Gleðilig jól!
Fólkslig jól
Jólahátíðin er ímyndin av fólksligari gleði. Tað er tíðin saman við familju, vinum og kenningum. Útisetarnir koma heim at halda jól, og vit gleðast um teirra heimkomu og hjáveru.
Mong okkara hava rík minnir frá uppvøkstrinum, har móðir og faðir ella onnur í teirra stað gjørdu jólini hugnalig fyri barna eygum og hjørtum. Rík og signað eru tey, ið bera góð minnir.
Sorgblíð jól
Jólahátíðin elur fram sorgblídni hjá so mongum, ið mist hava ein av sínum kæru. Jólastákan og ríkt kenslulív økir um saknin, tí kærleikin er vorðin heimleysur. Rúmið kennist tømt, og við borðið er stólurin tómur.
Gævi, at vit í nærveru eru hjástødd og lætta um eina løtu hjá onkrum, ið sáran saknar ein av sínum kæru. Tí tað eru tey, sum veruliga halda, at jólahátíðin er tann svárasta tíðin á árinum. Tað mega vit onnur varnast og virða. Latum okkum í hjáveru vísa umsorgan og samkenslu í tøgn uttan ov nógvar spurningar.
Gud gevi teimum syrgjandi troyst í sorg og sakni, so tey megna dagsins byrðu. At rík minni um signaðar løtur saman við teimum farnu onkursvegna gera jólahaldið unniligt.
Barnajól
At hoyra søgurnar um børn í Føroyum, sum ræðast jólini og jólahaldið verri enn nakað annað, er eitt óunniligt tema. Tað hendir, at jólahaldið fer av sporinum og verður ófriður heldur enn nærvera í kærleika.
Vit vaksnu mega taka ábyrgd av jólunum og njóta mat og drekka við skili. Latum okkum taka ábyrgd hvør av øðrum, so vit eru við vit og skil hátíðardagarnar.
Hjá summum børnum eru ró og húsfriður tann allar besta jólagávan. Latum okkum uttan fordómar hjálpast at og stuðla hvør øðrum, so vit edrú í friði og náðum kunnu halda heimlig jól.
Kristus jól
Fremst av øllum bera jólini boð um Guðs kærleika. Guð gav øllum fólkasløgum tað bestu gávuna, tá ið hann lat Mariu Moy føða einborna son sín í einum fjósi í Betlehem.
Sonur Guðs fekk við eingla fráboðan navnið Jesus. At nevna Jesu navn heima við hús, í skúla og kirkju er andaligur førningur, ið er verdur at geva bæði børnum og vaksnum.
Jesus sum frelsari er tann besta jólagávan, ið vit kunnu fáa. Eisini vit ófullkomnu, ið dagliga snáva, fáa náðir at ognast Guðs gávu, Jesus.
Tað er jólagávan mikla til okkum treingjandi, ið fattast fyrigeving syndanna. Og fyrigivin synd føðir mikla gleði, skapar frið á jørð og í menniskjum góðan tokka.
Gleðilig jól í Jesu navni.
Jógvan biskupur