Skriva út
Gleðilig jól!
23.12.2015 Tíðindi
Jólini eru í hondum, og fólk gleðast til samveruna í tí heimliga. Vinir og kenningar, børn og foreldur, bygda- og grannalag. Tað er tað hugnaliga, ið er vorðin ímyndin av sonnum jólahaldi.
Hjá Fólkakirkjuni ræður tað um klárskygni, tí jólamyndin hevur eisini aðrar litir, ið als ikki burturav eru hugnaligir og unniligir. Nøkur eru einsamøll og eiga ongan í nánd, sum serliga stendur teimum nær. Aðrastaðni gekk ikki til vildar, og sorgin og saknurin skapa órógv og níva. Kærleikans byrða er tung at bera, tá ið kærleikin verður heimleysur við lívlát ella fráferð.
Sæð frá einum kirkjuligum sjónarhorni, so eru jólini ikki himmalsk. Heldur er talan um tað øvugta, at tað himmalska kemur til jarðar. Barnið í krubbuni og fjósið sum býli staðfesta, at himmalin er samhaldsfastur við teimum minni mentu, fátæku og teimum, ið eingin gevur gætur.
Guðs ætlan við jólunum, ella ætlan Guðs við tí hátíð, ið menniskjan hevur gjørt til jólahald, er at boða tann yvirskipaða frið, sum í lívi hins einstaka og minstu rørslu er ítøkiligur. Sangurin hjá einglunum er sannur jólahugni. Ikki einans tað slagi av jólahugna, ið umboðar tað ljósa og lætta.
Sangurin hjá einglunum er eitt grundleggjandi ástøði, ið fyllir okkara egna samleika við ævigari tign og friði. Sangurin er vára vegna, at okkum er ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði.
Fólkakirkjan boðar friðin hin æviga, sum í Jesusi Kristi kom til jarðar ta nátt, ið vit kalla jólanátt.
Friðurin í Jesusi skapar frið á jørð, so í menniskjum valdar góður tokki.
Gleðilig jól!
JF
Onnur tíðindi