”Gev mær kristnu syndina aftur”
Soleiðis stóð skrivað í danskari avís herfyri. Syndin er horvin og við tí hugsjónin, at vit menniskju er broyskin og harmur og gleði í felag tey reika og lívið háttar sær ikki altíð, sum vit ynskja.
Upprunatýdningurin av synd er at skjóta við síðuna av. Og ymiskt er, hvussu góðir bogaskjúttar vit eru og hvussu vit virðismeta, tá alt miseydnast ella tá alt eydnast, tí hvørjum skal eg tá takka ? Mær ?
Tí, sum so er syndin ikki horvin, vit hava enn fleiri syndir, sum vit sjálvi hava í okkara gerandisdegi, men hvussu eg taki brókatøk við ymsu avbjóðingarnar, tað er so mítt einsamalla projekt. Meiningin verður so tann, sum eg leggi í ella við gjørdu gerðina.
Øll eru vit á ferð og vit seta okkum mál, keypa hús, missa kilo, vitja gomlu ommuna, aftra okkum við at baktala og spilla út, ansa eftir umhvørvinum og tá vit koma á mál, so seta vit okkum við tað sama nýggj mál. Leitanin ella tráanin rópar í okkum, og vit halda, at tá eg fái stramman búk, ella nýtt starv ella eina ferð til Vietnam, so verið eg glað og nøgd, men vera vit nú tað ?
Vit trúgva ikki longur á, at eg og tú eru tað skapta og Guð er Skaparin og hvíli eg trygt í hansara hondum, so skal alt nokk laga seg.
Ábyrgdin er í dag púrasta á okkara herðum. Æviga lívið er sett úr gildið, so eg má venja og íðka, so deyðin heldur sær langt burturi. Eg ansi eftir at feittprosentið ikki fær tamarhald á mær, eg tekni tryggingar og nærlesi hakkikjøtið og bleika høsnarungan og reyða laksin fyri listeria, og bøkur siga at tað, sum tú ynskir tær, kanst tú fáa. Og eg ræðist ódnir í Florida, terror, tvørrandi hug og evni at enduruppfinna meg sjálva, og at finna bestu útgávu av mær sjálvari. Og vit ynskja av hjartanum at happing millum børn og vaksin hvørvur, at tað ónda ikki fær fótafestið, at kærleikin valdar millum menniskju, at Trump og Norðurkorea og aðrir valdsharra aftra seg, at eg ikki øvundi honum ella henni, sum hava alskins marglæti , men tíðin sigur mær, at tú skalt vera lýtarleys.
Og Facebook er ikki longur staðið, tí har eru bara súr menniskju, sum eru eftir hvørjum øðrum!
Nei, Instagram er Happyland ! Myndin, sum vísir øllum heiminum, hvussu eg vil hava, at tú heldur mín veruleiki sær út.
Og ongatíð á ævini hava vit verið so bangin, verið so hugtung og verið so strongd og havt so nógvar diagnosur.
Ræðuorðið synd er horvið, men er tað nú tað ? Vit hava eina rúgvu av syndum í dag, sum vit sjálvi hava sett á skrá. Vit happa og fara eftir fólki, sum viga ov mikið, í onkrum barnagarði slapp ein petagokur ikki at ansa einum barni, tí hann var ov tjúkkur, onkursvegna eru vit sum meyrur sum knossast og stríðast og strevast, tí innari agarin er eftir mær javnt og savnt. Tí, um eg bara geri so og so, so verður lívið happy…haldi eg !
Men vit hava ongan manual, sum alt skal koyra eftir. Og tankavekjandi er at júst í hesum døgum er sjónleikurin Ómegd á Tjóðpallinum og Dreymar við Havið , sum vísir okkum, tá kærleikin hvørvur og menniskju verða fyrilitarleys og ómenniskjanslig og eitt sindur longri upp í býnum er Holubúgvin, sum speirekur og flennir og fær okkum at síggja meg og teg í gerandismeldrinum, har vit meyrur royna alt vit megna og skjóta við síðuna av og hoyra ikki at tað verður teskað okkum í okkara sálardýpið, at ” tað er ok ikki altíð at vera ok.”