tað er vorðin fastur táttur hjá kórinum, 4. sunnudag í advent at skipa fyri vælumtóktari konsert, har jólini verða sungin inn. Eisini onnur øki í landinum hava havt møguleika at hoyra kórið. Í fjør varð m.a. skipað fyri venjingarvikuskifti sunnanfjørðs, og virkaði kórið tá við til gudstænastu í Vágs kirkju. Sama varð gjørt í november, tá Sandoyggin og Húsavíkar kirkja vóru karmar um venjing og konsert.

Í samband við fyrireikingarnar á kórfestivalinum, hevur kirkjuráðið í Gøtu kirkju latið kórinum nýggj klæði. Myndin, ið Píl Reinert hevur tikið, er tikin, tá kórið herfyri framførdi á kórfestivalinum í Norðurlandhúsinum. Klæðini hóska væl til hin eyðkenda bláa litin, ið gongur aftur í Gøtu kirkju.

Gøtu kirkju ungdómskóri verður ynskt blíðan byr og Guds signing á ferðini til Bad Ischl.