Skriva út

Gjógv: Góður sálmasangur við digitalum tónleiki

06.10.2022 Tíðindi
Gjaar Kirkja
Orð/mynd: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)

- Nú er altíð góður sálmasangur og gott urguspæl í kirkjuni, eisini um vit ikki eru so mong til gudstænastuna, sigur Sofus D. Johannesen, kirkjutænari við Gjáar kirkju. 

GJÁAR KIRKJA – grein 3: - Nei, tað hevði verið heilt óhugsandi!
Orðini eigur Sofus D. Johannesen, sum er ein av kirkjutænarunum við Gjáar kirkju.
Greinskrivarin var til gudstænastu í kirkjuni í farna mánaði, og hitti her Sofus til eitt prát um eitt felagsmál: Tónleikin í kirkjuni.

Longu í fyrsta setninginum er hann inni á hesum. Hetta ”tað”, sum hann sipar til, hevur nevniliga nakað við urguspæl og sálmasang í kirkjuni at gera.

Gjáar kirkja hevur í longri tíðarskeið verið uttan urguleikara, og hava tí roynt aðrar kreativar loysnir. Tí, uttan orgulspæl til sálmasangin í kirkjuni, so hevði borið illa, fyri ikki ikki at siga als ikki, til at havt eina vanliga gudstænastu.

Longur niðri í greinini verður greitt frá teimum royndum, sum ein hevur gjørt sær á hesum økinum. Nú hava tey so fingið sær eina haldgóða loysn við talgildum upptøkum av sálmasangi.

- Her er ikki bara talan um sálmasang, men um góðan sálmasang. Hetta hjálpir sera væl, tí nú er altíð góður sálmasangur og gott urguspæl í kirkjuni, eisini um vit ikki eru so mong til gudstænastuna – og mangan eisini við hornblástri, sigur hann brosandi.

Les her um áhugaverdu royndirnar hjá kirkjuráðnum við Gjógv at útvega kirkjuni gott urguspæl til hvørja einastu gudstænastu.


Sofus D. Johannesen, kirkjutænari

EINGIN AT TAKA VIÐ
Gjáar kirkja hevur sjálvandi, eins og tær allar flestu føroysku kirkjurnar, havt urguleikarar, sum hava spælt undir til sálmasangin í hugnaligu og vøkru kirkjuni.
Millum hesar telist Hans Christiansen, sum spældi í fleiri ár. Hann var tíverri noyddur at gevast í 1997, tá sjón hansara fór at bila. 

- Ja, Hans gavst at spæla seinast í 90'unum, og so stóðu vit har: Her var tíverri eingin, sum kundi taka við tænastuni eftir hann, greiðir Sofus D. Johannesen frá.

Til ber sjálvandi at hava eina gudstænastu uttan urguleikara. Og til ber eisini at hava fólk, sum syngja fyri, tá á stendur, ella sum til dømis í Kirkjubøar kirkju, har tað altíð eru forsangarar til gudstænasturnar.

Í Gjáar kirkju  var tí neyðugt at finna eina aðra loysn, og her kravdist eitt sindur av kreativiteti, soleiðis at tónleikur aftur kundi ljóma til gudstænastuna.
Loysnin kom, tá kirkjuráðið fekk í lag eina tøkniliga skipan við sálmum, sum vóru spældir inn á diskettir.

EINFØLD OG GÓÐ SKIPAN
Hetta var ein ókend loysn fyri kirkjufólkið við Gjógv. Tey settu seg í samband við Hans Erland í Brekkunum, urguleikara, við einum fyrispurningi um hjálp í hesum sambandi.

Tað gjørdi hann fegin, og úrslitið av hesum bleiv, at hann spældi tey flestu av løgunum til sálmarnar í bókini inn.

- Vit fingu hesa skipanina við avspælaranum setta til í 1998, og hevur hon riggað avbera væl, greiðir Sofus frá.

Skipanin var einføld, men kortini góð og nýtilig, og var í roynd og veru í brúki heilt fram til á vári 2021. Tá hevði hon altso tænt fyri seg.

Roynt var at fáa kirkjuni eina aðra skipan, men hon riggaði heldur ikki til fulnar. Við tíðini hevði tøknin ment seg so mikið, eins og diskettirnar vóru vorðnar eitt sindur ”out of date”, at ringt var at finna eina líknandi og eins haldgóða loysn.

Tann eina loysnin, sum tey komu fram til, átti eftir øllum sólarmerkjum at kunna rigga. Men tá til stykkis kom, riggaði hon heldur ikki sum ætlað.

So var aftur neyðugt at leggja høvdið í blot. Aftur hesa ferð funnu tey eina heilt aðra og varandi loysn við innspældum sálmum.

GÓÐUR SÁLMASANGUR
Henda loysnin liggur annars tøk á Alnetinum, og er at finna á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og her á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni.

Tað er nevniliga so, at fólk frá Kringvarpinum hava hesi seinnu árini vitjað fleiri av kirkjum okkara og gjørt upptøkur av sálmum. Nakað av hesum forvitnisliga og henta tilfarinum er givið út á fløgur, meðan annað liggur tøkt og klárt at brúka frítt á áðurnevndu heimasíðum.
Hetta vísti seg at rigga avbera væl, ikki minst tí at sóknarprestur teirra, Jonhard Jógvansson hevði góðar royndir við tí.

- Hann plagdi at gera brúk av hesum undirspælinum, um eingin var at spæla, tá hann helt andaktir á sambýlum og røktarheimum.

- Vit royndu tað eisini hjá okkum, og hevur tað riggað sera væl heilt til dagin í dag – ja, tú hoyrdi sjálvur, hvussu væl tað riggaði í morgun. Tað er tó bert ein vansi við hesum savninum, og tað er, at ikki allir sálmarnir eru at finna her, umframt tað at summi løg eru í fleiri útgávum.

- Men so vil eg eisini siga, at sálmasangurin í hesum upptøkum er avbera góður. Og tað ger eisini tað, at vit hava góðan sálmasang her í kirkjuni, sigur Sofus D. Johannesen. 

 - - -  

Hetta er triðja greinin um kirkju og kirkjulív við Gjáar kirkju. 

Tær báðar fyrru greinarnar snúðu seg um tann týdning, sum kirkjan hevur havt í bygdini. Fyrsta greinin ”Tað má vera plásstrot í hjartanum” kann lesast við at trýsta HER  
Onnur greinin ”Kvirran í Harrans húsi var sálarbót” kann lesast við at trýsta HER 

Í fjórðu greinini frætta vit meiri um, hvussu ein skipar seg við urguspæli og sálmavali í kirkjuni.

Seinasta greinin í hesum umfarinum er ein samrøða við klokkaran, Símun Niclasen.