Skriva út

Gleðist um stund í ljósi Doyparans

22.06.2017 Tíðindi
Gleðist um stund 
í ljósi Doyparans

Umframt ólavsøku man jóansøka vera ein av teim døgunum við søkunavni, sum best er kendur í okkara tíð. Navnið hevur dagurin eftir Jóhannesi Doyparanum, og hann verður hildin sum føðingardagur hansara. Hjá øðrum halgimennum er tað vanliga bara deyðsdagurin, sum hildin verður; men tað er hann eisini hjá Jóhannesi. Kristindómurin roknar Jóhannes sum undanmann Jesu

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Farið er um longsta dag og leygardagin 24. juni er jóansøka, hildin til minnis um føðing Jóhannesar doyparans. Kirkjan hevur upprunaliga roknað honum tveir halgidagar: Føðingardagin 24. juni og deyðsdagin 29. august, tá hann varð hálshøgdur. Vanligt er annars einans at minnast deyðsdagin hjá halgimennum; ella tann dagin, bein teirra vórðu løgd í skrín.
Sambært Lukasar evangeliinum er Jóhannes seks mánaðir eldri enn Jesus og er tí føðingardagur hansara ásettur til 24. juni. Fyri kristna tíð vóru bæði føðingardagur Jóhannesar og føðingardagur Jesu sólstøðuveitslur, hildnar samsvarandi trúaruppfatan fólksins tá.
Jóhannes Doyparin var sonur prestin Zakarias og Elisabeth, ið var skyldkona Mariu, móður Jesu. Hann var ferðaprædikari og doypti Jesus í Jordaná. Um hann segði Jesus: »Eingin av kvinnubornum er størri profetur enn Jóhannes.« (Luk. 7,28)
Elisabeth var farin um barnsburðaraldur, tá Jóhannes var føddur. Sambært Lukasar evangeliinum (1,5-23) var fyriboðanin um henda barnsburð givin av eingli.

Talar við fólkið sum ferðaprædikari

Tá Jóhannes var um 25 ára gamal ferðaðist hann millum fólkið sum prædikari. Høvuðsboðskapur hansara var: »Vendið um, tí ríki Guds er í nánd.« Og tey, ið játtaðu syndir sínar, doypti Jóhannes í Jordaná, teirra millum menn, ið gjørdust lærusveinar Krists; og sjálvur fór Jesus til hansara at verða doyptur.
Jóhannes segði síðan um Jesus: »Sí, Guds lambið, sum ber synd heimsins. Hann er tann, sum eg segði um: Aftan á meg kemur maður, sum hevur verið undan mær; tí at hann var fyrr enn eg.« (Jóhs. 1,29-36).
Stutt eftir varð Jóhannes settur í fangahús, tí at hann hevði átalað Heródes kong Antipas fyri at hava tikið Heródias til konu; hon hevði áður verið kona hálvbróður hans.
Úr fangahúsinum fylgdi Jóhannes við gerningi Jesu og læt boð fara til hansara við spurningum (Luk. 7,19-29). Ein dagin í ovurhuga lovaði Heródes kongur Salomu, dóttur Heródias, alt eftirynskjandi. Móðir hennara teskaði henni bøn í oyra, at hon skuldi biðja um høvur Jóhannesar doyparans. Sambært Matteusar evangeliinum (14,1-12) varð hetta ynski eftirlíkað henni.
Heródias var dóttir Aristobulus, ið var næstelsti sonur Heródes Stóra. Hon var gift við farbróðuri sínum, Rudis Filipi, men varð skild frá honum móti vilja hansara og gifti seg aftur við yngra bróðuri hansara, áðurnevnda Rudisi Antipas. Og tað er hesum, Jóhannes Doyparin talar revsandi við kong og tí settur í fangahús og hálshøgdur. Eyðsæð er, at Heródias hevur verið ónd kvinna og at hon hevur havt størstu skuldina í hesum (Matt. 14,1 o.s.fr. og Luk. 9,7-9).
Soleiðis varð – sum Augustin kirkjufaðir málber seg – eitt lyfti hildið við eini brotsgerð.
Einastu frásøguna um føðing Jóhannesar fáa vit í Lukasar evangeliinum. Gabriel høvuðseingil sýndi seg fyri Zakariasi og segði honum, at kona hansara fór at eiga son og at tey skuldu kalla hann Jóhannes.
Men av tí at Zakarias ikki trúði boðum eingilsins, gjørdist hann málleysur, og tað var hann líka til barnið varð føtt. Næstingarnir vildu, at drongurin skuldi eita Zakarias sum pápin. Hann skrivaði tí niður, at navn hansara er Jóhannes. Eftir hetta kundi hann aftur tala (Luk. 1,5-25 og 1,57-66).
Stundum verður rikið framundir, at Jóhannes hevur livað í sama stranga trúaraga sum essenar í Qumran við Deyðahav. Har er toft av halgidómi, og í helli í fjallalíð omanfyri vórðu í leirkrukkum funnar tær sonevndu Deyðahavsrullurnar við teksti úr Gamla Testamenti. Hetta hendi í 1947, tá ein smaludrongur kreyp inn í hellið at leita eftir lambi, sum var vilst úr fylginum.
Spádómsorð um Jóhannes eru søgd í Jesaja 40,3 og í Malakiasi 3,1. Hann var av prestaætt bæði í faðirlegg og móðurlegg.

Av sonnum eitt Harrans vitni

Kristindómurin roknar Jóhannes Doyparan sum undangongumann Jesu (Luk. 1,17). Fimtanda árið, ið Tiberius var keisari (ár 25 e.Kr.) steig Jóhannes fram og fór at tala við fólkið (Luk. 3,1-20).
Nógv fólk komu saman at hoyra talu hansara. Tey vistu um hendingina í sambandi við føðing hansara, um fráhaldandi lív hansara í oyðimørkini, og fólk væntaðu, at teimum skuldi verða sendur stórur maður.
Jødar sendu prestar og levitar úr Jerúsalem at spyrja Jóhannes, hvør hann var. Tey hugsaðu kanska, at hetta var Kristus, sum tey øll væntaðu, men Jóhannes svaraði, at tað var hann ikki. Um seg sjálvan segði hann einans hetta: »Eg eri rødd á einum, sum rópar í oyðimørkini: Gerið beinan veg Harrans, eins og Jesaja profetur hevur talað.« (Jóhs. 1,23).
Tá Jesus kom til Jóhannesar við Jordaná at verða doyptur, ivaðist Jóhannes í hesum, men Jesus segði, at soleiðis skuldi verða gjørt. Jóhannes sigur, at tá fyrstani kendi hann, at Jesus var Kristus, sum koma skuldi (Jóhs. 1,31-34).
Jóhannes var av sonnum eitt Harrans vitni. Sjálvur segði seg einki vera uttan ein, sum í oyðimørkini rópar, men Jesus segði um hann: »Hann var hin brennandi og skínandi lampan, og tit vildu fegnir gleðast um stund í ljósi hansara.« (Jóhs. 5,35).

»Vilt tú skoða sannan Gud...«

Eins og longsti dagur hevur jóansøkan ein fagran summarsligan dám yvir sær. Í Føroyum og Norðurlondum er gamalt at koma saman til veitslur og dans og spæl.
Er klárviðrað verður farið niðan á hægstu tindar at síggja sólina seta og rísa. Á Streymoynni hava gongubólkar seinastu árini gjørt ferð niðan á Skælingsfjall eftir sólstøðubálið í Sandagerði og soleiðis tikið ein gamlan sið uppaftur. Fyri norðan stevndu bátar undir Varmakeldueiði í Fuglafirði jóansøkunátt, har fólk slóu ring á fløtuni niðri við sjóvarmálan. Varmakelda segðist hava lekjandi mátt, og sagt verður, at her vórðu mong ástarbondini knýtt, tá ung leskaðu sær úr kelduni og kanska sóust fyrstu ferð.
Eisini okkara ikki-kristnu forfedrar hildu veitslu, tá ið »komið var hægst á summarið«. Men Ólavur kongur Haraldsson (hin heilagi) segði við harðvunna heidningin Dala Gudbrand, at sólin átti at fagnast á annan hátt enn hann gjørdi. Í Gudbrandskvæði letur Sjóvarbóndin Jens Hendrik Djurhuus kong tala hesi orð við Gudbrand:

»… Myrkur býr í tínum hjarta,
tað er einki undur.

Vilt tú skoða sannan Gud,
skoða tá hans verki!
Lít tær mót eystri upp,
har kemur hans tænari sterki!«

Sólin rann úr eystri upp,
tók so fagurt at skína,
Gudbrandur vendi sær mót henni
við øllum monnum sínum.

Sólin og ljósgeislar hennara prógva mátt hins alvalda, hin sterki tænarin, ið boðar frá dýrd hansara og lívgar allan vøkstur.
Okkum dámar ikki myrkrið, men hvussu myrkt tað sær út, so eru tað ikki tey, sum banna myrkrið, ið hava viðgongd, men heldur tey, sum tendra ljós, hóast tað kann tykjast veikt.
Longsti dagur – 21. juni – verður nevndur »sólstøður«, tá ið sólin stendur hægst á luftini um middagin. Hetta eru summarsólstøður, vetrarsólstøður eru stytsta dag, 21. desember.
Tað er munur á degi og nátt – so stórur munur, at hann er vorðin eitt tiltak; m.a. um tveir persónar við ymiskum lyndisbrøgdum og atburði, hóast teir eru brøður – »teir eru so ólíkir sum dagur og nátt«. Annar blíður og fyrikomandi, hin lúnutur og frávísandi.
Tað er munur á ljósi og myrkri, á sumri og vetri. Hvussu ólíkt er ikki hitt stutta, blíða, yndisliga summardimmið ímóti hini longu, myrku, øgisligu og óunniligu vetrarnáttini.
Vit vita, hvussu stórur munur tað er á at ganga móti ljósinum, tá ið tað klárnar fyri hvørt spor, og at ganga móti myrkrinum, tá ið tað dimmir meir og meir um leið okkara og alt ljós slóknar.
Dagurin er vakur og yndisligur við sínum ljósi. Náttin er óhugnalig og hættislig við sínum myrkri.

Offra tað minna, vinna tað stóra

Tá vit hesa hásummarstíð tala um tiltøk, sum nógv verður gjørt burturúr: ítrótt – mest kappróður og fótbólt – og dans og spæl og annað, so mugu vit ansa okkum og ikki í snævurskygni siga alt hetta draga fólk burtur frá Gudi og halgidómi.
Hans Andrias Djurhuus valdi heldur ein góðveðurssunnudag í kirkjutíð at finna Gud í teirri stóru kirkjuni, har høgt er til loft og vítt til veggja – úti í náttúruni og har undrast á skaparverkið. Hetta letur hann koma til kennar í yrkingini »Hagin og kirkjan«: »Tú undrast, at ei eg sat í kirkjuni og bíndi / meðan sólin í várgleði fjøllunum kíndi.«

Tú veitst væl, at Harrin, sum valdar øllum londum,
býr ei templum bygdum av menniskjahondum,
hann nýtir ei, at menniskjan biður honum bøn.
Tú finnur hann í lotunum, sum svalliga anda,
tú finnur hann í blómunum, sum áarbakkan randa.
Tí fari eg til fjals, tá mørkin gerst grøn.

Summartiltøkini kunnu so væl vera eitt dømi um lívsgleði, sum Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík yrkir í brúðarvísuni:

Dansur og spæl eru gleðibrøgd
frá upphavi hava so staðið.

Men ásannast má tó, at jóansøkan í sínum upphavi er annað enn dansur og spæl. Maðurin, hon ber navn eftir – Jóhannes Doyparin – var strangur við seg sjálvan og hevði tamarhald lívsvanum sínum. Hann offraði tað, sum minni er vert, til tess at vinna tað, sum størri er.
Tað var tó ikki hetta, sum gjørdi hann til hina »brennandi og skínandi lampuna«, men boðskapurin, sum hann eldhugaður og óttaleysur bar menniskjum. Hann gjørdi – sum vit hava hoyrt – ikki mun á høgum og lágum og segði bart út sannleikan. At harta sjálvan kong kostaði honum fongsulsrevsing og síðan høvdið.
Vitnisburð um sjálvan seg bar hann ikki. Fremsta endamál hansara var at tilbúgva vegir Harrans, og boðskapur hansara var um Kristus sum tað sanna ljósið.