Skriva út
Góðanáttsøgur í Fuglafjarðar kirkju
15.11.2013 Tíðindi
So var tað aftur týsdagurin í mánaðinum , ið fleiri familjur í Fuglafjarðar Prestagjaldið gleða seg til. Grundin til tess er, at góðanáttsøgur eru í Fuglafjarðar kirkju hendan týsdagin kl. 17.30.
Síðani prestur tók stig til hetta tiltakið, hevur hetta verið ein fastur táttur í okkara lítlu familju, og hendan dagin fara vit sum altíð hugagóð og spent í kirkjuna.
Komin inn í forkirkjuna følist angin av kjøtsós og pasta. Látur og spælandi róp frá børnum hoyrist úr kjallaranum.
Leiðin gongur oman trappurnar, og spenningurin økist í lítla kroppinum á okkara 2 ára gamla barni. Komin inn í kirkjukjallaran møta vit fleiri glaðum andlitum, ið antin bíða spent til ein góðan bita ella renna runt og spæla. Her eru savnaðar eini 30 – 40 familjur. Mammur, pápar, børn og onkur hevur tikið ommuna ella abban við.
Øll eru glað og spent.
Eftir eina lítla løtu ringir prestur á glasið og bjóðar vælkomin, og byrjar at syngja til borðið. Kokkarnir koma síðani út við døgurða, ið børnini elska, nemliga pasta og kjøtsós.
Eftir, at øll eru mett og væl sett, gongur leiðin upp trappurnar og inn í kirkjuna. Ljósini eru dempa, stearinljós brenna á gólvinum og teppir eru spreidd runt framman fyri altarringin. Alt er gjørt til, at tað skal vera hugnaligt, heimligt og fjálgt.
Barnasálmabøkur eru deildar út og øll setast hugagóð niður.
Maður prests sessast við klaverið og spælir undir til barnavinarligar sálmar. Tey eldru børnini syngja við og tey, ið ikki duga sangin ella eru ov smá, sita við síni sálmabók og hyggja at flottu myndunum.
Eftir sálmin, byrjar prestur at greiða børnunum frá um eina aldargamla kirkju í írlandi. Børnini líða spent á og eru forvitin at vita, hvat hon hevur liggjandi undir stólinum, ið hon situr á. Eftir eina løtu tekur hon ein posa fram, og tekur eitt hvørt úr honum. Børnini bíða spent, til tey síggja, at hon tekur eitt svør framm. Síðani spyr hon børnini, um tey halda, at man hevur loyvi at hava vápn, so sum svør ella revolvara við í kirkju. Børnini eru eitt sindur ivasom, og trek at svara.
Síðani byrjar prestur søgu sína, og greiðir frá, at fyrr høvdu fólk vápn við í kirkju, og tað merkti kirkjugongdina á ein neiligan hátt, so ein guðstænasta ofta kundi enda við at fólk fóru at berjast og kríggjast og endin kundi vera at onkur lá eftirá. Og eftir eina tíð við ruðuleika, bleiv bestemma, at øll skuldu leggja síni vápn í Vápnahúsið, ið var gongin í kirkjuni. Síðani spyr prestur umaftur, um tey halda, at man má taka vápn við í kirkjuna. Tey flestu børnini svara sanførandi nei, tað mettu tey ikki, tí man má ikki berjast í kirkjuni. Tó metti okkurt barn, at prestur mátti gott hava vápn við, tí hon bestemmar í kirkjuni. Prestur svarar við einum smíli, at sjálvt prestur ikki má hava vápn við í kirkjuna og má akta teir reglar, ið eru settir.
Eftir, at prestur er liðugur at fortelja børnunum søgu, verður aftur ein sálmur sungin. Eftir hetta læra børnini at lýsa vælsignilsi, har tey reisast og hava hendurnar upp og endurtaka tað, ið prestur sigur. Eftir hetta verður faðir vár lisið og seinasti sálmur sungin. Børnini reisast og fara glað og væl nøgd heim, og gleða seg longu aftur til góðanáttsøgur vera aftur um 4 vikur
Skrivað hevur Sigga Óladóttir Joensen
Onnur tíðindi