Skriva út

Gjáar kirkja: - Kvirran í Harrans húsi var sálarbót

30.09.2022 Tíðindi
4 (12)

”Einaferð varð pápi spurdur, hvat var tað størsta, hann hevði upplivað norðuri við Gjógv. Hann svaraði skjótt: “Tá ið vit fingu nýggja kirkju í 1929.” Jensina í Lon, sum eg helt vera djúpari enn mangur annar, segði einaferð Zachariu gummu, at hana hevði droymt ein sjáldsaman dreym: hon sá ein eingil dala niður av himni Eysturi á Bø - á júst sama staði, har kirkjan seinni varð sett”.

Orð/myndir: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)

GJÁAR KIRKJA – grein 2: ”Her mátti eg stíga sámiliga, tí eg var á halgari grund”.
Soleiðis skrivar gjáarmaðurin Theodor Hansen í eini hugleiðing um kirkju og kirkjulív í heimbygdini.

Hetta var júst somu kensluna, sum greinskrivarin situr við eftir ein sera inniliga og hugvekjandi deknagudstænastu í Gjáar kirkju fyrr í hesum mánaðinum. At alt tað, sum verður skrivað í hesari greinini og teirri fyrri, er púra satt og er trúarstyrkjandi.

Theodor Hansen skrivar, at foreldur hansara vildu, at børnini skuldu ganga í kirkju hvønn sunnudag. Og tá hann dugdi so frægt danskt, keypti mamman honum eina sálmabók frá Jóhannes Bæk, sum var trúboðari hjá Heimamissiónini.

- Tá var eg eitt sindur errin, og sat sum hini fólkini við sálmabók, skrivar Theodor Hansen. Í hesi greinini um kirkjulívið við Gjógv verður tikið í nakað av tí, sum Theodor Hansen skrivaði í sínum hugleiðingum á heimasíðuni bygdin.fo fyri tveimum árum síðani (sí leinkju niðanfyri).

Tikin verða eisini brot úr tí, sum ein annar skrivandi gjáarmaður, Peter Jacob Sigvardsen skrivar um kirkjuna í megnar bókaverki sínum ”Úr Gjáar søgu”.

Hesar báðar greinarnar, saman við tí sum greinskrivarin sjálvur hevur upplivað við eina gudstænastu í Gjáar kirkju, eru grundarlagið undir hesi greinini.

SÁLARBÓT Í HARRANS HÚSI
Nógv er sagt og skrivað av góðum fólki um Gjáar kirkju, og tað at ganga í kirkju í heimbygdini, og um tann týdning kirkjan hevði í bygdarlívinum.

Hetta er góður, áhugaverdur og ikki minst virðismikil lesnaður, sum greitt vísir, hvussu høgt hesir menn virdu kirkjuna, tað ið borið var fram av presti ella dekni, og tað andaliga lívið heima við hús.

Tú sært beinanvegin tann kærleika, ið áðurnevndu menn høvdu til sína kirkju: Her stóðst tú á halgari grund, og her vóru tey saman, bæði tá tað gekk við og tá tað gekk ímóti.

Theodor Hansen greiðir eisini beinleiðis frá, hvussu tað var, tá foreldur hansara lærdu hann, hvussu hann skuldi bera seg at í kirkju og kirkjugarði.

Hann skrivar soleiðis:

- Tá ið eg var komin inn um portrið, skuldi eg stíga sámuliga, tí eg var á halgari grund. Soleiðis mundi vera í hvørjum húsi.

- Í kirkjugarðinum skuldi eg stíga varliga og ongan vøkstur bera út haðan. Inni í kirkjukórinum skuldi eg ganga serliga varliga, og so fingu børnini eisini at vita, at kvirran í Harrans húsi var sálarbót.

- Mong eru minnini. Vanliga las deknurin lestur eftir Jacob Dahl, og sungið varð í danskari sálmabók; men um jólahøgtíðina sungu vit úr føroyskum hefti, og tað var forkunnugt. Soleiðis gjørdust nógvir danskir sálmar okkum ógvuliga kærir, og eru tað enn, skrivar hann.

Fleiri urguleikarar hava havt tænastu við Gjáar kirkju. Í dag er eingin. Men tann nýggja tøknin og góðar upptøkur í Kringvarpinum gera sítt til, at urguljóð og samfeldur sálmasangur frá hundraðtals sangarum ljómar í kirkjurúminum, tá kirkjufólkið kemur saman til gudstænastu.

SJÁLDAN OV SEINUR
Petur Jacob Sigvardsen minnist við virðing og tøkk aftur á hesar serstøku sunnudagarnar, tá lítið av fólki var at síggja uttandura.

Hann skrivar um, at tá í tíðini var ikki klokka á hvørjum armi sum nú, og tí fylgdi húsfólkið væl við ringingini, um tað nú var 1., 2. ella 3. ferð, tað ringdi.

- Hjá okkum og har í grannalagnum gingu fólk trúliga í kirkju. Børnum so líkt dámdi mær at liggja undir fjaðrunum í longra lagi sunnumorgnar.

- Hetta hóvaði ikki so væl foreldrum mínum og serliga pápa, ið var bráður og helt, at eg fór at verða ov seinur í kirkju.

- Foreldrini vóru altíð árla á fótum, og tá ið klokkan var farin av ellivu, vóru tey longu búgvin at fara í kirkju, meðan eg lá so søtan og svav, greiðir hann frá. Men í kirkju kom hann kortini.

Tá kundi pápi hansara taka til: ”Løgið við tær kortini, tú heldur teg altíð hava góðar stundir, kemur rennandi í síðstu løtu, men sjáldan ov seinur”.

Danski presturin, Hans Eigil Sand búði í Fuglafirði, og hevði seks kirkjur at røkja, og var tí ikki so ofta við Gjógv. Peter Jacob minnist kortini væl henda mannin, har hann stóð og prædikaði á donskum.

Men, sum hann tekur til: Orð hansara á donskum hava helst strokið framvið. Tað var tí lesturin á føroyskum, sum bar kirkjulívið uppi í bygdini.

Og so leggur Peter Jacob aftrat:

- Í mínum barnaárum gekk væl av fólki í kirkju!

Henda dagin fyrr í mánaðinum rukku við júst talinum á teimum átta, sum fóru við Nóa inn í Ørkina. Onkutíð vóru tey fleiri enn tey eru nú. Men tað tekur kortini ikki nakað frá teimum og okkum, sum vilja leita okkum í Harrans hús at hoyra tann gleðiboðskapin, sum hann hevur at bera okkum hvønn einasta sunnudag.

TRÚFØST KIRKJUFÓLK
Minnini um teir vanligu sunnudagarnar, tá ein var í kirkju, standa líka livandi fyri Peter Jacob enn sum áður:

- Deknurin stóð og las á kórsgáttini við síni kláru og klingandi rødd. Klokkarin sat, í orðsins rætt týdningi sum í lestri við samanløgdum hondum. Á loftinum hómaðist lærarin, sum mundi fylgja væl við okkum børnum, so ráðiligast var at sita stillur og ikki snara sær á í stólinum.

- Í kirkjuni sást tú mest tey somu fólkini sita sunnudag eftir sunnudag, og altíð í sama stóli. Onkuntíð plagdi myndin at skifta eitt sindur, tí onnur kundu stundum koma í kirkju, og onkrum øðrum barst frá.

- Minnini um hesi trúføstu kirkjufólkini eru mær so dýr. Tær tóktu, sum vóru hesi fólkini samgrógvin við stólin, - tey áttu at sita har! Teimum var tað so sjálvsagt at leita í Harrans hús, og tað vantaði okkurt virðismikið í halgidegnum, høvdu tey ikki verið í kirkju, um tey annars høvdu havt høvi til tess.

- Her, skrivar Peter Jacob, at onkur ypti kanska øksl og helt fyri: Góður, gamal siður. Onei, ikki man tað vera; men tað er helst so háttað, at tað man vera so ilt at skilja kirkjugøtuna og týdning hennara hjá tí, ið sjáldan gongur hana.

Júst hetta við teimum ymisku gøtunum í bygdini og týdning teirra – millum annað skúlagøtan, bygdargøtan og sjálvandi eisini kirkjugøtan – hevur hann hegnisliga greitt frá í bókaverki sínum. Lat tann dag ongatíð upprenna, at kirkjugøtan ikki verður traðkað longur!

HERRENS VENNER INGEN SINDE
Vit enda frásagnirnar frá hesum báðum fróðarmonnum, og lata Theodori orðið at siga eitt sindur frá um felagsskapin millum bygdarfólkið.

- Eg minnist bygdina sum ein dyggan felagsskap. Tørvur var á øllum, tá ið okkurt serligt var á vási, til dømis tá ið farið varð til bjarga, á fjall, draga bátarnar, tá ið uppgangur var í Gjónni. Hesin felagsskapur kom eisini til sjóndar, tá ið onkur var farin í Harrans hendur.

- Soleiðis kendi óvitin tað. Tá legðist ein sorgardámur yvir bygdina, og tað tóktist, sum alt steðgaði eitt skifti. Alt syrgdi, náttúran syrgdi, kvirra legðist yvir alt. Soleiðis kom felags sorgin til sjóndar, tá ið lík stóð undir børu.

- Vanliga var prestur ikki til nakra jarðarferð, men kom seinni at kasta jørð á. Hvør minnist ikki, tá ið Sand prestur stóð og sang á grøvini: “Herrens venner ingen sinde mødes skal for sidste gang.”

- Kvøldið fyri jarðarferðina kom onkur, ið av varaði, í hús og segði orðini: “Eg skal biðja tykkum við líkinum.” Hesi fólkini fóru í ervi, men eisini hini fremmandu fólkini, sum komin vóru at fylgja. Tá ið tey komu um morgunin, stóð altíð onkur fyri teimum og bjóðaði teimum inn.

- Fastir sangarar vóru í bygdini. Teir sungu heima fyri líkinum, á veg í kirkjuna, í kirkjuni og úti á kirkjugarðinum.
- - - - -
Hetta er sum nevnt onnur greinin um kirkjuna og kirkjulívið við Gjógv. Hin fyrsta greinin ”Gjáar kirkja: - Tað má vera plásstrot í hjartanum” kann lesast við at trýsta á hesa leinkjuna her:

Áhugaverda greinin hjá Theodor Hansen um skúla, kirkju og samkomuhús í bygdini kann lesast við at trýsta á hesa leinkju her:

Í triðju greinini tosa vit við Sofus D. Johannesen um, hvussu tey skipa sálmasangin í kirkjuni uttan urguleikara.