Skriva út
Gjáar kirkja 90 ár - hátíðargudstænasta 16. juni
06.06.2019 Tíðindi
Tað var tríeindarsunnudag 26. mai í 1929, at Gjáar kirkja varð vígd. Dagurin var søguligur á meira enn ein hátt. Ikki bert fingu gjáarfólk sína egnu kirkju; hetta var eisini fyrstu ferð, at ein kirkja varð vígd við føroyskum rituali, hóast føroyskt ikki gjørdist kirkjumál fyrrenn tíggju ár seinni.
Serligt við Gjáar kirkju er eisini, at hon ikki vendur eystur og vestur sum aðrar kirkjur, men suður og norður, tí soleiðis hildu teir gomlu, at hon fór at síggjast best frá sjónum.
Nú kirkjan í 90 ár hevur savnað bygdarfólkið um gleðiboðskapin, bæði í gleði og sorg, verður hátíðargudstænasta tríeindarsunnudag 16. juni klokkan 11:00. Umframt Jógvan Fríðriksson, biskup, luttaka Emil Olsen, Jákup E. Petersen og Øssur Kjølbro.
Onnur tíðindi