Skriva út

Góða Ólavsøku

24.07.2018 Tíðindi
Góða Ólavsøku

Fyrr tosaðu fólk um at rýma á Ólavsøku, út á bygd ella longri burtur. Soleiðis tosa vit ikki í dag, tí áðrenn Ólavsøkan kemur, hava vit verið til Voxbotn, Tórsfest, Countryfestival, G, stevnur, søkur og annað gott og enn bíðar summarfestivalurin og Ova stevnan. Børn, ung og hálvgomul hava hálvan armin fjaldan av marglittum bondum, sum ber boð um, at tey hava verið til fleiri slíkar stevnur í summar. Vit eru í einum slagi av ólavsøkuhýri alt summarið
So rýma? Nei!

Nógv er broytt á Ólavsøku. Teir hálvgomlu, fullu menninir, sum gávumilt góvu børnum pengar, eru horvnir, og konan við stórum boppum og føstum dragi um munnin við turriklæð undir øsini er eisini horvin. Tombola og dukkueydnuhjól og nógvar nunnur eru eisini horvnar. Ymsu menninir við rósum í lummanum, sum teir høvdu skotið sær, og cowboyhatturin og risastóra bamsan, sum hann dragsaði aftaná sær. Hesi eyðkennini eru horvin.

Vit eru nú siviliseraði, tá vit siga at vit hava ilt í sálini ella eru sensitiv, og vit fara í terapi, tá lívið viðhvørt ger eitt hál og skolar yvir okkum og vit enda í einum aldudali. Vit eru familjan, sum fer í býin í fínasta stási at eta ræstar ella langtíðarsteiktar bógvar ella øður og gággur – alt úr okkara egna landi, sum altíð hevur verið har – vit vistu bara ikki av tí. Vit eta ikki sundurkókaðan fisk ella sjeysteikt flak, men okkara matur er við eitt gourmetmatur, og vit eru errin av tí og bilsin, at vit ikki hava vitað, at okkara rávørur kundu gleða so nógvar kræsnar gómar.

Vit raðfesta og tjóðarbúnin er við eitt ikki longur tjóðarbúnin, men vit broyta hann, so hann sæst í alskins litum og sniðum. Tí vit eru frælsir fuglar í frælsum landi.Vit erpa okkum av, at vit eru ”untamed, untouched, unspoiled.” Hetta eru næstan orðini, sum vit kundu sett á Barbaru hjá Jørgen Frants Jacobsen. Seyðurin rennur nú runt í fjøllunum við fototóli, tí vit vildu so fegin sleppa undir veingirnar hjá Google eisini, og tá mugu vit sum Barbara vera listin lærd.

Rýma? Seriøst? Nei! “Er heima til?” Vit hava heimablídni og hoyma konsertir, vit lesa yrkingar upp fyri hvørjum øðrum í gomlum túnum, og vit fegnast um vøkru, føroysku orðini millum skursl, hønur, áartutl og hømiliðir.

Sigmundur Brestisson stendur so fattur uttanfyri Vesturkirkjuna og breiðir út sínar armar. Ofta verður róð fram undir, at Sigmundur var ein eirindarleysur maður, sum við svørði í hond noyddi Trónd at lata seg doypa til hvíta Krist. Hetta sampakkar illa við Føroyingasøgu har tað stendur soleiðis skrivað:

“Sigmundur Leivsson vaks upp í Gøtu hjá tí vísa og lógkøna Tróndi. Mamma hansara, Tóra Sigmundsdóttir vildi, at hann skuldi fáa bestu læru og sendi hann til Trónd. Tá ið Tóra spurdi sonin, hvat hann hevði lært hjá Tróndi, svaraði hann, at hann hevði lært “allar saksøkingar og rættargang um peningabøtur fyri seg og aðrar” og harumframt pater noster og kreddu, t.e. Faðir vár og trúarorðini.” Sig so tað! Tróndur gamli dugdi sína kreddu, hann dugdi trúarorðini. Hetta sampakkar onkursvegna við søguligu nýdateringina, tá mann fann tríggjar krossar í Leirvík og komið var eftir, at føroyingar altíð høvdu verið kristnir/keltiskt kristnir. Sigmundur vildi hava føroyingar frá tí kristna/keltiska og yvir til tí rómverskt katólsku kirkjuna, og sostatt at gjalda skatt til Pávan. Onkur sigur, at tað var tað, ið Tróndur sýtti fyri at gera. So kanska stendur Sigmundur av órøttum uttanfyri Vesturkirkjuni og skuldi heldur staðið í túninum hjá Fíggjarmálaráðnum, so Kristina fíggjarkvinna kundi havt hann fyri eyga.

Vit kasta eftir hvørjum øðrum, at vit eru heimføðingar, eru ikki komin útum bøgarðarnar og at heima her í Føroyum er alt so smátt og grátt, so best er at flýggja. Europa er ótrygt og ófrættakent í hesum døgum, so ivaleyst verður gongdin, at vit fara at flýggja heim til Føroyar.

Men nú er Ólavsøkuvikan byrjað. Skrúðgongan oman í Dómkirkjuna, tá tað andaliga og verðsliga gongur ganga lið um lið oman í kirkjuna at hoyra prædikutekstin um hveitikornið, sum fellur í jørðina og má doyggja, so tað kann bera nógvan ávøkstur!

Og vit liva í landi, har gott sáð er sáðað, og fleiri okkara eru takksom, tí vit vita í hjartans dýpi, hvagani vit eru, hví vit eru her, og hvar vit eina ferð fara aftur. Og vit kenna hvønn annan, heilsa og tosa við fólk, sum vit kenna navn og andlit á. Vit eru eitt fólk, og tað kennist trygt og fjálgt og vit vita, at á Ólavsøku fer at skýma og summarið at halla, børn fara í fyrsta flokk og konfirmatiónir eru aftur á skránni. Fjøllini verða gingin, skerpikjøt, jólahugni, føstuhald og vaknandi vár, og vit syngja, so hjartað dukar: “Nú nemur náttin við smærur”, og eg kenni eitt ævigt takksemi, at mær unnist at búgva á tí einu av hesu 18 steinunum í miðjum havi.

Góða Ólavsøku!