Skriva út

Gleðin er gul

11.04.2017 Tíðindi
Gleðin er gul

Hvaðani, hvagar ?

Hesir spurningar hoyra til okkara mannalív. Okkara ferð á foldum kann vera spennandi, ørandi, hættislig, vøkur, men tá hon endar, er nøkur meining tá at hóma. Er mín og tín søga tá liðug ?

Vit hava øll so sera nógv at gera, lúka í urtagarðinum, fitness, café vitjan, veitslur, føðingardagar,próvtøkur, hundur, bilvask, arbeiði, so vit hava ofta ov mikið at gera hvønn dag, at náa øllum vit vilja og ynskja okkum. So, hvør hevur stundir at gáa um sjálvt lívið ella um Guð ella um nøkur meining ella ætlan er við tí heila ? Tað kann bíða, tíðin loyvir mær tí ikki. Ella kanska tora ella orka vit ikki at hugsa slíkar tankar. Tí, er alt ikki tann bera tilvild ? Bumbur í Sýria, ferðsluóhapp, børn koma í heimin og onnur fara úr heiminum aftur, ókvæmisorð og fjálg orð, próvtøkur og hjúnarskilnaður?

Tað er vár, tjøldrini klippa og láta, smálomb, páskaliljur og tulipanur og hyacintur. William Heinesen var so fegin fyri hesi orð, so hann í kæti spældi sær við tey : ”Tulihy og hyapy”. Vit eru fylt av góðum kenlsum, tá tað várar. Á miðjum vetri seta vit hyacintleykir í glas og seta pappírshatt omaná. Og í myrkrinum og kuldanum veksa røturnar og toyggja seg niður í lívgevandi vatnið og blóman veksur seg stóra og dagar so undan við vøkrum liti og undurfullum anga. Soleiðis løgdu við eisini páskaliljuleykir niður i frystan svørð. Og nú síggi eg vøkru, gulu høvdini spæla í vindinum.Sum sólarljósið.

”Elskar tú meg, so prógva tað” ! Men kærleikin kann ikki prógvast, vit kunnu bert trúgva honum.

Tó, eina ferð lat Guð kærleikan føðast í einum menniskja. Men vit menniskju vildu hava tamarhald á Guði, so vit negldu hann fast á eitt træ og varnaðust ikki at hansara hendur lýstu signing yvir okkum. Kærleikans pína er svárari enn tann likamliga, so menniskjan skilti ikki, at tey tóku lívið frá kærleikanum, men kundu ikki drepa kærleikan. Tey jarðaðu kærleikan, men kærleikin sprongdi sær veg úr kaldari, harðari grøv og vit fingu páskir.

Deyðin doyði og lívið sigraði.

Gleðiligar páskir.