Skriva út

Gleðilig jól!

23.12.2016 Tíðindi
Gleðilig jól! (3)

Jólahátíðin er fólksligur fagnaður í heimi og kirkju. Føðing Jesu, ið vit minnast á jólum, er undursama vøkur og friðsæl. Tó, bíbliusøgan veit at siga, at heldur ikki lív Jesu var einfalt og líkatil. Hann varð enntá avrættaður sum brotsmaður við deyða á krossi.

Í glæmuni frá páskunum er føðing Jesu avbera vøkur og stimbrandi. Føðing hansara jólanátt gav mannaættini ein vin og frelsara, ið vára vegna og okkum til friðar gjørdi sátt fyri synd heimsins.

Í glæmuni frá jólunum er deyði Jesu langafríggjadag og uppreisn hansara av deyða og grøv páskamorgun okkum endurføðing til livandi vónar. Vit eiga í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara tað æviga lívið. Føðing Jesu og lívsverk hansara gevur okkum, ið verða fødd og síðan doyggja, eina endurføðing til ævigt at liva í Guðs ríki, har deyðin er deyður, og lívið hevur vunnið sigur.

Gleðilig jól ynskja vit teimum, ið sita einsamøll. Teimum, ið eru sorgarbundin. Teimum, ið eru sjúk. Teimum, ið eru móð og troytt.

Gleðilig jól í tí heimliga og fremmanda, burturi sum heima.

Gleðilig jól ynskja vit landsmonnum (m/k) okkara og teimum fremmandu í Føroyum.

Gleðilig jól ynskja vit hvør øðrum við bøn um signaðar løtur.


Jógvan Fríðriksson, biskupur