Skriva út

Glyvra kirkja sum listaskáli

22.12.2021 Tíðindi
kirkjulist-glyvrar-1.jpg

– Kirkjan hevur ígjøgnum allar tíðir fostrað bæði myndlist og tónlist, og hon hevur verið ein lind, listin hevur drukkið av, sigur Meinhard Bjartalíð, sum fyri nøkrum árum síðani tók stig til at hava listaframsýningar í Glyvra kirkju – og minst eina um árið.

Síðani 2009 hevur Glyvra kirkja javnan verið karmur um listaframsýningar, ið fyrst og fremst hava verið í forkirkjuni, men seinnu árini eisini fleiri ferðir hava fevnt um sjálvt kirkjurúmið. Tað er sóknarpresturin á staðnum, Meinhard Bjartalíð, ið hevur tikið stig til at gera kirkjuna – og serliga forkirkjuna – til ein listaskála.

– Forkirkjan í Glyvra kirkju var ikki júst tann mest innbjóðandi, tí har vóru teir beru knagar yvir tað heila, har jakkar, frakkar, turriklæði og onnur pløgg hingu. Við tíðini birtist hugskotið um at gera forkirkjuna til ein lítlan listaskála, ið kundi hýsa ymsum framsýningum. Eg bar hetta upp á mál við kirkjuráðið, og tað var ikki meira enn hálvttalað orð, so kundu vit fara í gongd, sigur hann.

– Tíbetur kunnu vit fegnast um, at skjótt er at venja fólk, tí fleiri ferðir havi eg upplivað, at tá ið eingin framsýning hevur hingið uppi, so hevur prátið gingið um, at tað var so tómligt at koma inn í forkirkjuna. Eg vil siga, at tá er intentiónin við framsýningum ið hvussu er nádd!

Lýsa listina
Heðin Kambsdal var fyrsta listafólkið, ið sýndi fram á heysti í 2009, og síðani hava nøvn sum Astrid Andreasen, Sigrun Gunnarsdóttir, Bárður Jákupsson, Frits Johannesen, Oggi Lamhauge, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Gurðið Poulsen, Eyðun av Reyni, Arnhold Vegghamar, Tita Vinther og nú seinast Kári Svensson sýnt fram í Glyvra kirkju.

– Hesi árini hava vit fast havt eina framsýning, ið vanliga er latin upp eitt sunnukvøld í oktober og síðani hevur verið opin árið út, líka til á trettandu, og okkurt árið hava verið tvær framsýningar og enntá okkurt árið upp í tríggjar. Millum annað hava vit samstarvað væl við Mentanarvikuna á staðnum, tí tá hava vit ofta eisini havt framsýning, sigur Meinhard Bjartalíð.

Hvørja ferð, ein nýggj framsýning er, verður skipað fyri fernisering, og tá er tónlistin altíð partur av skránni, umframt at sum oftast er listafólkið sjálvt til staðar og fær møguleika at greiða frá um sína list og framsýningina.

Vikuna eftir at framsýningin er latin upp, er kirkjan opin um kvøldarnar undir heitinum “list og kvirra”, so fólk kunnu hyggja at framsýningini, men eisini hava møguleika at fara inn í kirkjuskipið, ið tá bara er eitt lítið sindur upplýst, at njóta kvirruna og kanska kveikja eitt ljós í ljósglobuni, beint sum tú kemur inn.

Natúrligt samband
Tað, at listin soleiðis hevur vunnið sítt fasta pláss í Glyvra kirkju, sær prestur sum ein heilt natúrligan part av tí stóru heildini, tí tað hevur ígjøgnum øldir verið tætt samband millum kirkjuna og listina.

– Kirkjan hevur ígjøgnum allar tíðir fostrað bæði myndlist og tónlist, og hon hevur verið ein lind, listin hevur drukkið av. Myndlistin, eins og tónlistin, ger okkurt við okkum, so hon fjálgar, lyftir og gleðir, og hon lívgar bæði sál og sinni. Einki er meira natúrligt enn hetta, og vit hava upplivað, at fólk eru glað fyri tað, og tað eru listafólkini eisini, sigur Meinhard Bjartalíð.

Forkirkjan í Glyvra kirkju er hesi árini vorðin eitt heilt annað rúm, enn hon upprunaliga var, og tað slóðar fyri enn betri møguleikum at sýna fram, tá ið karmarnir um nøkur ár verða endurnýggjaðir.

– Vit arbeiða jú við eini nýggjari kirkju á Glyvrum, og har er sjálvandi hædd tikin fyri eisini hesum partinum av kirkjulívinum á staðnum. Listaframsýningarnar eru ið hvussu komnar fyri at verða, tí vit síggja góðar møguleikar fyri hesum, bæði nú og í framtíðini, sigur prestur.

– Í veruleikanum var hetta ein gamal tanki, ið fór av lunnum í 2009, tá ið fyrsta framsýningin var, tí eg hevði áður hugsað, at kom eg ein dag til eina kirkju, ið onkursvegna kundu hýsa myndlist og framsýningum, so skuldi eg gera tað. Og í tí sambandi vil eg siga, at har er Glyvra kirkja ein gáva.

Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen