Skriva út

Góður tokki

10.12.2014 Tíðindi
Góður tokki

Jólini eru ein hugnalig tíð við stáki og samveru. Jólini hava sum kristin hátíð ein góðan boðskap, at Jesu føðing er frelsa heimsins.

Verður hugsað um jólini uttan fyri kirkjugátt, so varpar jólahaldið eisini skuggar, ið síggjast sjónligir í landslagnum, í býli og millum manna.

Jólini, ið upprunaliga vóru ókeypis, kosta í dag nógvan pening. Týdningarmikið er at minna á upprunan. Tann andaligi, heimligi og mentanarligi parturin av jólunum er verdur at varðveita. Vit mega ikki keypa jólahaldið so dýrt, at vit ikki hava ráð at liva.

Sjáldan er munurin á ríkum og fátækum so stórur sum á jólum. Jólagávurnar í ymiskari príslegu lýsa mangan tað sosialu og fíggjarligu leguna, sum er okkara, sum er veruleikin millum gevara og móttakara.

Fyri nøkrum árum síðani stovnaðu nakrar eldsálir “Í menniskjum góður tokki”. Ætlanin var ítøkilig. At lyfta, stimbra og gleða eitt barn á jólum.

Undirritaði telist millum teirra, ið fegnast um hetta átakið. Havi lagt til merkis, at nakað av ófriði er í løtuni um hjálpargrunnin. Møguliga eru ymiskar politiskar áskoðanir, og møguliga er grunnurin snaraður inn á politiska øki.

Vit mega vera varin, tí uttan mun til tey landsstýri , ið hava stjórnað føroyska samfelagið tey seinastu tredivu árini, so hava vit í Føroyum havt fátæk fólk øll árini. Tey seinastu tredivu árini er mín tíð sum prestur, og eg kenni nógvar lagnur og vanlagnur.

Tað tykist greitt, nú eitt persónligt og individualistiskt rák fer um allan heimin, at vit í Amerika og Evropa eru ávegis aftur til eitt samfelag, har hvør hugsar um seg og síni, og so ikki nógv afturat. Soleiðis er tað úti í heimi. Svá eigur ikki at vera hjá okkum. Vit mega seta okkum eitt mál, eitt sosialt og menniskjansligt mál, at tað er liviligt hjá øllum borgarum landsins í Føroyum.

Havi ikki hoyrt tað sagt. Møguliga er tað ikki sagt, møguliga hevur onkur nomið sama evni. Gjógvin millum rík og fátæk er vaksandi. Vit eiga nógv rík fólk, nógv miðal rík fólk, nøkur fátækari og onnur beinleiðis fátæk.

Mær tørvar eingin tøl, tí eg livi millum fólki, kenni fólki. Eingin frástøða er. Ferðist millum rík, ið eru dugnalig, fitt og blíð. Ferðist millum fátæk, ið eru dugnalig, fitt og blíð.

Vit kunnu hyggja eftir hondbólti ella aðrari ítrótt, tá ið børnini spæla. Munurin á fátækum og ríkum sæst aftur í klæðunum og tí útgerð, ið børnini hava. Okkum tørvar ikki tøl. Okkum tørvar síggjandi eygu og heit hjørtu.

Takk fyri eitt gott átak, tit, ið stjórna grunninum! Takk fyri gerningin!

Góðu landsmenn (m/k)! Latum okkum standa saman um tað góða, vakra og gagnliga. Eru vit farin nakað av kós. So mega vit rætta kumpass. Latum okkum lyfta í felag og tosa saman um málið, tá ið 2015 er veruleiki.

Góður tokki í menniskjum. Friður á jørð í menniskjum, sum Guð hevur tokka til. Vælgerðin, hjálpin og kærleikin.

JF