Skriva út
Góður tokki, - tey fátæku og jólini
13.11.2013 Tíðindi
Jólini eru ein gleðilig hátíð fyri tey, ið kunnu gleðast, tey, ið hava ráð at gleðast. Mangan ljóðar millum manna, at jólini eru farin av leið, at alt snýr seg um keyp og sølu.
Rætt er tað, at keyp og søla, glitur og gleim, matur og veitslulag eyðkenna jólini. Havi mangan fingið áheitanina frá vælmeinandi fólki: Biskupur, tygum mega átalað hetta óskilið.
Mær hóvar ikki í orði, talu ella verki at ganga runt og átala vaksin fólk, ið hava sjálvræði á sínum egna lívi og rætt til eitt lív, ið er teirra egna val. Heimurin er vorðin myndigur, og vit skulu virða rætt fólksins at liva sítt egna lív innanfyri lógarinnar karmar.
Nei, biskupur fer ikki at átala nakran, sum við keypi og sølu, nýtir tað frælsið, ið er okkum tryggjað við lóg og siðvenju. Mær hóvar heldur ikki, at onnur hava eina avgjørda støðu um, hvussu vit bæði konan nýta okkara pening. Tað er okkara egna avgerð, og málsøkið er burturav okkara egna. Tað sama mega vit so gera mótvegis øðrum.
Jú, biskupur viðmælir fegin, at vit hava tey fátæku børnini og foreldur teirra í huga, so vit stuðla við nøkrum krónum ella onkrum heitum plaggi ella á annan hátt. At viðmæla og heita á fólk, - tað er als ikki í ætt við hugtakið at átala.
Vit, ið eru væl bjargað, kunnu keypa okkum til vælveruna. Eydnuna kunnu vit ikki keypa við peningi, men vit kunnu nøra um tað góða við peningi. Vit verða fyrst veruliga rík og eydnurík, tá ið vit kunnu gleða onkran, ið hevur tað smátt í trongum fíggjarligum korum.
At kunna hjálpa øðrum í eyðmýkt, tøkk og stillisliga uttan nakað hóvasták. Tað er at geva sær sjálvum eina góða jólagávu. Einki er ríkari og skapar størri nøgdsemi, enn at hava ein dag ella eitt lív, ið var øðrum til signingar.
Takki øllum, ið hjálpa teim fátæku. Loyvi mær at minna á felagsskapin Í menniskjum góður tokki. Eitt sera gott arbeiði, ið Annlis Bjarkhamar saman við góðum fólki setti á lunnarnar og tók stig til.
Eingin átala, bert ein vinarlig áheitan. Latum okkum hjálpa teimum fátæku børnunum og skapa hita og ljós í umhvørvi teirra, so eygu barna glógva av frøi og lívi eins og jólastjørnan ella stjørnan yvir Betlehems fløtum.
Í menniskjum góður tokki, - sí www.takk.fo.
JF.
Onnur tíðindi